nýtt av og á. Hon var als ikki bangin fyri at átaka sær eina ókenda uppgávu, og oftast gekk tað skjótt, so visti hon júst, hvussu hon skuldi føra seg fram. Um eg skal siga nakað um hendurnar á mammu, sum [...] árum síðani. Vit sakna mammu okkara ómetaliga nógv, at tað er heilt ógjørligt at siga við fáum orðum á blað her. Mamma gjørdist bert 37 ára gomul, hon var sjúk stutta tíð, so stutt at ongin okkara fekk reiðiliga [...] og als ikki við avleiðingarnar, sum vildu koma um vit mistu hana. Mamma var eitt ótrúligt menniskja á so mangan hátt. Hon var útbúgvin lærarinna, og hevði somuleiðis nomið sær kunnleika innan alt handligt
misskilja nakað. Mundi hann hava gloymt at trýst á reyða knøttin, sum fekk bussin at steðga, hugsaði eg so aftur, á, harragud, so er hann helst endaður heilt norðuri á Havsbrún. Eg fekk ikki stundir at hugsa meir [...] setur seg betur til rættis á stólinum og leggur blokkin á borðið framman fyri sær. Spyr, um tey ikki eru eitt sindur í andsøgn við hvørt annað tey fyrstu søvnini hjá mær og vísir á, at har var eitt rættiligt [...] øgiliga ringt at seta orð á. Hann fer aftur í lumman eftir einari skrá og kveitir út gjøgnum vindeygað, nevnir okkurt um húsini yviri á hinum landinum, og eg noyðist at snúgva mær á at síggja hesi húsini,
Jósup úti á Bø í Svínoy. Felags fyri tey bæði var, at tey sum børn gjørdust móðirloysingar. Tey komu bæði í bóndahúsið har Heimi í Svínoy, har gjørdust tey góð, og tá tey giftust, settu tey búgv úti á Bø. Hesa [...] frammanundan, og tað kom teimum ikki til hugs at ákæra hin Hægsta fyri tað, sum var lagt á tey. Tuberklarnir Sum tað sæst á niðanfyri standandi, so vóru tað fleiri av teimum, sum her eru umrødd, ið plágaðust [...] skifti, tá hon var smágenta. Hon giftist út á Toftir 5. oktobur í 1913, og lagnan var hvørki henni ella hennara blíð. Sigga og maðurin, Hanus heima í Túni á Toftum, fingu fimm børn. Hann var fiskimaður
hoyri. Eg fór í skúla 1981, tá eg fór í 1. flokk. Í 2000 tók eg prógv á Føroya Læraraskúla og í 2001 byrjaði at arbeiða í skúlanum á Giljanesi, og her havi eg starvast síðani - fyrst sum lærari, síðani [...] málbólkin av børnum ella næmingum. Tey átøk, sum higartil eru sett í verk muna alt ov lítið - tørvurin á hjálp er framhaldandi ovurstórur Í hesum partinum verður greitt frá støðuni hjá børnum við serligum [...] útbúgving. Nógv vatn er runnið í ánni síðan tá, og í dag síggja vit ein annan trupulleika og ein annan mun á næmingunum. Her er vitan tann avmarkandi faktorurin. Kanningar vísa, at næmingar, sum hava foreldur
prinsippinum setur grundlógina til viks á nøkrum punktum. Nógv teori hevur verið frammi um, at danskir myndugleikar kunnu ikki seta til viks føroyskar myndugleikar á økjum, har heimastýrið hevur yvirtikið [...] sum hann ikki kann vátta. Tí tá lovar hann ov nógv. Anfinn Hansen vísir á, at fyrrv. forsætisráðharrin, Schluter úttalaði seg á sinni um, at føroyingar skuldu hava undirgrundina og behalda hana. Spurningurin [...] Føroyingar hava tí í veruleikanum ikki fleiri rættindi enn einhvør kommuna í Danmark vísir Anfinn V. Hansen á og leggur aftrat, at hetta er tað, sum forsætisráðharrin ikki vil ganga frá, og tað merkir so aftur
magazinið upp í skaftið á honum. Hetta fekk hárini at reisast um allan kroppin á mær. Eg hugsaði um, hvat fyri eitt ræðuligt vápn hann nú stóð við í hondini, og eg stóð beint undir liðini á honum. Hann greiddi [...] sá gullsmiðurin rættiliga "dýrur" út. Hann kom sjálvur annar á vitjan í einum flottum BMW við navni á nummarspjøldrunum, ringum við diamantum á fingrunum, og urið var prýtt við diamantum. Tað sama var pennurin [...] síðani gjørt avtalu um, at tá ið vit einaferð skuldu á okkara brúðarferð, skuldi leiðin ganga til Thailands og tá skuldu vit giftast enn einaferð, hesu ferð á rættan thailendskan hátt. Tað hevði ómetaliga stóran
eyðsæð, at allar kvinnur skulu eiga á LS og harafturat skulu øll akutt sjúk børn og allir traumesjúklingar tvs. álvarsligt skaddir sjúklingar, beinanvegin flytast á LS. Vegakervið er gott mesta staðni [...] innan fleiri øki. Tað sum er afturvendandi trupulleikar á sjúkrahúsum eru vantandi seingjarpláss og skurðkapasitetur. Tað eru nógv dugnalig starvsfólk á øllum trimum sjúkrahúsum, og bæði fakliga serfrøðin [...] føroyskar serlæknar uttanlands. Á henda hátt kundi ein fingið eitt samlað yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyskir læknar eru og hvussu nógvir serlæknar eru innan hvørji øki og hvørji eru á veg. Hetta hevði eisini
Klakstein tosaðu saman, at hann tá bar upp á mál, at vit áttu at skipa fyri einum festivali í Klaksvík. Tað hendi so ikki tá, men vit skipaðu fyri einari konsert í høllini á Hálsi hetta árið við millum øðrum brøðrunum [...] fór á pallin, tí tá føldu vit, at vit høvdu fingið rættiliga heimsstjørnu við rímiliga góðum dagsformi til Føroya, sigur Steintór Rasmussen. Í 2006 eydnaðist at fáa eitt enn størri navn at spæla á Sum [...] vert. - Tað var ein fantastisk løta, staðfestir Steintór Rasmussen. Westlife á pall So kom árið 2007, tá alt mundi farið á flog. - Tað var tá, at Scorpions settu dagsskránna. Tað byrjaði væl við góðum
At Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, er á fundi hjá Kommunusamskipan Føroya, júst tá ið Sosialurin ringir, er eingin orsøk til ikki at lýsa málið frá tveimum síðum. Søgan um Timburhandilin á Sandi Tað [...] fyri eyga at leiga hølir og lendi til timburhandil á Sandi. Timburhandil á lendi hjá komandi barnaskúlanum 28. juni 2004 samtykkir samt kommunustýri (Páll á Reynatúgvu, Tórur Johannesen, Jóhan Petur í Soylu [...] handilsøki. Barnaskúlin á Sandi er frá 1884, og er hóast ábøtur seinastu árini, als ikki tíðarhóskandi. Allir listar til kommunuval á Sandi seinastu tvey valini, hava havt nýggjan barnaskúla á valætlanini, og
líkt til, at tey eisini hava búð í Fleetwood á vesturstrondini á Englandi, har fyrsta barnið er føtt. Sambandið við familjuna og føroyingar í síni heild helt á. Nógvir føroyingar landaðu tá í Hull, og Helena [...] seinni skipari á teimum fyrstu flakatrolarunum, sum vórðu bygdir í Onglandi, "Fairtry", I, II og III nevndir. Eitt skifti hevði hann egið skip ”Paynther” á navni. Seinni árini var hann lærari á einum fisk [...] Dánjal, sum 26 ára gamal slerdi út í 1931 av Tvey Systkin hjá Absalon á Skála. Jacob Hendrik f. 1879. Giftist fyrst við Sofíu Fuglø á Viðareiði og síðan við Súsannu Olsen. Fekk tilsamans 5 børn. Eitt av