fyrsti av sínum slag í Føroyum. Hann er eitt greitt positivt signal um, at vit vilja og ynskja ítrótt í Føroyum. Jú fleiri skeiðir vit megna at hava í Føroyum, størri verða ringarnir í føroyska ítróttarlívinum [...] fjórða pláss í altjóða trídysta kappingini í Lissabon. Harumframt hevur hann eisini luttikið í HM í kendu Iron Man kappingini í Las Vegas. Nú stendur tó ein heilt onnur avbjóðing Guðmundi Joensen í boði, har [...] Føroya í eini dokumentar um hann fyri nøkrum árum síðani nevndi tann føroyski jarnmannin, kann millum annað vísa á eina silvurmedalju frá oyggjaleikunum í Bermuda, gullmedalju frá trídysta kapping í Íslandi
gongdini í felagnum, svaraði hann, at hann verður fyrst noyddur at seta seg inn í tingini. Men samstundis kundi hann staðfesta, at hann ikki heldur gongdina í felagnum, og avkastið til partaeigarnar í felagnum [...] seinnapartin í gjár, at tað heilt konkret lá eitt tilboð á borðinum. Peter S. Holm var eisini skjótur og tók av, tí longu klokkan 15.30 kundi nevndin í Smyril Line kunngerða, at hann varð settur í starv. Tá [...] hann tískil ikki ivaðist í at taka av tilboðnum um at gerast stjóri í Smyril Line. Fjórði stjórin í trý ár Fyrstu 23 árini hevði Smyril Line bert ein einaráðandi stjóri. Tað var nevniliga stigtakarin til
ferðing til og úr Føroyum. Felagið hevur støð í Vágum. Flogførini standa her, og tí vita fólk, at tey sleppa avstað so at siga altíð. Hann er ivaleysur í, at var tað soleiðis, at støðin var aðrastaðni, og [...] sum búðu í Føroyum, enn tað gera í dag, sigur Magni Arge. Tað hevði gjørt grundarlagi breiðari. Men virksemið og fólkatalið í landinum er tengt at samferðslumøguleikunum, vit hava, vísir stjórin í Atlantsflogi [...] Men eg veit ikki í dag at siga, nær tað verður. ?Tað verður alla tíðina hugt íkring, men tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um keyp í løtuni. Tað er ikki, tí, sigur hann. Marknaðurin er í løtuni tað, danir
ov nær. Móðurmál, ja, og føroyskur móðurmálsdagur. Eitt sindur ørkymlandi, tí móðir mín er donsk og tey 14 árini, eg gekk í skúla, gekk eg í skúla í Íslandi í tey tíggju, hini fýra í Svartaskúla í Havn [...] grundgevingin í heiðurslønini er. Tað byrjaði av álvara við Náttarravnum í 1993. Tað var ein semisadistisk fragd at siga klokkan fýra minuttir yvir midnátt leygarkvøld, at í gjár var leygardagur, í dag er sunnudagur [...] máldagin, at ætlanin var at heiðra góðum máli í tíðindaflutningi. Eg havi verið tíðindamaður í 35 og hálvt ár, men tað hevur eingin givið sær far um enn. Eg havi skrivað klummur í okkurt um helvtina av
bilframsýning var í Havn í 1927 Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, ið høvdu umboð fyri Ford, hava fyrstu bil-fram-sýn-ing í 1927 – framvístur verður ein Ford 1 1/2 tons lastbilur –hetta er í nýggju hølu-num [...] 11 bilar í Havn Bilarnir verða nú fleiri – Dimmalætting skrivar í september í 1928: »Nye biler. Med ss 'Island' kom en ny Chevrolet Sedan Personbil for 5 Passagerer til Havnar Bilfelag. I en nær fremtid [...] Grein úr Sosialinum 9. mai 2025: Tað var Svenning Johannesen í Havn sum keypti bilin sum nýggjan. Svenning var ein at teimum kendu Hvannasundsbrøðrunum, sum vóru tiltiknir fyri at fiska væl. Hetta er ein
rtøkuna fyri hvønn borgara í Danmark og í Føroyum. Myndin var við í eini frágreiðing frá búskaparráðnum í 2004. Tá sóu vit tølini fram til 2002, og hon varð viðgjørd í grein míni frá 8. desember 2002 [...] Danmark sum støði í okkara metingum. Hetta er skynsamt á minst tvinnanda hátt. Í fyrra lagi eru vit partur av danska ríkinum, hagar tað er ómakaleyst at flyta, um støðan í Føroyum gerst í so trong. Ein [...] nøktandi íkast til høldar í menningini av tilverugrundarlagi okkara. Havandi í huga, at tilverugrundarlagið í einum landi er eyðkent við einum samspæli við umheimin, kunnu vit í einum samlaðum føroyskum
samstarva Kina og Russland eisini hernaðarliga í Arktis. Í august 2023 vandu russisk og kinesisk sjóverjuskip saman í Beringsundinum nærhendis Alaska. Í juli í ár máttu loftverjurnar hjá USA og Kanada [...] tvær stórar spreingingar yvir okkara býi í gjár. Veggirnir ristu, og alarmarnir í bilunum í túninum fóru í gongd, skrivaði hon. ##med2## Donsk tvístøða Í Oslo bórust tíðindini eini ráðstevnu við fleiri [...] frá einum kavbáti í føroyskum sjógvi. Mike Sfraga, sum stendur á odda fyri máttmiklu arktisku granskingarnevndini í USA, greiddi í einum steðgi í Oslo frá, hvussu kríggið í Ukraina hevur skerpt
føroyskari jørð. – Sálin í hesum var Árni Olsen, sum var ein fantastisk persónsmenska og framúr góður menniskjakennari og góður við okkum starvsfólk, eru tær fullsamdar um. Hann var í byrjanini einsamallur [...] høvdu nevniliga millum lítla og onga fatan av, hvat endamálið var við eini psykiatriskari deild í Føroyum. Tey hildu, at hetta var eitt arbeiðið sum lá ímillum eitt fongsul við rimum fyri vindeyguni [...] panikkur av og á hómaðist í monnum. Tað var ikki frítt, at starvfólkini av og á hoyrdu teir físa eftir hvørjum øðrum, tí okkurt ikki gekk eftir ætlan ella var ov seint liðugt. Í aðrar mátar komu handve
er góð, hon byrjaði á olympiaduni í Istanbul, sum var fyrsta talvolympiadan tá ið eingin dystur var taptur 4-0. Ratingin Flestu føroysku telvarnir eru farnir nakað fram í rating. John Arni Nilssen og John [...] Libanon var mótstøðuliðið í næsta seinasta umfarinum var tikið sum gott tekin millum føroysku telvarnir. Besta úrslitið tá ið talan er um stig kom júst eftir at Føroyar telvaðu móti Libanon í 13. umfari [...] umfari, tað var í Moskva í 1994. Men libanesar eru nógv framfarnir síðani 3,5 ósigurin móti Føroyum fyri 8 árum síðani og hava nú ein sterkan altjóða meistara á fyrsta borði. John Arni Nilssen hevði helst
framsýningum á stovnum og í listafeløgum í Danmark. Men í 2001 var tíðin komin til at fullføra dreymin um at lata upp egnan verkstað í Føroyum. Og hetta eydnaðist henni at fremja í november mánaði 2002, tá [...] tey kalla. Men eingin skal vera í iva um, at inni í bygninginum trívast eini tilkomin hjún væl í arbeiðinum við dreymum sínum: At hava glarlist sum vinnuveg í Føroyum. Framsýningarhølið er besta prógvið [...] verkstað og framsýningarhøli í hesum trimum containarunum Uppi á Grind á Eiði. Onkur helt kanska tá, at her var talan um eitt váðaverk, tá farast skuldi eina so nýggja vinnu í Føroyum. Eingin hevði jú roynt