Signar P. Heinesen
Høvuðsorsøkin er, at hesi lond hava eitt javnt gott grundstøði, har samskiftisformar eru væl skipaðir, eins og vanligi borgarin er væl fyri – hevur eitt høgt vitanarstøði og evnar at seta hesa vitan inn í ein politiskan samanhang. Veljarin dømir politikaran heilt ítøkiliga. Vanliga eru búskapartøl landsins ein týðandi partur av grundarlagnum undir tí dómi, sum veljarin fellir. Ein annar máti at siga hetta, er, at vanligi politikarin brúkar búskaparlig tøl til tess at vísa sínar dygdir. Hann vísir á almennar íløgur og tænastur til borgaran og á búskaparligu gongdina í landinum. Búskaparliga gongdin verður vanliga lýst við framleiðslu (bruttutjóðarúrtøku), fíggjarliga standinum í statskassanum, handilsjavnanum við útlandið, eitt slag av ábending um kappingarførið ella býtislutfallið í mun til onnur lond og arbeiðsloysið. Eitt slíkt samskifti krevur sjálvsagt, at bæði politikari og borgari tosa sama mál og hava eina rímiliga felags fatan av teim somu útsøgnunum.
Hesi seinnu árini er hetta slagið av samskifti millum borgara og politikara vorðið væl meira fjølbroytt í norðurlondum og aðrastaðni. Vit hava hetta síðsta árið hoyrt nógv um Pisa-kanning. Tað er ein roynd at gera eitt mát fyri, hvussu væl børnini læra. Hvat hoyrdu vit um slíkt fyri 10 árum síðani? Tá hevði vanligi borgarin eina meting um læruumhvørvið á heimavølli, men at kalla onga hóming av, hvussu til stóð samanborið við onnur lond, annað enn at vit kundu meta um, hvussu gekst hjá ungdóminum, tá ið tey fóru undir framhaldandi lestur í øðrum londum.
Strategiskt og ikki strategiskt
Strategi er eitt hernaðarligt hugtak. Í Gyldendals leksikon (3 bind frá 2002) verður orðið lýst soleiðis: “overordnet militær planlægning, der kan dreje sig om landets samlede militære, politiske og materielle resurser.” Hetta hugtak verður nú eisini vanliga brúkt í sambandi við privat virkir. Tey leggja eina strategi og halda eina strategi. Hugtakið verður eisini brúkt meira tekniskt, t.d. hvør strategi verður vald í ljóskurvum á vegnum (har tað t.d. er møguligt at lata bilar, sum koyra við eitt nú hægst loyvdu ferð, sleppa ígjøgnum eina “grøna bylgju”). Nú er alt meira vanligt, at landsins stjórn eisini brúkar hetta heitið, men týdningurin er eitt sindur opin enn.
Í virkissamanhangi verður heitið strategi brúkt í sambandi við tað, sum fær virkið at vera einastandandi, unikt, nakað, vit leggja til merkis og skilir seg frá øðrum virkjum. Í praksis er hetta tó eisini rættiliga trupult at seta á formil á sama hátt sum búskaparlig tøl. Erik Johnsen, fyrrverandi professari í leiðslu, hevur eina skilmarkan, sum eg haldi kann vera eitt nýtiligt amboð í nógvum førum. Tað sigur stutt og greitt, at ein og hvør, sum hevur nakað at lata inn í eina skipan, hevur eitt sett av krøvum í sambandi við hvussu hetta verður brúkt. Sagt formliga: ”En interessent Ii disponerer over en ressourcemængde Ri= {ri,1,...,ri,n} og har et sæt ønsker og forventninger i relation til anvendelsen heraf i form af et sæt målsætninger Mi= {mi,1,...,mi,p}.”. Er ein ikki vanur við hendan málburð við Ri, Mi o.t., er tað ikki nakar stórur missur, tí hetta sigur bert, at tann einstaki í flestu førum hevur fleiri ymisk íkast at lata inn í eina skipan, eins og viðkomandi hevur fleiri mál ella ynski í sambandi við sítt íkast. Eg keypi eina vøru og lati gjald fyri hesa vøru, men har er so mangt annað afturvið, eitt nú kann eg ynskja at stuðla einum felagsskapi og ikki stuðla onkrum øðrum av onkrari orsøk. Tá ið vit samskifta strategiskt eftir hesum tankasetti, hava vit viðurkent, at málini hjá tí einstaka persóninum ella virkinum eru fjøltáttað eins og íkastini. At minka mest møguligt um kostnaðin er at kalla altíð eitt mál, eins og tað altíð er eitt mál fyri eitt vinnuligt virki, at tað skal geva avkast. Hetta eru so sjálvsøgd mál, at vit neyvan nevna tey í strategiskum høpi, fyrr enn vit heilt ítøkiliga leggja eina ætlan til rættis. Tá koma tey hinvegin inn sum ein fortreyt undir øðrum málum.
Sami professari skilmarkar so strategiska leiðslu samsvarandi: “Strategisk ledelse består i at generere summen af de egenskaber, som er nødvendige og tilstrækkelige til aktivt at udvikle eksistensgrundlaget for en strategisk enhed.”
Sagt eitt sindur øðrvísi á føroyskum, kunnu vit siga, at strategisk leiðsla er at fáa neyðug og nøktandi íkast til høldar í menningini av tilverugrundarlagi okkara. Havandi í huga, at tilverugrundarlagið í einum landi er eyðkent við einum samspæli við umheimin, kunnu vit í einum samlaðum føroyskum høpi eisini brúka orðingina “í takt við umheimin”.
Eftir hesi fatan kunnu vit skyna millum tað, sum er strategiskt, og tað, sum ikki er strategiskt, soleiðis, at tað strategiska er í fyrsta lagi fjøltáttað, og í øðrum lagi hevur tað týdning fyri okkara tilverugrundarlag. At eitt virki ætlar sær yvirskot er í sjálvum sær ikki strategiskt, eins og tað ikki hevur nakað við strategi at gera, at keypa eitt skip ella byggja ein tunnil. Slíkt eru eintáttaði mál, sum annaðhvørt eru liður í eini samlaðari ætlan – eini strategi – ella eru einstakar verkætlanir við lítlum íkasti til nakað tilverugrundarlag hjá tí, sum gjaldar. Onnur fáa sjálvsagt nøkur av sínum málum uppfylt, so sum løn, “prestigu” o.a.
Strategiska støða Føroya
Kendasta strategiska átakið í føroyskari søgu er helst jólafundurin um ársskiftið 1888-89, tað vit í dag nevna “jólafundin í 1888”. Hóast hesir menn neyvan høvdu hoyrt orðið “strategi”, vistu teir væl, hvat innihaldið í eini slíkari var. Hetta sæst ikki minst av teim orðingum, sum royndar vóru, áðrenn tann endaliga orðingin varð til:
1. At fáa Føroya mál til æru
2. At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir
Mín fatan av vanliga føroyinginum, samanborið við aðrar tjóðir, er, at tann einstaki er strategiskt tilvitaður. Tað er ein av orsøkunum til, at eg ditti mær at skriva hesar reglur í hesum formi út í almenna rúmið. Tann einstaki føroyingurin kennir á sær, nær eitt mát bert er eintáttað búskaparligt, og nær tað er fjøltáttað og strategiskt. Men tey fægstu megna at seta orð á tað. Eitt nú munnu fægstu føroyingar kenna seg heilt tryggar við gongdina í hesum døgum, har búskapurin er vorðin ein “nýtslubúskapur”. Tey flestu munnu hugsa sítt, tá ið ráðgevar landsins vísa á, at nýtsla er eins góður búskaparvøkstur og eitt nú virksemið í fiskivinnuni. Men tey tiga. Vóna helst, at hesi lærdu vita, hvat tey siga. Tað gera tey sjálvsagt eisini. Spurningurin er bert, um tey eru heilt tilvitað um, júst hvat tey siga, og hvussu langt vanligi føroyingurin tulkar teirra útsagnir. Mín varhugi er, at tann lærdi embætismaðurin talar um kend búskapartøl uttan at viðgera strategisku støðuna, meðan vanligi føroyingurin tekur við boðskapinum strategiskt. Tey tosa hvør sítt mál.
Á myndini omanfyri síggja vit lutfallið millum bruttutjóðarúrtøkuna fyri hvønn borgara í Danmark og í Føroyum. Myndin var við í eini frágreiðing frá búskaparráðnum í 2004. Tá sóu vit tølini fram til 2002, og hon varð viðgjørd í grein míni frá 8. desember 2002 við heitinum “Sveiggj ella rák”.
Hugsa vit strategiskt, kunnu vit brúka Danmark sum støði í okkara metingum. Hetta er skynsamt á minst tvinnanda hátt. Í fyrra lagi eru vit partur av danska ríkinum, hagar tað er ómakaleyst at flyta, um støðan í Føroyum gerst í so trong. Ein veruleiki, vit kenna frá øllum teimum mongu, sum eru eitt sindur “øðrvísi”, men eisini frá trongum búskaparligum tíðum sum t.d. fimmtiárunum og í nýtiárunum. Tey næstu árini verða tað helst avbjóðingarnar og liviumstøðurnar í Danmark, sum koma at hála til sín, heldur enn at umstøðurnar í Føroyum fara at skúgva fólkið frá sær. Úrslitið fyri Føroyar er tað sama.
Í øðrum lagi eru Føroyar ikki einans “partur” av danska ríkinum í “neutralan” forstand. Síggja vit støðuna frá einum donskum forsætisráðharra – uttan mun til persónin sjálvan – eru Føroyar eitt hjáland í danska ríkinum. Vit liva í ríka, demokratiska partinum av heiminum, og “hjáland” hevur eitt verri orð á sær, enn tað, sum veruliga liggur í hugtakinum í okkara støðu. Men sæð frá einum donskum forsætisráði er tað ikki gott, um framleiðslan í Føroyum liggur omanfyri donsku framleiðsluna. Tað er so lítið gott, at ein danskur forsætisráðharri, sum er at sær komin, ger eitthvørt við støðuna, soleiðis at framleiðslan við tíðini fer niðurum aftur danska støðið. Vit kunnu sjálvsagt hava okkara metingar um orsøkirnar til kreppuna fyrst í nítiárunum, men tað er søga, sum enn ikki er skrivað av uttanveltaðum søgufrøðingum. Uttan mun til, hvør orsøkin var til kreppuna fyrst í nýtiárunum, kann ein føroyskur løgmaður heldur ikki liva fyriuttan hesa myndina, tí hann má rokna við mótstøðu frá danska forsætisráðnum, tá ið føroyska framleiðslan fer uppum ta donsku. At ein slík mótstøða verður íklædd einum siðiligum framferðarhátti, verdugur nútímans demokratisku spælireglum, eigur ikki at ørkymla okkum.
Eg rokni tað sum ynskiteinking, tá ið onkur setir fram uppskot um, at vit kunnu sammeta okkum við veikari tjóðir, heldur enn við Danmark. Okkara ungdómur og okkara initiativtakarar verða freistað av Danmark, Noregi og øðrum ríkum londum og ikki Hetlandi, Portugal ella øðrum væl veikari londum.
Mín frægasta tulking av myndini er, at framgongdin seinnu helvt av nýtiárunum var ein beinleiðis fylgja av teim eftirliggjandi virðunum frá áttatiárunum, sum vóru undirmett (t.e. “de resterende dele af summen af de genererede egenskaber, der udviklede eksistensgrundlaget for Færøerne” í málbúnanum hjá Johnsen setninginum omanfyri), umframt tí, sum búskaparfrøðingar nevna “hákonjunkturum”, sveiggjum, sum vóru okkum til vildar. Hendan tulking er tann sama, sum eg hevði varhugan av í 2004, tó at vit tá ikki kendu niðurgongdina síðani. Tulkingin kann sjálvsagt broytast um gongdin gerst øðrvísi, enn eg vænti við verandi atferð føroyinga.
Eftir hesi tulking var strategiska støðan í Føroyum í seksti, sjeyti og áttatiárunum heilt góð og fylgir pílinum við nummari 1, meðan strategiska støðan í løtuni er eyðkend við hugtakinum “kyksendi” og er lýst við pílinum 2.
Strategiskt fótafesti hava vit ikki, fyrr enn vit megna at fasthalda búskaparvøkstrinum í løtuni (o.u. 5-10% árliga) grundað á føroyskt initiativ í takt við umheimin, heldur enn grundað á ein nýtslubúskap, sum hevur sítt strategiska støði í teim úrslitum, sum forfedrar bygdu upp, men sum ikki gevur nakað íkast til strategiska støðið hjá teimum, sum koma aftaná okkum. Hetta setir ikki sørt krøv til okkara, tí danski búskapurin er sunnur og bygdur á haldgóða grund tey næstu nógvu árini.