At hava støð í Føroyum ger munin

Avgerandi fyri at kunna veita góða tænastu er, at felagið hevur støð í Føroyum, sigur stjórin á Atlantsflogi. Atlantsflog fyllir 15 ár í dag

Føðingardagsprát

Flogvøllurin:Ein stórur fyrimunur, Atlantsflog hevur fram um onnur feløg, sum flúgva millum Føroyar og útheimin, er, at Atlantsflog hevur støð í Vágum. Tað gevur ferðafólkunum ein tryggleika at vita, at tað er her, miðstøðin er, og tí er eisini at kalla altíð eitt flogfar tøkt her, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sum í dag rundar tey fyrstu 15 árini.
Tann 28. mars 1988 lætti flogfarið hjá Atlantsflogi á fyrsta sinni í regluligari rutuflúgving úr Vágum. Samstundis var eitt heilt nýtt kapittul í føroyskari flogsøgu byrjað. Tí nú áttu føroyingar sítt egna flogfelag.
Hesi árini hevur Atlantsflog ment seg til at vera eitt rættiligt tjóðarflogfelag, sum føroyingar hava álit á og brúka.
Grundin er einføld, heldur stjórin. Høvuðsframleiðslan er ferðing til og úr Føroyum. Felagið hevur støð í Vágum. Flogførini standa her, og tí vita fólk, at tey sleppa avstað so at siga altíð. Hann er ivaleysur í, at var tað soleiðis, at støðin var aðrastaðni, og felagið hevði aðrar leiðir og rutur at røkja, var mynstrið eisini eitt annað.
?Øll okkara ferðsla gongur út úr Føroyum, og tí skulu vit altíð heim aftur við okkara ferðafólkum, áðrenn vit kunnu fara undir næstu uppgávuna. Tí standa vit tilbúnir á nærmasta flogvølli og bíða eftir líkindum at sleppa heim til Føroya so skjótt sumtil ber. Onnur flogfeløg skulu eisini hugsa um aðrar uppgávur, sum teira flogfør skulu røkja, og hav tí ikki altíð stundir at bíða eftir veðrinum, sigur Magni Arge.


Menning
Menningin hevur verið stór, síðan flogfarið fyrstu ferð lætti sær fyri 15 árum síðan, staðfestir Magni Arge. Og at tað fara at henda broytingar eisini komandi 15 árini, tekur hann sum givið. Men tað er torført at spáa um hvørjar tær verða.
?Hvør kundi fyri 15 árum síðani ímynda sær, at eitt føroyskt flogfelag fleyg upp til 30 fráferðir um vikuna úrVágum í 2002?, spyr hann.
Tó væntar hann, at fráferðir og komur munnu fara at vera nakrar væl fleiri, enn tær eru í dag. Serliga til Danmarkar, sum er høvuðsrutan í dag og væntandi eisini verður tað um eini 15 ár.
Men eisini aðrar rutur eru á netinum, og stjórin væntar, at eisini har fer ferðslan at økjast.
?Eg kundi væl hugsað mær, at vit um 15 ár vóru nøkur fleiri fólk, sum búðu í Føroyum, enn tað gera í dag, sigur Magni Arge. Tað hevði gjørt grundarlagi breiðari.
Men virksemið og fólkatalið í landinum er tengt at samferðslumøguleikunum, vit hava, vísir stjórin í Atlantsflogi á. Og tað er stoltasta uppgávan hjá Atlantsflogi sum føroyskum tjóðarflogfelag at halda samferðslumøguleikarnar millum Føroyar og umheimin góðar, sigur Magni Arge.
Oljuvinnuna kemur hann eisini inn á sum ein faktor í komandi menning av flogfelagnum. Tað velst nógv um, hvørji úrslit tær komandi leitingarnar fara at vísa, hvussu Atlantsflog fer at hava tað um 15 ár.
Í dag vendir vinnan nógv móti Bretlandi, serliga Aberdeen. Men verður úrslitið av eini komandi leiting, at til dømis Statoil finnur olju undir Føroyum, er væntandi, at ferðslan meira fer at leita móti Stavanger. So verður Noreg ein góður marknaður.
?Tað hevði verið lættari hjá føroyingum sum heild at arbeitt meira saman við skandinavum, men vit mennast ivaleyst meira, um vit samstarva meira við bretskt talandi heimin, heldur Magni Arge.
Stjórin á Atlantsflog sigur, at hann kundi hugsað sær fleiri fráferðir til Íslands og Bretlands. Til Íslands kundi hann hugsað sær, at flogið var nakað oftari um vikuna, og til London hevði verið hugaligt at kunnað flogið alt árið, heldur hann.

Nýggjar leiðir
Sum ivaleyst flestu aðrir flogfelagsstjórar gongur Magni Arge við einum dreymi um at víðka rutunetið við nýggjum leiðum.
Men tað er sjálvandi treytað av fleiri tingum enn bara hansara egnu ymskjum.
Týskland er altíð góður marknaður hjá einum flutningsfelag, og hugaligt kundi verið at fingið í lag ein rutu millum Vágar og Týskland, ásannar Magni Arge.
Men tað krevur í fyrsta lagi, at einhvør týskur samstarvsfelagið fæst, sum vil selja eina slíka rutu.
Tí Atlantsflog er lítið flogfelag, sum ikki uttan víðari fer at stovna egnar umboðsstovur ymsastaðni kring heimin.
?Vit mugu arbeiða í samstarvi við onnur, vísir Magni Arge á. Vit hava gott samstarv við SAS og Icelandair, sum er, sigur hann. Tað, vit skulu halda okkum til, er at bjóða okkara vøru út til onnur at brúka. Soleiðis at vit eru bíligari enn hini, so eitt nú SAS kann brúka okkara flogfør á sínum rutum.
Royndirnar við at stovna egna rutu millum útlendskar lufthavnir hava líkasum ikki givið hug til at halda fram, sigur Magni Arge og vísir til flúgvingina millum Aberdeen og Danmark.
Hann ásannar, at enn sum fyri 15 árum síðan, er tað Føroyaflúgvingin, sum er og verður tað berandi hjá Atlantsflogi. Og tað dugir felagið eisini til, staðfestir hann avgjørdur.
Hornasteinurin er Føroyar, sigur Magni Arge, stjóri í føroyska tjóðarflogfelagnum.

Flotin
Atlantsflog er eingin risi í altjóða floghøpi. Heldur er tað øvugt sammett við onnur feløg. Tvey eru flogførini, og tvær tyrlur.
Tað er eyðsæð, at einaferð skulu nýggj flogfør keypast, sigur Magni Arge, Men eg veit ikki í dag at siga, nær tað verður.
?Tað verður alla tíðina hugt íkring, men tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um keyp í løtuni. Tað er ikki, tí, sigur hann. Marknaðurin er í løtuni tað, danir nevna »købers marked«. Tað vil siga, at nógv bílig flogfør eru á marknaðnum. Men so er aftur fyri eisini trupult at sleppa av við tey, vit hava.
Flogførini, Atlantsflog í dag hevur, eru sera væl egnað til flogvøllin í Vágum. Tað er eisini eitt, vit eiga at hugsa um, vísir Magni Arge á. Longdin á vøllinum er sera avgerandi fyri, hvat slag av flogfari kann lenda.
Um tyrluflúgvingina metir hann, at hon fer at mennast í framtíðini. Og hann væntar, at oljuvinnan fer at gera munin.
?Men vit eiga ikki at gloyma tað, tyrluflúgvingin í dag er. Nevniliga rutuflúgvingin til útoyggjar og smápláss, eins og bjargingartænastan, sigur hann.
Magni Arge ásannar og harmast um, at tað er líkt til, flúgvingin til smáplássini fer at minka, sum frálíður.
?At vit fara at gevast at flúgva til Gásadals, er nú positivt kortini, sæð í tí ljósi, at nú verður fast samband niðan hagar. Men verri er við útoyggjunum, fryktar hann fyri. Har sær einki út, soleiðis sum gongdin er í dag, og tað er ikki bara spell, men ein vanlukka, um oyggjarnar verða avtoftaðar.

Positiv søga
Søgan um Atlantsflog er ein positiv søga um áræði, sum hevur borið frukt, sigur Magni Arge.
Byrjað varð fyri 15 árum síðan í kapping við etablerað felag á flogrutuni millum Føroyar og Danmark. Nýggja felagið hevði als ongar royndir yvirhøvur.
Eitt flogfar varð keypt. Og nøkur fá fólk, sum høvdu royndir av flúgving aðrastaðni frá, átóku sær uppgávuna at byggja eitt heilt nýtt felag upp frá botni av. Og tað hevur so borið bara væl til higartil.
Fyrstu árini var tungt, men so fór at hella rætta vegin, og í dag er undanbrekka, tá tosað verður um roknskapin. Yvirskot hevur verið í nøkur ár, og roknskapurin fyri í fjør, sum verður lagdur frma á aðalfundinum í dag, vísir eitt yvirskot upp á 12 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað er 20 prosent betri enn fjør.
Atlantsflog kláraði at yvirliva ringast kreppu, føroyingar hava upplivað. Og sum gongdin er í dag, sær bara væl út.
?Men eyðsæð er, at einaferð fer at stagnera. Framgongdin fer at steðga, er framtíðarmetingin hjá stjóranum á Atlantsflogi.
Hann vísir á, at flogferðslan úti í heimi hevur í nógv størri mun enn her hjá okkum merkt avleiðingar av eitt nú 11. september 2001 og nú eisini Irak krígnum.
?Fyrr ella seinni fara avleiðingarnar eisini at náa okkum, og so er bara at vóna, at tað ikki verður til afturgongd, sigur Magni Arge, stjóri á føroyska flogfelagnum Atlantsflogi, sum í dag fyllir 15 ár.