elstur av fýra brøðrum og stóð til at festa garðin, har hann saman við pápa sínum hevur brúkt nógv tíð – fyrst sum unglingi og síðan sum vaksin. - Eg fór á HF í Hoydølum, har eg varð liðugur í 1978. Síðan [...] sparikassanum og seinni sum grannskoðari. Poul vísir á, at pápin bygdi fjósið í 1980/1981, og tá varð alt tann beri hagi her úti. - Her var eingin veltur bøur av týdningi, og tað var eitt stórt tak hjá pápa at [...] byggja sær núverandi Müllersgarð, var brúgvin um Sandá bara ein gongubrúgv, og hetta var í sínari tíð farleiðin millum Kirkjubø og Havnina. - Pápi mátti tískil trýsta undir, soleiðis at her kom ein nýggj
so var hann noyddur at gita. Drukk Ákærin góðtók hetta og spurdi tí um lívið hjá manninum annars. Tann skuldsetti segði, at hann hevði drukkið illa. Í seinastu viku var hann byrjaður at drekka longu hóskvøld [...] hevði sent fyrrverandi konu síni eitt sms. - Eg bað um hjálp fyri at fáa skil á tilveruna aftur, segði tann skuldsetti. Hon svaraði ikki. Slapp til rýmingar Hon hevur greitt politinum frá, at løtu eftir at [...] at henda kanning verður gjørd í Føroyum. - Í Føroyum tekur ein slík kanning at kalla ólógliga langa tíð at gera, og so skal hann sita í arrestini og gána í eitt ár. Akærin, verjin og dómarin komu ásamt um
bendir á, at tann veruliga ætlanin hjá Landsstýrinum er nettupp at arbeiðssteðgurin skal blíva langur. ? Støðan virkar eitt sindur fastlæst í løtuni, og tað er nógv, sum bendir á, at tann veruliga ætlanin [...] ? Tá ið vit samráddust um tann seinasta sáttmálan í 1997, var tað rættiliga umráðandi hjá okkum at fáa í sáttmálan, at vit skuldu byrja samráðingarnar í ár í so góðari tíð, at vit skuldu hava stundir [...] fyri arbeiðssteðgurin verður drúgvur. ? Men tað er nógv, sum bendir á, at tað er júst tað, sum er tann veruliga ætlanin hjá Landsstýrinum. Í gjáramorgunin var formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur
hon gekk til undirvísing í sangi. Hon sang eisini somuleiðis heima við hús, og gjørdi sær tann eina dagin enntá tann ómak, at taka ein av fyrstu sangum sínum uppá band. Nakað herfyri kom hon av tilvild fram [...] . Tað var ikki serliga nógv tíð at gleðast um tey góðu tíðindini frá stigtakarunum: Longu eina viku seinni hittust tær fimm genturnar á fyrsta sinni. Her var ikki nógv tíð at geva út, tí bert tveir mánaðir [...] leyp næstan upp undir loft, tá eg fekk boðini. Respons Vígdis hevur nógvar eginleikar. Ein teirra er tann góða røddin, sum stigtakararnir til bólkin uttan iva eisini hava lagt merki til. - Ja, røddin, hon
skipaði fyri fyri tveimum árum síðan, kom fram, at lítil dokumentatión er um, hvør skúlaaldur er tann rætti. Kortini er serkunnleikin mestsum allur samdur um, at tað skilabesta fyri tey 6 ára gomlu er [...] vit hava heldur onga ambitión um at gera tað. Tað ber snøgt sagt ikki til, tí so skulu vit um somu tíð gera samanberingar við sama tal av børnum, sum ikki fara í skúla 6 ára gomul, segði Peder Haug, professari [...] undir einum felags leisti. Men fyrsta avgerðin er tó, um skúlaaldurin skal lækkast ella ikki. Tað var tann spurningin arbeiðsbólkurin skuldi koma við einum boði uppá, sigur Herálvur Jacobsen.
og stilli tann næsta dagin og so aftur vindur tann triðja dagin, so skal avlopið av vindorkuni tann fyrsta dagin kunna goymast til tann næsta dagin, og fyllast kann so aftur í goymslurnar tann triðja dagin [...] Hann sigur víðari, at seinasti spurningurin snýr seg um vindmyllulundina í Neshaga. Í langa tíð hevur tann eina myllan verið til umvælingar, og hinar hava riggað illa. – Í summar varð umvælda myllan sett
Sjálvandi er tað ongan tíð stuttligt at vera á beinkinum, men júst tá vóru kanska aðrir spælarar, sum vóru framman fyri meg, so eitt ella annað stað klári at góðtaka tað fyri tann dystin. Men sjálvandi
ari í Ironman. Kappingin fer fram í Las Vegas og byrjar klokkan 15.00 føroyska tíð, sum er klokkan 08.00 lokala tíð. Tann 30 ára gamli havnarmaðurin, sum fyrst og fremst er kendur innan føroyska svimjing
tað merkir ikki, at vit skulu seta okkum afturá, og lata sum um, at vit ikki kunnu blíva betri alla tíð. Tað er hugburðurin hjá 29 ára gomlu Mariann Klein Ivansdóttir, sum í dag eigur og rekur Royal Hárfríðkan [...] , at hon mangan upplivir kritiskar røddir, men at henni dámar væl at fáa konstruktivan kritikk. - Tann einasti kritikkurin, sum eg ikki tími at hoyra, er, tá ið fólk seta spurnartekin við mínar ætlanir [...] klæðunum og tí persóni, sum tú er. Tað er týdningarmikið fyri at trívast, og at tú lýsir upp, sum tann tú er. Eisini er neyðugt at hugsa um at samskifta væl við hárfríðkanarkvinnuna, tí annars kann tað
Nordik. Bank Nordik er tann størsti bankin í Føroyum og landi eigur ein triðing - Vit eiga øll hendan triðingin. Um hetta verður selt, so skapar tað eitt upphópað virði í eina tíð. Kanska vit kunnu keypa [...] keypa eitt nýtt skip til SSL fyri tað, men yvir tíð hvørvur hetta virði á sama hátt sum teir tveir triðingarnir, sum longu eru seldir burtur úr ognini. Bank Nordik hevur verið uttanfyri landoddarnar, - danskar