Tað kann væl vera, at vit einans eru umleið 48.000 fólk í Føroyum. Men tað merkir ikki, at vit skulu seta okkum afturá, og lata sum um, at vit ikki kunnu blíva betri alla tíð.
Tað er hugburðurin hjá 29 ára gomlu Mariann Klein Ivansdóttir, sum í dag eigur og rekur Royal Hárfríðkan í Havn.
Einans 22 ára gomul byrjaði Mariann sína egnu hárfríðkanarstovu, tí aðrastaðni var eingin avbjóðing at finna. Sum útlærd hárfríðkanarkvinna fann Mariann skjótt útav, at skuldi hon fáa avbjóðingar í gerandisdegnum, so noyddist hon at byrja sína egnu fyritøku.
- Tað hendi einki á hárfríðkanarmarknaðinum í Føroyum, tá ið eg varð útlærd. Eg kláraði ikki tankan um, at einans lita botnar og klippa endar, tí eg vildi hava, at tað skuldi henda meira, og at eg alla tíðina kundi gerast betri til mítt starv, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Hesin hugburður hevur eftir øllum at døma vunnið Mariann nógvar kundar, tí í skrivandi stund er hon fult upptikin í fleiri vikur fram, og soleiðis er alt árið á Royal Hárfríðkan.
Vit eru líka dugnalig sum hini
Tað kann helst tykjast í so djarvt at byrja sína egnu fyritøku einans 22 ára gomul, men við hjálp frá sjeikinum Rúna og við einum stórum dreymi, kundi fyritøkan hjá Mariann setast á stovn.
- Eg hugsaði ikki um, at eg kanska var ov ung. Men í dag dugi eg væl at síggja, at eg kanska var í so ung, tá ið eg byrjaði, greiður Mariann flennandi frá.
Mariann ivaðist ikki í hennara avgerð, tí eftir hennara tykki var hármótin í Føroyum alt ov lítið áhugaverdur.
- Eg haldi, at vit føroyingar eisini kunnu fylgja mótanum og vera nýskapandi eins og fólk aðrastaðni, og tað er júst hetta, sum altíð hevur verið mítt mál, greiður Mariann frá.
Hon hevur sett sær fyri, at hennara hárfríðkanarstova skal ganga á odda, tá ið umræður móta, og tí hevur hon eisini fingið fleiri stórar samstarvsfelagar úti í heimi, sum til dømis Balmain, sum framleiðir hár, sum verður kallað “ekstensions”, og GHD, sum framleiðir jørn av ymsum slag.
Mariann staðfestir, at hennara dreymur ikki einans er at hava bestu hárfríðkanastovuna í Føroyum, men tí bestu í heiminum.
- Eg vil altíð uppnáa okkurt, sum er størri. Eg vil hava, at mín hárfríðkanarstova gerst betri og betri, og eg vil fylgja mótanum, og vera nýskapandi hvønn dag, staðfestir Mariann.
Hon sigur, at hon ikki einans vil arbeiða í Føroyum, men at hon vil prógva, at tað ber til at verða føroyingur, og gera spennandi ting aðrastaðni í heiminum.
- Hví skulu vit føroyingar ikki duga líka væl sum ein, sum býr í Paris ella Milano, spyr Mariann.
Mariann hevur eisini roynt seg uttanfyri landoddarnar. Hon hevur gjørt hárið hjá Tailendsku prinsessunum í Paris Fashion Week, og haraftrat hevur hon gjørt hár fyri kendar sniðgevar í Danmark, tá ið Copenhagen Fashion Week hevur verið á skránni.
- Eg havi skapt mær eitt gott netverk uttanfyri Føroyar, og tað kemur mær mangan til góðar, staðfestir Mariann.
Jantelógin fylgir við
Tað er ikki bara bara at hava so stórar dreymar, og tað er ikki altíð, at fólk taka væl ímóti ætlanunum hjá Mariann. Hon staðfestir, at hon mangan upplivir kritiskar røddir, men at henni dámar væl at fáa konstruktivan kritikk.
- Tann einasti kritikkurin, sum eg ikki tími at hoyra, er, tá ið fólk seta spurnartekin við mínar ætlanir, og tá ið fólk halda meg vera ov ambitiøsa. Slíkur negativur kritikkur hjálpir mær ikki víðari, og tí lurti eg ikki eftir tí. Men konstruktivur kritikkur er altíð vælkomin, staðfestir Mariann.
Eingin ivi er um, at í Royal Hárfríðkan er nógv at gera. Har er eingin munur á nær á árinum talan er um, tí Royal Hárfríðkan hevur fult av kundum hvønn dag.
**
Vit hava sett Mariann Kleiv Ivansdóttir nakrir spurningar um hármóta:
Hvønn týdning hevur hárið fyri útsjóndina?
- Tað hevur í veruleikanum næstan alt at siga. Eg haldi, at hárið er krúnan á vakurleikanum.
Hvat skal man hugsa um, tá ið man ger hárið?
- Tú skalt heilt vist vera tilvitað um hvønn stíl, tú hevur. Tú skal finna tín stíl, soleiðis at hárið kann hanga saman við klæðunum og tí persóni, sum tú er. Tað er týdningarmikið fyri at trívast, og at tú lýsir upp, sum tann tú er. Eisini er neyðugt at hugsa um at samskifta væl við hárfríðkanarkvinnuna, tí annars kann tað henda, at man ikki fær tað man vil hava.
Nær skulu gentur byrja at hugsa um litin og klipping?
- Ungar gentur skulu altíð klippa sær. Tað er neyðugt at klippa endar soleiðis, at hárið ikki verður fløkjut. Men at lita sær er ikki so týdningarmikil, tí tað er tengt at hvørjum tú trívist við.
Kann ein kvinna vera kvinnulig uttan at gera sær hárið?
- Tú kanst samanlíkna hetta við eina mynd. Um tú hevur eina vakra mynd, og ramman er ljót, so tekur hon eisini tað vakra frá myndini. Tað er tað saman við hárinum. Hevur tú ljótt hár, so tekur tað nógv av tínum vakurleika burtur.
Kunnu menn eisini lita sær?
- Ja, heilt vist. Men tað eru mørk fyri, hvørjar litir menn kunnu nýta. Tað skal vera hóskandi til húðarlitin, og skal ikki vera ov ógvusligt. Men aftur her er neyðug at hugsa um, hvør man er, og hvat man vil avspegla við hárinum.
Kunnu øll klæða allar litir?
- Nei, slett ikki. Tað er ógvuliga ymiskt hvørjar litir fólk kunnu nýta. Har haldi eg, at nógv fólk fara skeiv, tá ið tey skulu velja sær ein lit. Men tað ber ikki til at geva eitt yvirskipað svar uppá, hvør klæðir hvat, tí tað er ein ógvuliga stórur spurningur. Men tað er eisini ein spurningur, sum ein og hvør kann spyrja sína hárfríðkanarkvinnu um. Summi klæða heitar litir, meðan onnur skulu hava so kaldar litir sum gjørligt. Her er tað í stóran mun húðarliturin og eygnaliturin, sum spæla inn.
Kunnu øll nýta ekstensions?
- Ikki øll. Um tú missur nógv hár, so kanst tú ikki nýta ekstensions. Men tað eru so nógvir ymiskir hættir at seta ekstensions fast við í dag, so næstan alt ber til.
Hvør hárfrisura er inn í summar?
- Alt er loyvt aftur í ár, men serstakliga livandi, natúrligt og rokaligt hár er nógv at síggja, meðan tað púra slættað hárið ikki er nógv frammi. Haraftrat verða sterkir litir nógv at síggja. Eitt nú at koyra liting í endarnar, sum kann vaskast úr aftur. Tað nevnist Color Bug og er at kalla smyrsl fyri hárið. Hetta ger, at tú hvønn dag kann spæla tær við ymsum litum, og soleiðis uppfríska hárið alla tíðina.
Hvat mást tú gera við hárið hvønn dag?
- Greiða tað, og koyra turrshampoo í. Mær dámar eisini so væl rokaligt hár, so tá má eg hava vøruna hjá Kevin Murphy, Hair og Resort í, tí tað ger hárið rokaligt og stórt.
Hevur tú nøkur góð ráð til kvinnur, sum ikki duga at seta hárið?
- Hárvørur! Tey flestu hugsa um, hví hárið altíð er vakrast eftir at hava verið hjá hárfríðkan, og tað er eitt sera einfalt svar uppá tað – nevniliga hárvørur. Tað ber illa til at fáa hárið at sita vakurt uttan ymsar vørur, og tí skal ein avgjørt ikki halda seg aftur. Og í summar er tað í veruleikanum rættiliga lætt at fylgja mótanum, tí tað vakra og perfekta hárið er farið í søguna, meðan tað rokaliga og skeiva hárið er nógv at síggja. So tað er bara at royna tær ymsu hárvørurnar, og soleiðis fáa allar møguligar frisurur.
Hvat skal man ikki gera við hárið í summar?
- At hava slitið og turt hár er avgjørt ikki inn. Og so er tað altíð umráðandi at ikki nýta ov nógvan hita til hárið, tí tað oyðileggur tað. Eg plagi at siga, at jørnini ikki skulu vera heitari enn 180 – 190 stig, men hevur tú ógvuliga fínt hár, so er 140 – 150 stig markið.
Hvørjir litir eru inn í summar?
- Ljósareytt er nógv at síggja, eins og reinir litir, saman við pastel strípum eru nógv frammi.
Hvørjir litir skal man halda seg frá i summar?
- Teimum tungu vetrarlitunum. Hugsa lætt og hugsa um summar og sterkir litir, so ert tú á góðari leið.