Guðmundur Joensen úr Havn skal í dag luttaka í stóru heimsmeistarakappingini um at gerast heimsmeistari í Ironman.
Kappingin fer fram í Las Vegas og byrjar klokkan 15.00 føroyska tíð, sum er klokkan 08.00 lokala tíð.
Tann 30 ára gamli havnarmaðurin, sum fyrst og fremst er kendur innan føroyska svimjing, men sum seinnu árini hevur íðkað triathlon, hevur nakrar strævnar tímar fyri framman í dag.
Hann skal svimja 1,9 kilometrar, súkkla 90 kilometrar og at enda renna eitt hálvt marathon, sum er umleið 21,2 kilometrar.
Til ber at lesa meir um HM í Ironman VIÐ AT TRÝSTA HER










