Fótbóltur
Beograd, Serbia: Ein av royndastu spælarunum í føroyska hópinum er Jákup á Borg. Í mars mánaði í 2001 varð hann settur at røkja plássi sum høgri vongverji í 3-5-2 skipanini hjá Allani Simonsen, og síðani tá hevur høgri kantur á føroyska liðnum mest sum verið ogn hjá Jákupi.
Í Portugal vórðu Símun Samuelsen og Christian Høgni Jacobsen tó at síggja á hesum plássum, meðan Jákup sjálvur sat á beinkinum. Ein støða, sum spælarin beit í seg, men sum hann ikki ynskir nakra endurtøku av.
- Sjálvandi er tað ongan tíð stuttligt at vera á beinkinum, men júst tá vóru kanska aðrir spælarar, sum vóru framman fyri meg, so eitt ella annað stað klári at góðtaka tað fyri tann dystin. Men sjálvandi eri eg ikki nøgdur um ta støðuna, so eg má bara arbeiða hart og prógva, at eg eigi pláss millum teir fyrstu ellivu, sigur Jákup á Borg.
Og Serbia á útivølli er væl ikki ein dystur, sum mann hevur serliga góðan hug at vera fyriuttan?
- Sjálvandi ikki. Hetta er ein veldug uppliving, og tá tú ferðast somikið langt við hópinum, so ynskir tú sjálvandi at vera ein partur av liðnum, sum fer á vøllin. Og so mugu vit vita, um vit ikki klára at gera tað óvæntaða, sum vit so leingi hava bíðað eftir, sigur Jákup.
Hitin verður øgiligur
Føroyska liðið ferðaðist í 15 tímar mikudagin, men hósdagin helt Jákup ikki, at hetta bilaði tað heilt stóra.
- Sjálvandi merkist tað, men ikki so heilt nógv. Nu høvdu vit eina lætta venjing í morgun, og so rokni eg við, at menn eru betur fyri. Hinvegin er hitin heilt óhugnaligur. Vit royna at fáa nóg mikið av vætu allatíðina, so vit klára tað helst. Men hóast dysturin verður spældur um kvøldið, fara hitastigini helst at liggja nær teimum 30, so tað verður strævið at koma ígjøgnum allar 90 minutirnar, sigur Jákup á Borg.