líður við byggingini. Í hesum krepputíðum eru tað, hóast alt, ikki bara sorgarsøgur, ið eru at hoyra úr byggivinnuni. Byggiverkætlanin Undir Kongavarða fór veruliga í gongd fyrst í farna ári, og nú gott [...] eru raðhúsini í fyrsta byggistigi um at verða liðug. Øll húsini eru seld, hóast astronomiska kostnaðin á 2,9 milliónir fyri húsið, og tey fyrstu fara at flyta inn fyrst í komandi mánaði, og innan leingi [...] fleiri longu skuldu verið flutt inn í raðhúsini Undir Kongavarða. Men veðrið hevur í fleiri førum spælt teimum eitt puss. - Vit verða órógvaðir av vindi og av frosti, og í vetur hevur verið fitt av báðum,
ítróttarhøll. Í fyritøkuni hevur hann tilsamans 30 mans í arbeiði. Umframt stóru verkætlanina á Oyrarbakka, hevur Jóan Petur Vang í umleið hálvt annað ár eisini havt eina stóra verkætlan í gongd Undir [...] eftir summarfrítíðina í 2019. - Í løtuni havi eg tíggju mans, sum arbeiða við hallar-og skúlabygging á Oyrarbakka, men um stutta tíð verða arbeiðsmenninir her norðuri helst einir 20 í tali, sigur Jóan Petur [...] snýr seg um tilsamans 32 hús í fýra lonum, harav 10 hús eru latin eigarunum. Jóan Petur Vang sigur, at málið er at levera tvey hús um mánaðin, undantikið frá apríl til august, tó at tað eisini verður bygt
sisskipanirnar. Karin Kjølbro, forkvinna í stýrinum, fegnmaðist um tað minkandi arbeiðsloysið í Føroyum. Umroknað til fulltíðarstørv er talið á arbeiðsleysum í Arbeiðsloysisskipanini minkað við góðum 300 [...] nýgju farloyvisskipanina og nærri reglur um inngjald til ALS er lýst í hesum mánaðinum. Endurskoða fiskavirkisskipanina Í næsta mánaði kemur ætlandi kunngerð viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging til sjálvstøðugt [...] við støði í einum tímasatsi upp á 135 kr. fyri stýrisfundir og fyrireiking í hesum sambandi. Samsýning til stýrisformannin fyri aðrar uppgávu verða roknaðar á sama hátt. Betri umstøður 1. apríl í ár flutti
ymsastaðni í Føroyum í árunum 1992-1995. Í nógvum førum var hetta seiður, men hýsa og toskur var eisini uppi í. - Tað var fyrst seiðurin, sum fekk ein løgnan atburð. Fiskurin svam runt, púra í ørviti; hann [...] greiðir frá, at skúm og slipa vóru í nøkrum førum at síggja á sjónum, har hesin sjúki fiskurin var. - Í februar 1995 var nógv av sjúkari smáhýsu inni á víkini í Nólsoy í nakrar dagar, og ein partur svam [...] men eingi virus vórðu staðfest í kanningartilfarinum. Hann sigur, at parasitologiskar kanningar vístu lús av slagnum, Caligus elongatus, men hesar eru vanligar, serliga í alibrúkum, og tær eru orsøkin til
Stutt fyri ólavsøku var ein broyting gjørd í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum soleiðis, at til og við 31. august 2023 varð undantak givið frá lógarkravinum um, at øll veiða av [...] av makreli, undantikin 15%, skal landast í Føroyum. Orsøkin var, at frystivirkini fyrr í summar fyribils góvust við at taka ímóti makreli, og tí kundu skipini bert landa til fiskamjølsvirki. Hetta elvdi [...] fiskur skal landast í Føroyum. Endamálið við at krevja, at øll veiða, undantikin 15%, skal landast og avreiðast um føroyskan bryggjukant er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann
Steinbjørn Hardlei hevur røkt rektarastarvið seinastu trý árini og byrjar í august í starvi sum privatkundastjóri í BankNordik. Í telduposti til starvsfólk á Glasi sigur Steinbjørn: "Eg havi trivist sera [...] Tá Elsa Maria Holm Olsen fór í farloyvi frá starvinum sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, heitti Steinbjørn Hardlei, rektari, á hana um at átaka sær ta uppgávuna í farloyvistíðarskeiðinum. Nú [...] hjá tykkum hesi skjótt trý árini, og okkara samanleggingar- og menningartilgongd, síðani vit byrjaðu í 2015, hevur verið spennandi og avbjóðandi". Una Joensen, sum verður virkandi rektari inntil nýggjur
Seinast í februar mánaði var ógvisligt illveður, og nógvastaðni kring landið stóðst skaði av illveðrinum. Millum annað var stórur brimskaði á bryggjuna á Sundi, omankoyringina til oljubryggjuna og á grundøkið [...] grundøkið undir Ocean Rainforest í Kaldbak. Samanlagt eru skaðarnir mettir at vera 3,5 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna sigur, at tryggingarendurgjald verður kannað í løtuni, og at ivamál eru um, hvussu [...] umvælingin verður liðug í summar. Men vinnunevndin hevur eftir uppskoti frá havnameistaranum samtykt tikið undir við at umvæla skaðarnar, soleiðis at umvælingin verður liðug í summar, sigur Tórshavnar
Klaksvík: JFK-trolarin Sjúrðaberg hevur síðani hálvan august ligið í Klaksvík, og tað ganga helst eini 10 dagar, áðren rækjutrolarin fer aftur til fiskiskap. Síðani Sjúrðaberg kom aftur av Flemish Cap [...] maskinuna. Maskinan verður yvirhálað og reinsað á bedingini í Klaksvík. Sjúrðaberg fer aftur til fiskiskap um einar 10 dagar, og tá liggur leiðin í Svalbard. Einir 15 mans eru við Sjúrðaberg, og skipari er [...] Flemish Cap, og fiskiskapurin hevur ikki verið nakað serligur seinastu tíðina. Prísurin á rækjum er í botni, og tað ger umstøðurnar hjá rækjuskipunum sera truplar.
at innrætta ein stóran sal í kjallaranum. Kostnaðurin fyri alt arbeiðið fer væntandi at tátta út í móti eini hálvari millión krónum, sigur David Johannesen, sóknarprestur í Vágum. Kirkjan verður málað [...] av nýggjum. Tað er Thomas Michael Smith, málarmeistari í Havn, sum hevur sett litirnar saman, sigur prestur, meðan Jógvan Johansen, sum eisini býr í Havn, men ættaður er úr Miðvági, ger arbeiðið. Samstundis [...] sigur David Johannesen. Vindeyguni, sum sett verða í aftur, eru lík teimum gomlu, sum tikin verða úr. Tað arbeiðið ger Brynjálvur Nattestad, snikkari í Miðvági. Umframt at kirkjan verður málað innan, skal
92 milliónir krónur. Í fyrstu atløgu flytir tekniska umsitingin hjá kommununi inn í tvær tær ovastu hæddirnar í stóra BankNordik bygninginum í miðbýnum, meðan kommunan yvirtekur restina so við og við. Men [...] Skjølini í málinum avdúka somuleiðis, at henda rokningin ongantíð er viðgjørd politiskt í Tórshavnar Býráð. Tað váttar tekniski stjórin í Tórshavnar Kommunu, Jákup Egholm Hansen, somleiðis í eini frágreiðing [...] ígongd í summar, eftirlýsti Tróndur Sigurdsson, næstformaður í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, at fáa at vita, hvat gekk fyri seg. Tað gjørdi hann í samrøðu við tíðindaportalin in.fo. Mikudagin í síðstu