Peningaliga er talan ikki um tær stóru upphæddirnar, men hinvegin hevur felagið útvega honum arbeiði, so hann roknar við, at tað skal nokk ganga. Nú vetrarkuldin rættuliga ger um seg har yviri, hava teir [...] kunnugt royna seg Sum skilst er talan um rættuliga góðar umstøður. Høllin, sum Sogndal fyri stuttum hevur latið bygt, kostaði ikki minni enn 90 mió.kr., so tað er ikki tað sama, sumat venja innandura her heima [...] fyri fyrst, fer John Heri avstað aftur í komandi viku. Semja er millum felagið og føroyska leikaran um, at hann komandi árið skal royna seg hjá teimum. Royna okkurt nýtt Sjálvur sigur John Heri, at hetta
dømi um, at her luttaka manningar frá allari verðini »...from as far afeild as America and the Faroe Islands...« Men tað var so um reppið, at føroyska luttøkan varð veruleiki í ár, og ivasamt er, um hon [...] tá bátarnir koma á mál. Kappingini fevnir um fýra róðrar, tveir eru leygardagin og tveir sunnudagin. Í fyrsta umfarinum eru allir 78 bátar við, og tá ræður um at vera skjótur avstað, so ein ikki verður [...] bakað køkur til tombola, tikið myndir av grýlum, selt lutaseðlar í hópatali og verið eftir fyritøkum um fíggjarligan stuðul. Hetta fyri at kunna seta seg klárar við árarnar, tá kappingin World Pilot Gig
fiskimonnum við stóru hekkutrolarunum á saltfiska- og flakaveiðu var talan um ein inntøkuvøkstur uppá 40 prosent, sammett við árið fyri, um roknað verður við lønini pr dag, menn vóru burtur. Í meðal var daglønin [...] dekkara við hesum skipum var í meðal 523.000 krónur, ið er tað sama, sum inntøkan var alt árið 2001. Fyri stóru ísfiskatrolararnar var talan um ein inntøkuvøkstur uppá níggju prosent, roknað pr dag umborð [...] nótaskipunum, at inntøkan var størst í fjør. Í meðal var ein dagløn umborð á einum nótaskipi 3553 krónur um dagin. Nótaskipini vóru í meðal úti í 210 dagar í fjør, og fyri ein dekkara gevur tað eina miðalinntøku
eru løgd aftur um bak, matummælarar kjakast í Dimmu um spanskt tapas hjá Katrinu, Sjúrður og Jacob eru í øðini um springarar og rættin at drepa súgdjór, og í Danmark eru tey farin at meta um tjóðarrættin [...] svari eg aftur, uttan at hugsa um tilfeingið, sum ikki á nakran hátt er hótt, ella eigur at elva til mátahald í veiðu á sama hátt sum úrslitini av Bankanum vísa, nú tað ræður um toskin, ið har er vorðin eitt [...] skalpellir. ##med14## Nú skrivar sama avís um springaradrápið í Skálafirði, og mínir amerikansku fotovinir, sum koma higar í næstu viku, hava lovað ikki at gretta orð um alt tað einoygda, teir siga seg
til sjabbið og gerandisdagin. Men tá ið alt kemur til alt, er tað ikki so galið. Og vit kunnu tað sama royna at venja okkum við tað, sum er treytin fyri okkara lívi - ein gerandisdagur við tí, sum hann [...] pakka saman og fara heim eftir ein strævnan arbeiðsdag. Ella tá ið vekjarin purrar út klokkan sjey um morgunin... Tað eru altíð onkur ljóspunkt fyri framman – eisini tá ið myrka tíðin kemur. Nú kemur heystið [...] vit ikki vent okkum fyri veitslum, góðum mati, undirhaldi og skemti. So lat bara summarið fara aftur um. Tað verður eitt sindur kaldari, men meira regn kann tað aldrin blíva til. Og kanska bíðar stjørnuglampan
Viðareiði: Spælistovan liggur miðskeiðis í bygdini, tætt við skúlan. Nógv børn eru at síggja har um leiðir, og tey hugna sær í góða veðrinum. Børnini eru í øllum aldri. Summi súkkla, summi renna bara runt [...] aftur, siga tey. Føðingardagar Hesi trý børnini njóta at spæla úti í sólini, men tá tey verða spurd, um tey gleða seg til veturin, svara tey játtandi beinanvegin. ? Tá kemur kavin, og tað er ordiliga skek [...] dagrøktarar eru í spælistovuni hendan dagin. Tað eru annars seks dagrøktarar á Viðareiði, og tær skiftast um at vera í spælistovuni. Aðruhvørja viku tveir dagar og tríggjar dagar. 25 børn eru í skipanini. Tey
tosaðu um ábyrgd mótvegis umheiminum, meðan republikanararnir hugsaðu um tey heimligu viðurskiftini fyrst. Spurningurin er so, um amerikanararnir eru vorðnir troytytir av kríggi eins og í 1920, og um tað [...] í Afghanistan, aftur yvirgangur, kríggj í Irak, diplomatiskt kríggj við Evropa, áhaldandi ávaringar um yvirgang, herseting í Irak og so sjónbandsupptøkurnar av monnum við gekkaskorti og knívi í hond. ? [...] alt tað illa, sum er hent, men summum hevur hann skyldina av, og nú royna demokratarnir at gera tað sama, sum Harding gjørdi á sinni. Teir bjóða amerikanarunum at venda aftur til tað gamla. Á landsfundinum
ferðir um vikuna, men í januar mánaði kom meiri ferð á venjingina, greiðir hann frá. 4. juni Eftir jólahøgtíðina tóku teir rættiligt dyk á seg, og øktu títtleikan av venjingum til fimm ferðir um vikuna [...] vikuna. Og tað gera teir við sama lag. Henda venjingin hevur higartil verið gjørd á landi, um ein kann siga tað so. Ikki fyrrenn leygardagin verður farið í bátarnar at venja. Hetta verður gjørt í sambandi við [...] av bátunum er ein partur av skránni. Serligur áhugi verður um tann nýggja Lóm. - Tá vit fara í bátin, verður vant einar seks-sjey ferðir um vikuna, sigur Meinhard, ikki sørt spentur á málinum. So kunnu
Botnurin var tapið fyri KÍF seinast og tað, at leikararnir hava tikið avgerð um at biðja venjaran gevast. Um talan er um veruliga kreppu ella bara neyðuga tillagaðingartíð er kanska ov tíðliga at siga [...] meistaradeildini enntá við at vinna 3-0 ímóti Fleyr. Líka væl sum hetta kom við hjá KÍF, líka illa mundi tað koma við hjá Fleyr, og fyri venjaran fekk hetta ta avleiðing, at hann er avsettur. KÍF hevur hetta [...] ið Mjølnir eigur at vinna. Toppdystur í Trongisvági Aftur hetta vikuskiftið er Trongisvágur karmur um toppdyst hjá kvinnunum. TB tekur ímóti ÍF, og hesin dysturin er ógvuliga áhugaverdur. Sum eisasta lið
skjótt fáa ta fatan, at flokkurin hugsar ov nógv um Havnina og minni um restina av landinum. Sæð út frá sama sjónarmiði kann tað eisini vera ein trupulleiki, um Tjóðveldi velur at seta sínar topptinglimir í [...] eisini í Havn. Um Tjóðveldi hinvegin kemur í samgongu og fær umboð í landsstýrið, eru tað tó bygdafólk, ið koma inn sum eykafólk: Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olga Biskopstø. Um til dømis topptinglimir [...] truplari hjá realistisku valevnunum at røkka eitt nóg høgt tal av atkvøðum. Sambandsflokkurin er eitt dømi um, at til ber at missa atkvøður vegna vantandi strategiska planlegging. Sambandsflokkurin hevði ikki