Kvinnuflogbóltur
Meistaradeildin hjá kvinnum tók líkasum eina spennandi vend seinasta leikumfar. Dráttur, ið ikki rættiliga hevði megnað at gjørt seg galdandi millum sterku liðini í deildini, megnaði at koppa ÍF. Við sigrinum kom Dráttur við í toppstríðið aftur, og ÍF misti oddasessin, men tað kann alt broytast hetta leikumfarið. Hin spennandi søgan er KÍF.
KÍF flúgvandi
KÍF fekk síni fyrstu stig nakrantíð í meistaradeildini enntá við at vinna 3-0 ímóti Fleyr. Líka væl sum hetta kom við hjá KÍF, líka illa mundi tað koma við hjá Fleyr, og fyri venjaran fekk hetta ta avleiðing, at hann er avsettur. KÍF hevur hetta leikumfarið Mjølnir á vitjan, og hetta er onnur og nógv torførari uppgáva enn Fleyr, men sjálvsálitinum hjá KÍF feilar so einki. Mjølnir tapti tepurt fyri TB seinasta leikumfar, serliga tí slagstyrkin frammi við netið manglar, og tað er als ikki vist, at KÍF ikki kann gera sær dælt av hesum. Mjølnir kemur til Havnar fyri at vinna, tí hvussu vit enn venda og snara sakini, so er KÍF eitt lið, ið Mjølnir eigur at vinna.
Toppdystur í Trongisvági
Aftur hetta vikuskiftið er Trongisvágur karmur um toppdyst hjá kvinnunum. TB tekur ímóti ÍF, og hesin dysturin er ógvuliga áhugaverdur. Sum eisasta lið hetta kappingarárið hevur ÍF megnað at vinna á TB. Tað var á Kambsdali fyrr í kappingarárinum. Tann dysturin endaði 3-2, og var tá hildið, at úrslitið var óvæntað.
ÍF hevur víst at tær ætla sær allan vegin hetta kappingarárið. Tær taptu heldur óvæntað fyri Drátti seinast, men skaðar vóru helst partvís atvoldin til tað. Kann ÍF fara til Trongisvágs við sterkasta liði, so er dysturin púra opin, og einasta, ið kann metast sum avgerandi, er, at TB hevur heimavøllin ? hvussu nógv tað so enn hevur at siga.
Fleyr í kreppu?
Havnaliðið Fleyr hevur havt eina út av lagið vánaliga kappingarbyrjan. Botnurin var tapið fyri KÍF seinast og tað, at leikararnir hava tikið avgerð um at biðja venjaran gevast. Um talan er um veruliga kreppu ella bara neyðuga tillagaðingartíð er kanska ov tíðliga at siga enn, men gongdin má og skal vendast, og dysturin ímóti Drátti sunnudagin fer at geva eina ábending hvat væntast kann av Fleyr í framtíðini. Sálarligi parturin av flogbóltsspælinum hevur sera stóran týdning. At nýggjur venjari er komin kann hava neyðugu broytingina við sær, men Dráttur hevur við sigrinum á ÍF víst, at tær eru nóg sterkar til toppstríðið í bestu kvinnudeildini. So góðar verða fleyrkvinnurnar neyvan eftir einari løtu, men nú kann bara ganga uppeftir hjá teimum.