Aftur til arbeiðis

Fótbóltur: Óli Johannesen og Todi Jónsson spæla á heimavølli, meðan Jákup Mikkelsen skal longu leiðina til Aalborg

Hóast fótbóltsárið heima á landi er liðugt, tá vit síggja burtur frá, at Sumba og LÍF skulu spæla týdningarmikla uppgerð leygardagin, so eru nógvir av landsliðsmonnunum framvegis virknir.

Vit nevndu í síðstu viku, at Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni skuldi venja í Svendborg, og tá landsliðið var á veg heim úr Kekkia komu Hans Fróði Hansen og Øssur Hansen ikki heim við. Øssur Hansen er í hesi vikuni í Oldham, sum spælir í eingilsku 2. deildini, og Hans Fróði Hansen er í Sogndal, har Julian Johnsson og Kurt Mørkøre halda til. Vit nevndu í síðstu viku, at klaksvíkingarnir Arnold Joensen og John Ryan skuldu fara til Sogndal at venja, men vit skilja nú, at henda ferðin er avlýst.


Livibreyðið

Hjá omanfyri nevndu er dreymurin at gera fótbóltin til livibreyð. Dreymurin er longu vorðin veruleiki hjá Óla Johannesen, Toda Jónsson og Jákupi Mikkelsen, og í kvøld skulu teir tríggir spæla í superliguni.

Óli Johannesen og AGF fáa á heimavøllinum í Aarhus vitjan av Brøndby, sum teir fyri góðum tveimum vikum síðani taptu 3?0 ímóti á útivølli.

Jákup Mikkelsen var mikukvøldið í síðstu viku hildin at vera besti málverjin í Danmark, og í kvøld verður hann álitið hjá toppliðnum, tá teir á útivølli í Aalborg í sera torførum dysti skulu verja toppplássið. Í fyrsta umfarinum í hesum kappingarárinum ? tað var 25. juli ? vann Herfølge á heimavølli 3?1 ímóti meistarunum úr Aalborg.


Orkan

Todi Jónsson og FCK fáa í kvøld vitjan av OB, sum hevur havt tað trupult fyrsta partin av kappingini. OB var í Parkini 23. august, og tá vann FCK 1?0.

Spurningurin er so, um Todi Jónsson fer at megna at endurtaka avrikið, sum hann vísti í Prag leygarkvøldið. Nógvir fótbóltsspælarar eru skilagóðir og hava gott innlit. Tá landsliðið sunnunáttina var á veg aftur til Føroya, helt Jens Martin Knudsen fyri, at hann ivaðist ikki í, at tað hevði havt positivt árin á avrikið hjá Toda í Prag, at hann var leikbannaður, tá FCK spældi síðsta mikukvøld:

? At spæla tvær ferðir um vikuna í langa tíð krevur so nógva orku, at tað gongur út yvir avrikið. Tað ber til eina og tvær vikur, men tá hetta endurtekur seg viku eftir viku, so kennist tað á orkuni og harvið á avrikinum, helt Jens Martin Knudsen fyri.

Tað kann væl hugsast, at Todi Jónsson í kvøld fer at fáa møguleikan sum annar av fremstu monnunum, tí toppskjúttin hjá FCK, David Nielsen, er leikbannaður ímóti gomlu liðfeløgunum hjá sær í OB.

Síðsta umfarið í superliguni undan vetrarsteðginum verður ikki spælt fyrrenn sunnudagin 21. november. Tá umfarið í kvøld er liðugt, eru seks umfør eftir undan vetrarsteðginum. Sunnudagin fær Herfølge vitjan av AB, AGF skal til Vejle, og FCK skal spæla í Esbjerg.