Mjølnir skal vinna á Fleyr í Gundadalshøllini meðan Fram skal vinna á ÍF í Eysturskúlanum. Sjálvt um ÍF hevur gjørt nógv løgið í seinna parti av landskappingini er tað helst at krevja ov nógv, at teir [...] staðfestir beinanvegin, at vinnur ÍF dystin í Havn leygardagin, so verður hann meira enn bilsin. Líkamikið um liðið vinnur ella tapur, vera teir verandi á fjórðaplássi, og tað hevur nevniliga fingið ta avleiðing [...] róliga, er synd at siga, at havnarmenninir gera tað sama. Teimum stendur í boði at gerast meistarar um Fleyr snávar móti Mjølnir, og henda møguleika ætla teir ikki at lata fara aftur við borðinum. Tí fyri
føroyskari ítróttarsøgu. Tað er fyrst og fremst fótbóltur, fólk hugsa um, tá TB verður nevnt. Serliga í 70-árunum og fyrst í 50-árunum gjørdi TB um seg á fótbóltsvøllinum, og higartil hevur felagið vunnið føro [...] skapa traditiónir innan flogbóltin. Okkurt árið hevur TB verið væl við í kappingini, men í ár sær út til, at tað er serlig grund til bjartskygni. Fyrsta teknið um, at TB ætlar sær okkurt í ár, kom næstsíðsta [...] sjálvt liðið betri, nørir tað eisini um áhugan fyri liðnum og ítróttinum, og tað er ein stórur partur av vinninginum. Tey ungu fáa betri hug at íðka ítrótt, og um liðið fær góð úrslit, er tað eisini mennandi
úrslitið. Hann hevur so mikið av áliti til fíggjarlógaruppskotið, at hann er sannførdur um, at tølini fara at halda tá saman um kemur. - Vit hava gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har atlit eru tikin til samlaða [...] ? hann vil bara siga, at rúmd verður at gera íløgur.Men tað er sumt, sum bendir á, at spurningurin um raðfesting av íløgum verður meira aktuellur nú enn fleiri av undanfarnu árum. Tí landskassin hevur [...] skulu 30 milliónir gjaldast næsta ár til Norðoyatunnilin og 20 milliónir krónur til undirsjóvartunnilin um Vestmannasund. Í sínum langtíðarætlanum hevur landsstýrið budgetterað við, at Landsverkfrøðingurin
tann besta til lunda. Tað merkir, at dagarnir rundan um ólavsøkuna er besta fleygatíð. Tá ið fleygatíðin byrjaði fyrst í juli, vóru menn ymiskir á máli um, hvussu vorðið mundi vera við lundanum í ár. Tað lá [...] tilsamans 800 lundar. Besti dagurin er 90 lundar, sigur Kristin og heldur, at hetta er lítið at tosa um. Hann dugir ikki at siga, hvat er galið við lundanum í ár, men tað er ikki, sum tað plagar at vera [...] summarið er gott. - Eitt er, at fleygabyrðurin yvirhøvur hevur verið vánaligur, men spurningurin er, um tað er einasta orsøkin til, at so lítið er komið burtur úr. Kristin vísir á, at teir fyrstu fleygadagarnar
nakað longur á leið, tí heimurin uttan um okkum er nógv broyttur. Helweg-Petersen og Ceausescu Nøkur ár undan 9. november 1989, henda stóra dagin í heimssøguni, um eg ikki minnist skeivt, var rumenski leiðarin [...] Hendrik Old hinvegin í bløðunum tosar um »stríð í samgonguni«, er hetta heldur enn ikki løgið. Í øllum samgongum ? uttan undantak ? hevur verið stríð, tað er tað um allan heim. Eg kenni fólk, sum eru farin [...] naivur Nú rokið hevur staðið av skeivum tíðindum frá formanninum í Uttanlandsnevndini, havi eg hugsað um viðurskiftini og víðfevndu broytingarnar, ið fram eru farnar bæði her heima og burtur í heimi, seinastu
sigast kann um hesi annars so frálíku skip. Tangarnir liggja ov niðarliga í skipinum, og tað er ivaleyst hetta, sum er trupulleikin. Sum eg havi skilt, var reiðarin, Olaf Olsen, skeptiskur um, at stabil [...] kemur aftur. - Tosað verður um at byggja íslendskar slengrikjølar undir skipið. Eg havi skilt, at hetta er eitt nýtt patent, sum íslendingar hava gjørt. Tosað verður eisini um at byggja nýggjar stabilis [...] høvdu tey fiskað tilsamans 2100 tons. Hetta er óføra góð veiða. Skiparin vísir á, at eitt tað besta árið hjá Skrápi og Gorpi var næstsíðsta ár; tá fiskaðu skipini tilsamans 3300 tons. - So, her vanta bara
lønarhækkingarnar við sær, at Havsbrún fer at fáa hálvaaðru til tvær milliónir eyka í lønarútreiðslum um árið, tá ið øll lønarhækkingin er tald við. Mugu repa seglini Bergur Poulsen sigur, at tað sigur seg sjálvt [...] um, at greiðari mannagongdir verða gjørdar fyri, hvussu farast skal fram. Hann hugsar um høvuðsavtalur, reglur um seming og frumatkvøðugreiðslur. ? Tað eigur ikki at vera so lætt hjá tilvildarliga valdum [...] Sjálvandi mugu vit alla tíðina laga virksemið til tær inntøkur vit hava. Sostatt slepst ikki uttan um, at vit verða noydd at repa seglini eftir teimum nýggju umstøðunum, og at fremja rationaliseringar
er ov dýrt at búgva í Havn, hevur keypt hús í Nólsoy. Gott ferðasamband er við Rytuni um Nólsoyarfjørð 3-4 ferðir um dagin og tey, sum ikki liva av tí, sum upp úr havinum kemur, arbeiða í flestu førum í [...] kenningum. Óneyðugt er at siga, at bygdin liggur tætt uppat Havnini, og tí verður eisini siglt nógv um fjørðin í maskinbátum. Kaffistovan, sum bæði selir mat og drekka, verður nógv vitjað í tí betri tíðini [...] frídagar, at fullsett er. Bygdin veksur Í sínari tíð búðu 350 fólk í Nólsoy, og talið av skúlabørnum lá um seksti. Undir kreppuni fyrst í nítiárunum, kom fólkatalið niður á umleið 240, og talið av skúlabørnum
landsstýrismanninum skuldi geva sjónvarpinum nakrar milliónir í inntøku afturat um árið, so hevur Annlis Bjarkhamar slept málinum um at víðka fíggjarligu karmarnar hjá Sjónvarp Føroya, longu næsta ár. Lands [...] Undirtøka var ikki í samgonguni fyri uppskotinum hjá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni í mentamálum, um at áseta eitt kringvarpsgjald, ið skuldi krevjast inn umvegis skattin, í staðin fyri verandi lurtara- [...] lurtara- og hyggjaragjøld. Hetta staðfestir landsstýrismaðurin, og tí kemur einki uppskot frá henni um at áseta nakað kringvarpsgjald. - Eg má bara staðfesta, at tað bar ikki til at fáa semju fyri uppskotinum
tó greitt, at ivaleyst hava tær hjá StÍF fagnast um hetta í skiftirúminum, men somikið langt røkkur pressufrælsið tó ikki. Tveittu nervarnar burtur Um dystin móti Neistanum er annars at siga, at tað var [...] Uppiborin bronsa Og tað skal heldur ikki vera nakar ivi um, at StÍF eigur bronsuna uppiborna. Verður sæð burtur frá VB og VÍF, so hevur talan verið um eina sera javna kapping, og mitt í øllum teimum óstøðugu [...] Kanska vóru tær ikki liðið, sum varð tengt mest at heiðursmerkjunum, tá árið byrjaði, men tær hava í mangar máta sýnt, at talan er um eitt sera spennandi lið. Tær tríggjar útlendsku eiga sjálvandi sín stóra