Børnini: Bleytur pakki og mentanarmál

Longt barnsburðarfarloyvi, hægri barsilsløn, bíðilistin nullstillast, hægri prioriteringar og so framvegis eru bert nøkur av miðunum teir ymsu flokkarnir og politikararnir hava sett á dagsskránna. Um øll lyftini, sum verða hildin, skulu borgararnir í Tórshavnar Kommunu og í Føroyum sum heild, síggja lætt uppá framtíðina viðvíkjandi børnum, tí allir trupulleikar skulu loysast innan ikki heilt leingi

Pallborðsfundur

Pallborðsfundurin hjá Foreldrafelagnum, felagnum fyri foreldur at smábørnum í Havn, hevði eitt umboð frá hvørjum av teimum politisku flokkunum. Og var tað breið semja millum allar politikkararnar, at ansingartrupulleikarnir hava verið raðfestir alt ov lágt, og okkurt skal gerast við hetta málið skjótast gjørligt.
Fundurin varð hildin í Klingruni í Norðurlandahúsinum, men eftir uppmøtingini at døma, skuldi ein ikki trúð, at umleið 350 børn stóðu á bíðilista í Havnini, tí foreldrini vóru ógvuliga fáment. Foreldrafelagið legði upp til áðrenn fundin, at hetta var eitt mál, ið skuldi setast á dagsskránna til komandi løgtingsval, og tað sást eisini aftur millum áhoyrararnar. Ein stórur partur av áhoyrarunum vóru landsins politikkarar, og eisini vóru fleiri býráðspolitikkarar møttir upp at leggja oyrað til, hvat teir ymsu flokkarnir høvdu at siga um ansingartrupulleikarnar.

Samskipast betur

Foreldur í Havnini kunnu bara gleðast, tí tey fingu lovað bæði í ein enda og annan. Samfelagið er nú háttað soleiðis, at tað er tørvur á tveimum inntøkum, og tí skuldi samfelagið eisini skapað teir karmar, ið eru neyðugir fyri, at bæði foreldrini kunnu vera úti á arbeiðsmarknaðinum.
Laila á Lofti umboðaði hóskvøldið Fólkaflokkin, og gongur Fólkaflokkurin inn fyri, at foreldur skulu fáa tann fíggjarliga møguleika at velja, um tey vilja verða heima hjá barninum fyrsta árið. Her verður hugsað um hægri barsilsløn, longt barnsburðarfarloyvi og eisini skal barnafrádrátturin hækkast sambært Fólkaflokkinum.
Tjóðveldisflokkurin hevði sent Høgna Hoydal á pallborðsfund. Og Tjóðveldisflokkurin vil hava, at tey ymsu pedagogisku økini skulu samskipast betur. Markið, sum er millum skúlar, dagstovnar og forskúlar, skal niðurbrótast, og eigur man at samskipa arbeiðið millum hesar stovnar betur.

Systkinaavsláttur

Javnaðarflokkurin sigur "Fólkið fyrst!". Tíðin er stutt og hetta er ein ítøkiligur trupulleiki. Boðið hjá Javnaðarflokkinum var, at innan trý ár, skulu borgararnir fáa tryggjaða eina ansingartrygd, barnsburðarfarloyvið skal leingjast til eitt heilt ár og systkinaavsláttur til foreldur, ið eiga fleiri stovnsbørn. Og skal alt hetta fáast í rættlag innan trý ár.
Heðin Mortensen var sambandsumboðið hóskvøldið. Sambandsflokkurin sigur, at øll skulu hava umstøður at sleppa í vinnu, og skulu ansingarplássini ikki bert skapa betri karmar fyri foreldur, pedagogar og børn, men eisini fyri vinnulívið. Fyrimunurin við at fáa børnini ansað botnar aftur í føroyska vinnulívinum.
? Um gongdin heldur áfram soleiðis, endar tað við eini skandalu, segði Roland Poulsen fyri Sjálvsstýriflokkin. Hann tók fram eitt dømi um Japan, har kvinnur valdu at lata vera við at fáa børn, tí ómøguligt var at fáa ansingarpláss.
? Børnini hava stórt virði fyri okkum, tað eru tey, ið skulu halda samfelagum uppi. Tað, sum er heilt skeivt í hesum samanhanginum er, at alt ov nógv verður hugsað um profit, tá tað kemur til barnaansing, og samstarvið millum land og kommunu er alt ov vánaligt. Landið skal ikki tarna kvinnum í at fáa børn, segði Roland Poulsen millum annað.
Miðflokkurin hevur sum mið, at tryggja betri umstøður til børnini. Tey skulu raðfestast rætt, og ikki bara gevast upp í krónum og oyrum. Familjan skal takast frammum, sjálvandi innan fyri fíggjarlógarinnar karmar, men fólkini, ið eru undir fíggjarlógini skulu ikki gloymast.

Gjørdi, gjørdi ikki

Fundurin hevði til tíðir hug at gerast eitt stórt partapolitiskt stríð ímillum teir ymsu flokkarnar. Hvør gjørdi hvat nær, og hvussu nógvir pengar vórðu settir av til hvat, og hvør hevði skyldina av hvørjum.
Men børnini eru bleytur pakki og mentanarmál, tað tóktiskt heilt klárt. Tey skulu raðfestast hægri, og øll skulu fáa sín bita av lagkøkuni.
Ein mamma, sum var á fundi, var enntá endað á forsorg, tí barnaansingarumstøðurnar eru so vánaligar, og um tú hevur eitt arbeiðspláss, ið ikki sýnir vælvild hesum viðvíkjandi, tykist tað ógjørligt at skula yvirliva á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Uppskotini vóru nógv, nógvar loysnir vórðu lagdar fram á borðið, øll høvdu sítt at siga. Hvat verður gjørt í framtíðini kunnu vit bara bíða eftir og síggja.