meiriluti á tingi fyri uppskotinum, so fara vit sjálvandi fúsir at viðgera uppskotið konstruktivt, sigur forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen legði afturat, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er at gera eina [...] hjá Javnaðarflokkinum. ? Jú, tað havi eg. Umboðini fyri Javnaðarflokkin greiddu mær frá uppskotinum, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja fyri tingið uppskot um eina stjórnmálanevnd, sum í eitt ella [...] og hann legði dent á, at hann fegin vil varðveita ríkisfelagsskapin. ? Tað harmar meg, um fólk ikki duga at síggja perspektivini í ríkisfelagsskapinum, segði forsætisráðharrin at enda á tíðindafundinum
sigur, at hansara persónliga áskoðan er, at skulu stórar íløgur gerast í Vágum, má vissa fáast fyri, at føroyingar ikki fara at byggja nýggjan flogvøll um stutta tíð. Vit kunnu skoyta uppí, at Løgmaður [...] møguligari íløgu í Vágum, at greiða fæst á hesum viðurskiftum og at vit fáa vissu fyri, at føroyingar ikki fara at byggja nýggjan flogvøll. Men hann legur dent á, at hetta er hansara persónliga áskoðan, og [...] málinum. Men avgerðandi fyri niðurstøðuna verður, hvørjar framtíðarætlanir, føroyingar hava við flogvølli her á landi. Tí tað skilst, at tað verður trupult at fáa ferðslumálaráðið at gera íløgur í Vágum,
Noregi. Pressufólkið sá, í somu løtu bilurin kom, at hatta var Nyrup. Tey royndu, sum best tey kundu, at troðka seg fram at fyri at fáa eina mynd, men tó so, at Nyrup kundi koma inn. Løtan, áðrenn hann fór [...] fyrilestur, gekk við at heilsa uppá tey ymisku, sum buðu honum vælkomnum. Troðkanin var ófør, og einaferð var ein danskur fotografur so óheppin at sløkkja alt ljósið í rúminum. Eftir at ljósið var komið í [...] Mikudagin klokkan 15 vóru nógv fólk savnað fyri at hoyra Poul Nyrup Rasmussen halda fyrilestur í Nóatúni. Nógv pressufólk vóru eisini komin. Mong, ja tey flestu, vóru komin uttanlands frá, t.d Danmørk
kortini at vera betra liðið, og nú líkist tað nógv eini finalu millum StÍF og VÍF. Kyndil skal í øllum førum vísa meira enn teir hava gjørt seinastu tveir dystirnar móti StÍF, um teir ætla sær at vinna ste [...] tók StÍF seg trý mál framum, og Kyndil kom ongantíð aftur nærri enn at vera eitt mál aftanfyri. Serliga høvdu Kyndlamenn trupult við at steðga Arthur Johansen, sum gjørdi níggju av teimum 27 málunum hjá [...] Tað skal nógv til, um Kyndil skal vinna seinnu hálvfinaluna. Hóast Kyndil vísti meira vilja mikukvøldið enn í dystinum sunnudagin, so var tað StÍF, ið stýrdi leikinum so at siga alla tíðina, og Kyndil var
skjótt, tí vandi er fyri, at keyparin selir tey víðari. Vandin í hesum er millum annað, at áskoðarar hjá báðum liðum koma at sita saman, og av trygdarávum royna fyrireikararnir at sleppa undan hesum. HM [...] fólk vilja sleppa at síggja. Summi hava sligið seg saman og bílagt 30 atgongumerki til onkran dyst. Tey, sum ætla sær at fáa atgongumerki gjøgnum Fótbóltssambandið, mugu nú bera skjótt at, tí tey skulu bíleggjast
føroyingum at vinna frama. Men tað verður yvir lík Javnaðarfloksins í Vágum, um Føroya Javnaðarflokkur ikki setur full segl fyri at bjarga landi okkara undan slíkari týning. Hetta fær floksleiðslan at vita á [...] . Men vit eru sannførd um, at tað er alneyðugt at fara til verka nú, um vit framvegis vilja, at tað skal vera livandi uttanfyri Havnina. Tað er ikki annað enn sjálvsagt, at væl av peningi verður játtaður [...] bæði búskaparliga og tænastuliga. Vit ivast ikki í, at rætta løtan var júst nú at fara undir boringina, og kundi tí taka undir við Javnaðarflokkinum, at tátan, samgongan gav vágafólki við játtanini í grunn
skúlanum, at flokkarnir skuldu leggjat saman á nýggjárinum. Hetta fingu lærararnir at vita frá skúlastjóranum, sum tí heitti á lærararnar um at lata flokkarnar hava sama pensum - við samanleggingini fyri eyga [...] Elif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið vil hava teir tveir 1. g-ararnar á Kambsdali samanlagdar fyri at spara, og talan er bara um hesar báðar flokkarnar, tí teir eru so [...] tykt, at samráðast kundi ikki um hetta. - Ein limur í felagnum skrivar nú lesarabræv um, at landsstýrið hevur framt maktmisnýtslu, men tað er heldur felagið, sum hevur framt maktmisnýtslu við at gera
siga, at tey bera ótta fyri, at førdi búskaparplolitikkurin førir til nýggjan húsagang. Feløgini taka undir við sjónarmiðunum hjá búskaparrøðinginum um, at landsstýrið og løgtingið eiga ikki at gjara út [...] bera ótta fyri nýggjum búskaparligum skrædni átókt skrædlinum fyrt í 90-áruum, og limir felaganna góðtaka á ongan hátt eina ferð aftrat at rinda rokninga fyri høpisloysið, siga feløgini. At førdi fígj [...] tykist vera at nýta hvørja krónu, ið møguliga vísir seg í yvirskotinum á Løgtingsfíggjarlógini, at gjara út við nú upp undir val. Búsksparfrøðingar mæla landsstýrinum til framhaldandi at føra ein strangan
eingin visti at siga mær, og eg helt tí, at hann eisini mundi vera farin, og bara eg var eftir á lívi. - Tá eg so hoyrdi hann í útvarpinum, helt eg, at her kundi ikki vera talan um annað enn at fara norður [...] norður at heilsa upp á mannin. - Eg ringdi til hansara, og hann var eisini fegin. Hann segði mær, at hann hevði fingið eitt lítið ljós av, at eg var á lívi. Jógvan Glerfoss hevur síðan í heyst hildið til hjá [...] og hann plagdi Jógvan Glerfoss javnan at práta við í telefon. - Henda dagin í Elduvík tosaðu vit um, hvussu harmiligt tað var, at vit allir tríggir ikki náddu at hittast. Vit vóru so væl. Heimbygd og ættarbygd
verða ógvuliga óheppið fyri samonguna, velur hann at mótarbeiða landsstýrinum. Keldur vilja verða við, at Kristian Magnussen ikki fer at lata honum sessin, um hann ikki lovar at stuðal Óla Jacobsen og [...] Magnussen segði fyrr í vikuni við Sosialin, at hann fór at spyrja Luitjen Apol, hvat hann fór at brúka tingsessin til, um hann kom á ting. Kristian Magnussen segði, at hann kundi skapa samgonguni ein trupulleika [...] og Kristiani Magnussen. Ein møguleiki er so, at Óli Jacobsen aftur fer í landsstýrið, at Kristian Magnussen tekur sæti aftur á tingi og at Karl Robert Johansen tekur yvir tingsessin hjá Óla Jacobsen.