rættiliga nógvar. Tí er tað eisini umráðandi, at vit hava stundir til at samansjóða liðið og læra hvørja aðra ordiliga at kenna, tí tað er grundleggjandi fyri, at vit kunnu mennast sum lið, sigur royndi áleyparin [...] serlig kensla at knappliga vera millum tær elstu, men tað er samstundis ordiliga stuttligt og motiverandi at síggja tær ungu, tí tær eru ótrúliga raskar og dugnaligar. Tað er gevandi og fær okkum at kýta okkum [...] harfrá skulu vit so sjálvandi byggja uppá. Vit fáa harða mótstøðu, men vit eru klárar at geva alt, sum vit hava fyri at fáa eitt gott úrslit við heim, sigur hon. Dysturin millum Føroyar og Wales verður spældur
sum vísti, hvussu normeringin á dagstovnunum eigur at vera, fyri at tørvurin hjá børnunum verður møttur. Metingin segði, at vøggustovubørn eiga at fáa í minsta lagi 11,3 tímar um vikuna hvørt, og bar [...] eigur býráðið at áseta sær sjálvum krøv um minimumsnormeringar á dagstovnunum, um ikki Løgtingið ger tað fyri okkum. Vit eiga somuleiðis regluliga at eftirmeta dagstovnaøkið, soleiðis at vit alla tíðina [...] ivi um tað. Tí er tað so avgerandi neyðugt, at vit sum foreldur og samfelag geva tí unga ættarliðinum bestu kor fyri menning og trivnað. Tað ber tí ikki til, at vit framhaldandi bara hava fokus á, hvussu
eldraøkinum kann valla sigast at vera nakað frægari. Røktarheimini eru so illa mannaði, at starvsfólk ongan annan útveg hava í sínum arbeiði enn nærum at noyða annars reinlig búfólk at brúka blæðu, tí tey ikki [...] við soviheilivág og annan psykoheilivág. Samanumtikið er eingin trygd fyri, at doyggjandi hava eina hond at halda um, uttan so, at talan er um familju, sum eru um búfólkini. Á gamla ellisheiminum í W.U. [...] satt at siga er hetta fúl skomm og ein vanæra fyri tað annars á mongum økjum vælvirkandi vælferðarsamfelag okkara. Okkara eldru borgarar hava betri uppiborið enn hetta. Tað er als ikki nøktandi, at støðan
prógvar, at geografiska avmarkingin ikki er forðingin í mun vil talent, hug, vilja og dirvi. Á okkara leiðum var eisini biografur. Glyvra Bio og nú Løkshøll. Kann vera, at tað er ein orsøkin til, at eg umboði [...] Albert Einstein: “Lívið er sum at ríða á einum hjólhesti. Fyri at halda støðugu javnvágini mást tú flyta teg.” Tað er væl saktans tað sum mannalívið snýr seg um, í stóran mun, at flyta seg inn í eina ókenda [...] alneyðugur fyri at menna hendan partin av mentanarlívi okkara, ið alt ov leingi flaksaði sum mýrivongur í spuna. Vit, sum tíðarbundið sita fyri kommununum, hava hesi seinru árini varnast, at tað grør um gangandi
á jólum eru klassisku svensku siropskøkurnar – og tað stuttliga er, at tað væl ber til hjá børnum at vera við at rulla, forma og at prýða hesar vælsmakkandi jólakøkurnar. Uppskrift: Klassiskar svenskar [...] sindur av hakkaðum mandlum í deigginum Prei: Hesar eru lættar at rulla út, forma og leggja á bakiplátu, so tað er stak lætt hjá børnum at vera við ##med2## Mannagongd : Viga smørið í góðari tíð, so tað [...] breiðan flatan knív til at flyta smákøkurnar av borðinum og yvir á bakiplátuna. Set ovnin á 200-225 stig og baka í á leið fimm minuttir. Eru køkurnar ov myrkar í botninum, so ber til at seta eina tóma bakiplátu
ikki halda fram. Men teir kunnu heldur ikki tvinga ungararnar at steingja markið. DDR ger av at linka krøvini fyri innferðarloyvið, soleiðis at øll kunnu ferðast frítt tvørtur um markið millum DDR og BRD [...] Berlinmúrurin. Tað eru nógv ting, sum spæla inn fyri, at múrurin fellur júst hin 9. november 1989. Eitt, sum hevur stóran týdning fyri gongdina er, at kommunistiska stýrið í Ungarn fjernar stikið, sum higartil [...] seg og ger tað frítt hjá øllum fólkunum at fara um markið millum Vestur- og Eysturberlin. Fólk í túsundatali streyma inn í Vesturberlin, har tey lokalu standa klár at taka ímóti teimum við sjampagnu og blomstrum
hondunum. Málverjin tóktist at hótta við at tveita bóltin eftir strikuleikaran, men hon slepti ikki bóltinum. Men hóttanin fór at kosta, tí dómararnir sóu ongan annan møguleika at vísa reyða kortið fyri m [...] tevjaði blóð. Brádliga tóktist H71-álopið at steðga upp, og Kyndil fór at minka um munin. Tá ið einir seks minuttir restaðu í var javnleikur 22-22, og so fór hvør bóltur at gerast avgerandi. Kyndil kom á odda [...] Eini 15 sekund restaðu í og H71 tók time-out. Tað tóktist at eydnast Maritu Mortensen at sleppa til møguleika í høgru, men hon royndi heldur at spæla inn á strikuna. Kyndilsverjan fekk forðað fyri, og so
Venjingin gav ábendingar um, at Jóan Símun Edmundsson verður spardur til dystin móti Malta, tí hann hevur eit eymt knæ. - Status er at eg vandi fult við í dag, men tað er rætt at eg havi okkurt í knænum. Eg [...] pælarin og leggur at enda afturat: - Nú hava vit so tveir nýggjar møguleikar at fáa tvey góð úrslit. Sum allir aðrir, so gleði eg meg til uppgávurnar, sigur Jóan Símun Ednundsson at enda. EM-landsdysturin [...] dystirnar. Tað er ikki optimalt, men tað er ringt at siga nei, sigur toftamaðurin. ##med5## Vil gjarna spæla Hóast knæið sigur nei, so er hugurin hjá Jóan Símuni at spæla á landsliðnum betri enn nakrantíð. -
sum kappast fyri at vinna silvurkrónurnar. Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað ikki teimum úr Klaksvík at vinna fulla úrtøku. Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Tíðin var um at vera farin, tá ið [...] fyri at skora sigursmálið. Tvær ferðir var bólturin á tvørtrænum, og einaferð var Rannvá B. Andreasen í góðari støðu, tá ið hon stakk bóltin framvið málverjanum, men tað eydnaðist henni ikki aftur at fáa [...] KÍ gav bóltin upp, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Tað sást væl, at tað var NSÍ, sum hevði vunnið eitt stig, og at meistararnir høvdu tapt tvey stig – tey fyrstu í ár. Tá ið eitt lítið korter
tíverri eydnaðist tað ikki at skora mál. Mistøk í uppspælinum vórðu sektað, og setningurin er framvegis at stríðast fyri at vinna fyrsta dystin. Tað vóna vit framvegis fer at eydnast, sigur AB venjarin [...] Tað er ikki á hvørjum degi, at vit skora trý mál. Vit halda ikki, at vit hava tryggjað plássið í bestu deildini, men vit fegnast um hesi stigini og ætla okkum fleiri. Tað fer at rigga, um vit varðveita hugburðin [...] vunnið 3-1 á heimavøllinum við Margáir ímóti AB. Úrslitið ber við sær, at argjamenn framvegis bíða eftir fyrsta sigrinum, og at teir við sjey stigum eru næstaftast. Argjamenn vóru ágrýtnir og væl upplagdir