Gestur avgjørdi heima

AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum, og EB/Strerymur tók seg nærri sætta plássi

Annan sunnudagin á rað hevur EB/Streymur í dag vunnið fulla úrtøku. Síðsta sunnudag endaði tað við 1-0 sigri í Trongisvági, og í dag hevur EB/Streymur vunnið 3-1 á heimavøllinum við Margáir ímóti AB.

Úrslitið ber við sær, at argjamenn framvegis bíða eftir fyrsta sigrinum, og at teir við sjey stigum eru næstaftast.

Argjamenn vóru ágrýtnir og væl upplagdir í fyrra hálvleiki, tá ið teir spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa bóltin framvið Róa Zachariasen í heimamálinum.

Eftir lítlari løtu stutt undan steðginum skoraði EB/Streymur tvey mál. Í fyrra førinum var tað miðvallarin Bárður Olsen, sum setti bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Símuni Sólheim. Bárður var leysur, tá ið hann fekk bóltin út frá baklinjuni og setti bóltin upp í nettakið.

Argjamenn vóru ikki lidnir at summa seg eftir óvæntaða málið, tá ið tað varð 2-0. Niklas Kruse legði innfyri úr høgru, og Gestur Bogason Dam var leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum setti dygst inn við handara stólpa.

Eftir steðgin minkaði Adeshina Lawal um munin eftir innlegg úr vinstru. Tá var eitt lítið korter farið, og spenningurin var stórur í nakrar minuttir. So var tað, at Gestur Bogason Dam fyri triðju ferð í eina viku var upp á spæl og staðfesti 3-1 heimasigurin.

-Vit høvdu ikki nógvar møguleikar, men úrtøkan var stór, og eg eri sera væl nøgdur. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit skora trý mál. Vit halda ikki, at vit hava tryggjað plássið í bestu deildini, men vit fegnast um hesi stigini og ætla okkum fleiri. Tað fer at rigga, um vit varðveita hugburðin, sum okkara spælarar vístu, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.

Tonny Brimsvík og hansara menn í AB eru vónsviknir, nú tað framvegis verður bíðað eftir fyrsta sigrinum:

-Vit vóru sera væl við og omaná í fyrra hálvleiki, men tíverri eydnaðist tað ikki at skora mál. Mistøk í uppspælinum vórðu sektað, og setningurin er framvegis at stríðast fyri at vinna fyrsta dystin. Tað vóna vit framvegis fer at eydnast, sigur AB venjarin.

 

EB/Streymur – AB 3-1 (2-0)

1-0: Bárður Olsen 38.

2-0: Gestur B. Dam 39.

2-1: Adeshina Lawal 58.

3-1: Gestur B. Dam 67.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Tóki Johannesen, Bárður Olsen, Hjalti K. Djurhuus – Niklas T. Kruse (Rói H. Olsen, 90.), Gestur B. Dam, Símun Sólheim (Gutti Dahl-Olsen, 57./Arnbjørn Hansen, 82.)

Gult kort: Niklas T. Kruse, Andras Ó. Olsen, Gestur Bogason Dam

Venjari: Jákup Martin Joensen

AB: Bjarki Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson, Sørin Samuelsen, Ári Arge, Asbjørn Heðinsson – Bjarni Skála, Eli Christiansson – Jasper Van Der Heiyden, Janus Svabo Samuelsen (Rógvi N. Poulsen, 46.), Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal (Tóki á Lofti, 67.)

Gult kort: eingin

Venjari: Tonny Brimsvík