Eldraøkið má lyftast upp á eitt virðiligt støði!

Fyri fáum døgum síðani hugleiddi eg um støðuna á dagstovnaøkinum, har álitisfólk hava víst á, at ongantíð seinastu 18 árini hava arbeiðsumstøðurnar innan økið og viðurskiftini sum heild hjá børnum í Tórshavnar kommunu verið so trupul og avbjóðandi sum júst nú. Skilið á eldraøkinum kann valla sigast at vera nakað frægari.

Røktarheimini eru so illa mannaði, at starvsfólk ongan annan útveg hava í sínum arbeiði enn nærum at noyða annars reinlig búfólk at brúka blæðu, tí tey ikki hava stundir at hjálpa teimum á WC. Hetta siga fólk, sum sjálvi starvast innan yrki, og hetta er støðan nógvastaðni, skilst.

Tann menniskjaliga kontaktin, sum búfólkini hava tørv á, verður somuleiðis oftast skift út við soviheilivág og annan psykoheilivág. Samanumtikið er eingin trygd fyri, at doyggjandi hava eina hond at halda um, uttan so, at talan er um familju, sum eru um búfólkini.

Á gamla ellisheiminum í W.U. Hammershaimbsgøtu hevur helvtin av búfólkunum bara eina rullubukku, sum verður rullað inn á kamarið. Vita fólk av hesum? Soleiðis er støðan. Kunnu vit góðtaka slíkt í 2020, har vit vanliga siga okkum búgva í einum vælferðarsamfelagið?

Hetta er ein vanlukkulig støða, sum vit mugu gera nakað við. Loysnin er at fáa fleiri heitar hendur um tey gomlu og harvið er ein hægri játtan avgerandi neyðug, so teir borgarar, sum undan hava gingið, kunnu fáa virðilig kor á ellisárum.

Meirilutin í býráðnum, sum nú situr, segði fyri 3-4 árum síðani, at vit ikki høvdu tørv á fleiri ellisheimsplássum. Nú koma so kortini – umsíðir – nøkur ellisheimspláss uppi í eini oyðimørk norðuri í hoyvíkshaganum og hóast tað er gott – tað er ein skríggjandi tørvur á hesum - so er spurningurin, um hetta er rætta staðsetingin til eitt ellisheim, sum helst hevði ligið betri aðrastaðni.

Sum eg áður havi gjørt vart við í samband við aðrar politiskar greinar nú uppundir valið, so hava vit søguliga góðar tíðir – samlaðu inntøkurnar hjá kommununi eru omanfyri milliardina, hon er somuleiðis skuldarfrí og kortini er hetta skilið. Ja, satt at siga er hetta fúl skomm og ein vanæra fyri tað annars á mongum økjum vælvirkandi vælferðarsamfelag okkara.

Okkara eldru borgarar hava betri uppiborið enn hetta. Tað er als ikki nøktandi, at støðan er, sum hon er og tí mugu vit fremja ábøtur beinanvegin og annars støðugt raðfesta eldraøkið, røktina og tær skipanir, sum hesi liva undir hvønn dag, so vit ikki aftur koma í somu vanlukkuligu støðu, sum vit síggja í dag.

Hetta er eitt kjarnuøkið í kommununi, sum vit mugu raðfesta framum onnur populistisk mál, sum vit síggja í ríkiligum máti í hesum døgum. Vit mugu í komandi býráðssetu aftur raðfesta tey grundleggjandi viðurskiftini og fáa eitt virðiligt støði, har okkara eldru og tørvandi, umframt starvsfólk annars trívast. Vit mugu hava eitt býráð fyri borgaran og hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á býráðsvalinum týsdagin 10. november 2020.