trupulleikar at fáa barnaróðrarnar frá hondini. Sum so mangan áður ella rættari sum á hvørjum ári, so vísti tað seg, at ungu og óroyndu rógvararnir høvdu ilt við at finna stevið, tá ið tað var roynt at leggja [...] leggja bátarnar. Hetta bar við sær, at hinir róðrarnir vórðu útsettir tað mesta av einum tíma, men tá ið so glið kom á, so gekk tað heilt væl at avgreiða róðrarnar. Síðsti róðurin var tann millum 5-mannafør [...] 5-mannafarini Fípuni Føgru var tann fimti hjá Klasvíkar Róðrarfelag í dag. Tað man kjálka fram ímóti at vera met hjá róðrarfelagnum í Klaksvík á norðoyastevnu. Fípan Fagra vann barnaróðurin við dreingjum
jalousi, um at fara aftur í 80ini ella at flýggja til tónleikin. Tað verður sannur rómur, tá hesir báðir trína á pallin á OY Voxbotn, vikuskiftið 23. og 24. juni 2023. Teir duga sum fáur at fáa áhoyrafjøldina [...] Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvar áskoðarar at syngja við, sum just Eyðun og Terji, ið koma á OY Voxbotn við einum stórum kufferti av sangum, sum flestu føroyingar kenna og hava [...] Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit og Maggie Reilly koma á OY Voxbotn 2023. Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri
Eysturríki – fór at eydnast føroyska liðnum fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla seg í EM endaspæl. Endaspælið verður eftir ársskiftið í Týsklandi. Føroyski hópurin hevði ongan skund at fara av vøllinum [...] vøllinum. Spurningurin var, um tað fór at eydnast Ukraina at vinna við átta málum ella fleiri ímóti Rumenia. Hesin dysturin varð spældur í Týsklandi, har Ukraina eigur heimavøll, nú teirra vanligi heimavøllur [...] -Hetta er øgiliga stórt, hóast eg áður havi verið við til at vinna gull við bæði danska landsliðnum og donskum felagsliðum. Nú snýr tað seg um at vit seta okkum nýggj mál, sigur føroyski venjarin Peter
takkaði fyri arbeiði hjá Danmark fyri grønu umleggingini. – Takk harra forseti, deiligt at síggja teg aftur og at vera her. Eg vil fegin takka tær fyri tín leiðsluhátt, ljóðaði svarið frá Mette Frederiksen [...] setningar frá amerikanska forsetanum og donsku forsætisráðfrúuni, stríddust tíðindafólkini um at sleppa at seta teimum spurningar, áðrenn tey vóru fylgt út úr Ovala Rúminum. Forsætisráðfrúan varð móttikin [...] er settur av til fundin millum Joe Biden og Mette Frederiksen. Síðani verður roknað við, at forsætisráðfrúan fer at svara spurningum frá tíðindafólki. /ritzau/
Tá fólk fóru at finnast at landsstýrinum fyri ikki at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum í fjør hoyrdust undanførslur um, at »vit kunnu ikki forða teimum at senda góðan og sunnan mat til russarar« [...] russarar«. Men tað hevur víst seg fleiri ferðir, at fiskurin fer ikki til Russlands. Og tað fer fiskurin heldur ikki, sum varð landaður í síðstu viku. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fóru tvey farmaskip
stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði venjarum og nevnd, at verða lættari at fara undir, skrivar NSÍ at enda. [...] og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann hevur [...] er fyrrverandi venjarin í felagnum Trygvi Mortensen. - Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin
er sera hugaligt at síggja, at okkara saltfiskavirkir gagnnýta hesa heimsins bestu rávøru til saltfisk. Tað sigur Johan Mortensen, sum er og hevur verið ein av forsprákarunum fyri, at serstaka tilfeingið [...] ein sólskinssøga um framhaldandi vørumenning og nýhugsan. Johan Mortensen heldur, at Fiskavirkið í Gøtu soleiðis eigur at geva øllum, sum hugsa um vørumenning innan fiskaframleiðslu, stóran íblástur. ##med3## [...] saltfiski, er Fiskavirkið í Gøtu – við sølunavninum og sterka brandinum, PRG. Páll Gregersen sigur, at keyparar úti í heimi, eitt nú í Italiu og Spaniu, hava tikið væl ímóti saltfiskinum, sum er virkaður
um at fáa tamarhald á eldinum, sum higartil er farin um einar 50 ferkilometrar í óbygda økinum við gosfjallið, Teide. Guvernørurin á Kanariuoyggjunum, Fernando Clavijo, sigur, at tað er trupult at basa [...] basa skógareldinum, sum hesaferð er truplari at hava við at gera enn aðrar slíkir eldar seinastu 40 árini. - Lendið er avbjóðandi, hitin er nógvur, og vindurin er skiftandi, sigur guvernørurin. Skógareldurin [...] fleiri flogfør við sløkkiútgerð, men í løtuni er eldurin ikki undir eftirliti. Myndugleikarnir upplýsa, at hóast skógareldurin enn ikki hevur rakt tey týdningarmestu ferðavinnuøkini á oynni, eru kortini fleiri
fótbóltsheiminum er, at saudiarabiska felagið, Al Ittihad, vil hava toppskjúttan hjá Liverpool og er til reiðar at brúka nógvra pengar, fyri at fáa skiftið upp á pláss. Bæði fyri at keypa Mohamed Salah [...] Eina ferð vóru Mohamed Salah, Roberto Firmino og Sadio Mané mettir at verða ein av heimsins bestu trýkleyvara í altjóða fótbólti, tá hesir ráddu fyri borgum í Liverpool. Nú hava bæði Sadio Mané og Roberto [...] Liverpool, og í løn til egyptaran. Tað skal sambært spanska miðlinum, Relevo, standa Mohamed Salah í boðið at blíva hægst lønti spælarin í Saudiarabia. Tað vil siga eina ársinsløn omanfyri tær 619 milliónirnar
Ukraina. Samstundis sum íslendingar fegnast um, at Breiðablik gjørdist fyrsta íslendska liðið nakrantíð at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl er vandi fyri, at tveir av heimadystinum hjá Breiðablik mugu [...] november móti Gent og Maccabi Tel Aviv. Trupuleikin er, at Laugardalsvøllurin í Reykjavík hevur ikki hita í vøllinum. Tað hevur Tórsvøllur, og tí sleppur KÍ at spæla heimadyst móti Slovan Bratislava á Tórsvølli [...] Tórsvølli tann 30. november. Talan kann tí gerast um, at Breiðablik fer at spæla sínar heimadystir í Noregi ella einum øðrum grannalandi. Og tað er eitt afturstig fyri Breiðablik og íslendskan fótbólt nú teir