Á kendu frítíðaroynni, Tenerifa, sum hoyrir til Kanarisku Oyggjarnar, eru nú út við 26.000 fólk flutt undan skógareldi. Sløkkiliðið hevur sent út fleiri flogfør við sløkkiútgerð, men í løtuni er eldurin ikki undir eftirliti.
Myndugleikarnir upplýsa, at hóast skógareldurin enn ikki hevur rakt tey týdningarmestu ferðavinnuøkini á oynni, eru kortini fleiri túsund fólk longu flutt burtur undan herviliga eldinum.
Fólk eru higartil flutt burtur úr seks bygdum, og miðstøðir eru skipaðar í fleiri bygdum og býum á oynni, har fólk savnast, upplýsa myndugleikarnir.
- Støðan er kortini rímiliga stabil. Tað eru eingir persónsskaðar, og eingi hús eru oyðiløgd, segði Montserrat Román Casamartina, sum umboðar lokalu verjuna í oyggjabólkinum seinnapartin í dag.
Nógvur hiti og vindur gera tað trupult hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, sum higartil er farin um einar 50 ferkilometrar í óbygda økinum við gosfjallið, Teide.
Guvernørurin á Kanariuoyggjunum, Fernando Clavijo, sigur, at tað er trupult at basa skógareldinum, sum hesaferð er truplari at hava við at gera enn aðrar slíkir eldar seinastu 40 árini.
- Lendið er avbjóðandi, hitin er nógvur, og vindurin er skiftandi, sigur guvernørurin.
Skógareldurin á Tenerifa byrjaði í óbygdum fjallalendi, samstundis sum ein hitabylgja elvdi til umfatandi turk í økinum, veit tíðindastovan NTB at siga.