Søguskrivararnir í íslendskum fótbólti, Breiðablik sum hava Klæmint A. Olsen í hópinum eru í Europa Conference League komnir í bólk saman við Maccabi Tel Aviv úr Ísrael, Gent úr Belgia og Zorya Luhansk úr Ukraina.
Samstundis sum íslendingar fegnast um, at Breiðablik gjørdist fyrsta íslendska liðið nakrantíð at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl er vandi fyri, at tveir av heimadystinum hjá Breiðablik mugu leikast uttanfyri Ísland.
Sambært skránni skal Breiðablik leika heimadystir 9. november og 30. november móti Gent og Maccabi Tel Aviv. Trupuleikin er, at Laugardalsvøllurin í Reykjavík hevur ikki hita í vøllinum. Tað hevur Tórsvøllur, og tí sleppur KÍ at spæla heimadyst móti Slovan Bratislava á Tórsvølli tann 30. november.
Talan kann tí gerast um, at Breiðablik fer at spæla sínar heimadystir í Noregi ella einum øðrum grannalandi. Og tað er eitt afturstig fyri Breiðablik og íslendskan fótbólt nú teir á fyrsta sinni taka lut í einum evropeiskum bólkaspæli.
Dystarskráin hjá Breiðablik sær soleiðis út:
21. september: Maccabi Tel Aviv – Breiðablik
5. oktober: Breiðablik – Zorya Luhansk
26. oktober: Gent – Breiðablik
9. november: Breiðablik – Gent
30. november: Breiðablik – Maccabi Tel Aviv
14. desember: Zorya Luhansk - Breiðablik