Her sæst farmaskipið Savanna Wind taka fisk frá Lira, ið sambært norsku fregnartænastuni er njósnaraskip. Savanna Wind er á veg til Las Palmas á Grand Canaria við fiskinum

Russiskur fiskur úr Føroyum fer til ES og Afrika

Russisku skipini, sum í síðstu viku landaðu veiðina til farmaskip í Havn og á Oyrareingum, senda ikki fiskin heim til svangar russarar

Her sæst farmaskipið Savanna Wind taka fisk frá Lira, ið sambært norsku fregnartænastuni er njósnaraskip. Savanna Wind er á veg til Las Palmas á Grand Canaria við fiskinum

Tá fólk fóru at finnast at landsstýrinum fyri ikki at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum í fjør hoyrdust undanførslur um, at »vit kunnu ikki forða teimum at senda góðan og sunnan mat til russarar«.

Men tað hevur víst seg fleiri ferðir, at fiskurin fer ikki til Russlands. Og tað fer fiskurin heldur ikki, sum varð landaður í síðstu viku.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fóru tvey farmaskip av Havnini til eitt ES land. Farmaskipið Savanna Wind, sum tók veiðuna frá umstrídda trolaranum Lira, sum norðmenn sigur er njósnaraskip, er á veg til Las Palmas á Grand Canaria við veiðuni. Grand Canaria er sum partur av Spania eitt ES land.

Tað sæst á trackingskipanini hjá marinetraffic.com.

 

##med2##

Russiski trolarin, Kurshskaya, lá við Skansabrygguna og landaði til farmaskipið Green Honduras (BS), sum kemur til bryggju í Las Palmas á Grand Canaria á middeg í dag. Eisini her gongur leiðin til eitt ES land. 

Farmaskipið Duala, sum lá á Oyrareingjum og tók ímóti fiski frá øðrum russiskum trolara, er á veg til Duala í Camerun í Afrika.

Og Cool Girl, sum lá á molanum og tók ímóti fiski frá russiska trolaranum Yantarni er á veg til Lagos í Nigeria í Afrika.

##med3##

 

Her sæst farmaskipið Savanna Wind taka fisk frá Lira, ið sambært norsku fregnartænastuni er njósnaraskip. Savanna Wind er á veg til Las Palmas á Grand Canaria við fiskinum

Cool Girl, sum her tekur fiskin frá Yantarni á molanum í Havn í síðstu viku er á veg til Lagos í Nigeria í Afrika.