Serliga nógvar eru søgurnar frá tíðini á bygdaskúlunum. Á Velbastað spældu hann og konan nógv vist, onkur vil vera við, at Bjarni ikki vann eitt einasta spæl á Jónu allan veturin. Í Skopun eru ikki mong, ið [...] so er tað eingin trupuleiki hjá abbanum. So Bjarni, takk fyri tað vit hava fingið og framvegis fáa hvønn dag saman við tær Bjarni, og vit síggja fram til enn fleiri góð ár. Takk fyri títt tolsemi, hjálp [...] fleiri enn 20 ár hava skiftivís Ánaleiti og Róaldsenni floti við Kongabrúnna. Túrarnir í Nólsoyarfirði eru ikki so fáir, har hann hevur funnið sínar fiskileiðir, eins og hann hevur fylgt ráðum úr undirhúsinum
fara ivaleyst at verða bornir á lógvum, meðan teir eru í Bretlandi, og alt fer at verða gjørt fyri at ganga teirra ynskjum á møti. Tað merkir, at vit í framtíðini kunnu vænta, at føroyskir løgmenn verða [...] alt. Bretland hevur ásannað, at tað at samráðast politiskt við Føroyar sum eitt samfelag fyri seg eru altavgerandi fyri bretsku áhugamálini viðvíkjandi olju- og gassvinnuni í Norðuratlantshavinum. Henda [...] bretska uttanríkisráðnum til nývalda føroyska løgmannin Anfinn Kallsberg í fjør. Eftir hvat eg veit, eru føroyskir løgmenn fyrr komnir og farnir, uttan at bretska stjórnin hevur sýnt hesum nakran áhuga yvirhøvur
sigur, at hann roynir at fylgja við tí, sum hendir í bygdini. Bæði á sjógvi og landi. So eru tað børnini, sum eru við í ymiskum so sum ítrótti, og tað verður fylgt væl við teimum, sigur Uni. Bæði í frítíðini [...] prestagarðinum á Miðalsbrekku í Vestmanna, har Uni Næs hevur verið prestur seinastu átta árini, sita vit við búgvið borð og njóta blíðskapin hjá presti saman við frálíka útsýninum yvir Vestmanna. »Babba! [...] sett seg aftur, so ringir telefonin. Onkur er, sum vil ynskja tillukku við nýggja starvinum. Meðan vit sita, kemur prestafrúan, Emily, inn. Hon hevur verið til arbeiðis í Havn. Pedagogur á Sankta Josefs
kantarnir við samansetingini eru so slættir og síggjast so lítið. Tá ið Don fortelir Ralph, at stykkini, húsið er sett saman av, eru límað saman, sigur admiralurin: "Her í flotanum líma vit ikki skipini saman?" [...] fyrstu djórini vóru send á stutta ferð út í rúmdina. Men miseydnaðu royndirnar eru eisini fleiri, og um allan heimin eru rúmdarævintýrini hjá USA um hetta mundið til láturs. ? Ætlanin við Trieste fær heitið [...] orðunum: "Gjøgnumførið ikki ætlanina". Men tá ið eitt av skipunum, sum við eru, fær fjarritið, nevniliga herskipið, Lewis, eru Piccard og Walsh longu farnir umborð á Trieste. Skiparin á Lewis svarar høfliga
skrivaðar. Teir fimm dystirnir, sum eru á skránni í morgin, eru hesir: EB/Streymur?Skála, FS Vágar?NSÍ, KÍ?HB, B36?GÍ og B68?VB. Tvey av teimum trimum oddaliðunum eru á útivølli, meðan B36 í Gundadali fær [...] teir langt síðani tapt. Á Skála eru teir longu farnir undir fyrireikingarnar at skifta graslíkisvøllin út. Arbeiðið skal gerast liðugt næstu vikurnar. FS Vágar?NSÍ Tað eru tvey lið, har pílarnir peika heilt [...] skaddur síðani heimadystin ímóti KÍ, fer at vera tøkur í morgin, men hetta var ikki heilt greitt, tá ið vit frættu av Skála. Eftir ferðina á Eiði hava skálamenn summarfrí frá landskappingini. Dysturin í 10.
sleppur álíkavæl upp í klemmið í nátt, vil, vil ikki spæla spælið longur”. Brúkar sítt egna tilfar Vit eru farnar ein túr í plantasjuni, sum liggur stutt frá barndómsheiminum. Eg spyrji um yrkingin LUDO er [...] skuldi bara henda skjótt, vit høvdu so lítla tíð. Men Bye Bye Blue Bird var tað fyrsta stigið at nærkast mínum egna tilfari, sjálvt um søgan har slett ikki er mín egna søga. Vit koma inn á, hvussu tað var [...] frumsýning í Føroyum í mei/juni, um tey megna at fíggja tann seinasta partin av framleiðsluni. Tað eru sostatt 15 ár síðani, at ein langfilmur er framleiddur í Føroyum, og Katrin Ottarsdóttir kann ikki
sleppur álíkavæl upp í klemmið í nátt, vil, vil ikki spæla spælið longur«. Brúkar sítt egna tilfar Vit eru farnar ein túr í plantasjuni, sum liggur stutt frá barndómsheiminum. Eg spyrji, um yrkingin LUDO [...] skuldi bara henda skjótt, vit høvdu so lítla tíð. Men Bye Bye Blue Bird var tað fyrsta stigið at nærkast mínum egna tilfari, sjálvt um søgan har slett ikki er mín egna søga. Vit koma inn á, hvussu tað var [...] frumsýning í Føroyum í mai/juni, um tey megna at fíggja tann seinasta partin av framleiðsluni. Tað eru sostatt 15 ár síðani, at ein langfilmur er framleiddur í Føroyum, og Katrin Ottarsdóttir kann ikki
áðrenn loyvið kann verða latið. Aðrar treytir verða eisini settar í loyvið enn tær nevndu, men tær eru neyvan av so stórum týdningi, at tað ikki ber til at semjast um tær. Hetta er eitt einfalt model, har [...] Heystið 2007 gekk, uttan at nakað meira spurdist burtur úr nøkrum samráðingum. So kom løgtingsval, og vit fingu eina nýggja samgongu, sum setti sær fyri at taka verkætlanina – ikki einans úr hondunum á teimum [...] nú veruliga so? Hví sigur tíðindaskrivið einki um, hvat landið stendur og skyldar, tá hesi 10 árini eru runnin í teimum báðum dømunum? Er tað ikki so, at landið tá framhaldandi stendur og skyldar eina m
ið telvarar úr 140 londum annaðhvørt ár savnast til talvolympiaduna, tosa vit við stórum orðum um talvfamiljuna, sum vit øll eru partur av. Eg haldi, at slík orð forplikta, og tí vil eg gjarna hjálpa Azmai [...] burtur og eygleiðir hann. Hetta er endahátíðin fyri talvolympiaduna á Mallorca, og fleiri enn 1500 fólk eru savnað fyri at heiðra teimum bestu. Røður verða hildnar, tónleikurin ljómar og steyp og heiðurslønir [...] reisist og fer fram móti pallinum. Hann roynir at fáa samband við onkran á pallinum, men alt fyri eitt eru trygdarfólk hjá sponsku løgregluni rundan um Azmai. Og so hendir tað, sum ikki skal henda. Trygdarvørðarnir
at 2. heimsbardagi brast á. Taka vit tølini á hermonnum og vanligum borgarum í Europa, sum doyðu orsakað av bardaganum, og leggja vit talið á týndum jødum aftrat, fáa vit heildartalið 47 milliónir. Tann [...] andsmennum vestanfyri. Halda vit okkum til eitt lítið land sum Danmark, so fekk stalinisman stuðul frá rithøvundum sum Hans Kirk, Hans Scherfig og Martin Andersen Nexø. Hugsa vit um alt Europa, verður listin [...] kortini verið meira harðvunnin. Og tá ið vit um stutta tíð fara inn í 21. øld, er tað - millum mong framstig, eitt nú av vísindaligum og tøkniligum slag - eisini miðøld, vit síggja aftan fyri okkum, ítí hurðin