Toppliðini eru øll stórir favorittar

Hjá fleiri av teimum, sum síðstu tíðina hava verið fyri niðurgangandi, eigur tað at vera trupult at leita eftir rætta hugburðinum

Í morgin verður landskappingin í 1. deild hálvrunnin. Eftir umfarið mikukvøldið vóru spælararnir í fleiri feløgum til heilt lætta venjing í fyrrakvøldið. Í gjárkvøldið ætlaðist síðsta hondin at verða løgd á fyrireikingarnar til 9. umfarið. Men tað varð gjørt, eftir at hetta blaðið var farið til prentingar. Tí kann tað væl vera, at broytingar kunnu koma fyri, sum ikki vóru aktuellar, tá ið hesar reglurnar vórðu skrivaðar.
Teir fimm dystirnir, sum eru á skránni í morgin, eru hesir: EB/Streymur?Skála, FS Vágar?NSÍ, KÍ?HB, B36?GÍ og B68?VB. Tvey av teimum trimum oddaliðunum eru á útivølli, meðan B36 í Gundadali fær vitjan av GÍ. Um gongdin seinastu umførini verður nýtt sum metingar grundarlag, so er eingin ivi í, at HB er stórfavorittur í Klaksvík, at B36 er stórfavorittur ímóti GÍ, og at NSÍ er stórfavorittur í Miðvági.
Hinir báðir dystirnir tykjast at vera meiri opnir, og serliga spennandi tykist tað vera, hvussu skálamenn fara at roynast á Eiði, eftir at tað mikukvøldið endiliga glapp, og teir skoraðu fýra mál og fingu fyrstu trý stigini.
Vert er at leggja til merkis, at í 18. og síðsta umfarinum fara somu liðini at hittast, sum í morgin fara at spæla ímóti hvørjum øðrum. Tá fer at síggjast meiri greitt, hvat hvørt liðið fer at hava tørv á, men sjálvandi fara stigini, sum tað fer at verða spælt um í morgin, at viga eins nógv í endaliga roknskapinum, sum tey, ið tað fer at verða spælt um í síðsta umfarinum, fara at gera.

EB/Streymur?Skála
Í fjør vann EB/Streymur heimadystin ímóti Skála 1?0, og skálamenn vunnu 3?1, tá ið EB/Streymur vitjaði teir.
Bæði liðini eiga at vera nøgd við tað, sum tey hava víst síðstu dagarnar. EB/Streymur hevur ikki tapt tríggjar tær síðstu ferðirnar. Eftir javnleikin ímóti NSÍ, vunnu teir á GÍ, og mikukvøldið megnaðu teir at koma afturíaftur og fáa eitt stig í Vági. Ta ferðina varð Magni á Lakjuni útvístur, og hann er tískil leikbannaður í morgin. Tað er ein dyggur smeitur hjá EB/Streymi.
Johan Nielsen gjørdi onga útskifting á Skála liðnum mikukvøldið. Hann helt seg til óskrivaðu regluna, sum sigur, at tað skal ikki broytast upp á eitt lið, sum vinnur. Spurningurin er, um hann heldur ikki fer at gera broytingar undan vitjanini á Mølini í morgin. Á Skála hava teir vónað, at Sveinur Justinssen, sum var rættuliga drúgvur fyrstu umførini, og sum hevur verið skaddur síðani heimadystin ímóti KÍ, fer at vera tøkur í morgin, men hetta var ikki heilt greitt, tá ið vit frættu av Skála. Eftir ferðina á Eiði hava skálamenn summarfrí frá landskappingini. Dysturin í 10. umfarinum á heimavølli, sum sambært skipanini skuldi spælast ímóti NSÍ mikukvøldið, hava teir langt síðani tapt.
Á Skála eru teir longu farnir undir fyrireikingarnar at skifta graslíkisvøllin út. Arbeiðið skal gerast liðugt næstu vikurnar.

FS Vágar?NSÍ
Tað eru tvey lið, har pílarnir peika heilt hvønn sín vegin, sum fara á vøllin í Miðvági. Eftir sigur á Toftum og harvið ábending um góða gongd, hevur FS Vágar fyrst tapt í Klaksvík og síðani á Skála. Serliga á Skála var avrikið sera lítið sannførandi. Tað restaði av álvara vilji og trúgv upp á, at tað ber til. Albert Ari Thomassen var leikbannaður mikukvøldið. Nú er hann tøkur aftur.
Hjá NSÍ hilnaðist tað rættuliga væl mikukvøldið. Helgi L. Petersen, sum undan mikukvøldinum var besti málskjúttin, hevur verið burturstaddur. Men tað tóktist mikukvøldið ikki bila. Yngri beiggin, Sonni L. Petersen, trein úr skugganum av beiggjanum og skoraði fýra mál. Hann verður heilt víst í álopinum ímóti FS Vágum.
Fleiri NSÍ spælarar hava verið og eru eitt sindur skaddir. Burtursæð frá Kára Hansen spældu teir mikukvøldið, og tað gekk væl.
NSÍ spælararnir hava summarfrí eftir ferðina vestur í Vágar. Men teir mugu bíða inntil mikukvøldið fyri at finna út av, hvørjum plássi teir fara at halda frí á.
Í fjør var FS Vágar í 2. deild. Í fyrraárið vann NSÍ 2?1, tá ið teir vóru í Vágum. Fyrr í vár stóð einki til hjá NSÍ, tá ið teir í fjórðingsfinaluni í steypakappingini høvdu vitjan av FS Vágum, men tað eydnaðist kortini at vinna á teimum.

KÍ?HB
Mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti og einastu feløgini, sum hava verið í fremstu røð øll árini, síðani tað í 1942 varð farið undir landskapping. Hetta átti at borga fyri spenningi, og tað er altíð serligur dámur yvir tí, tá ið knapt 99 ára gomlu javnaldrarnir hittast. Men tað man sjáldan hava verið so stórur munur í fyritreytunum, sum tað eru undan uppgerðini í Klaksvík í morgin.
Hóast KÍ framvegis ikki er so langt frá heiðursmerkjaplássi, so hava avrikini seinastu stóru vikuna ímóti oddaliðunum væl og virðiliga víst, at klaksvíkingar í løtuni ikki megna at vera við í kappingini um oddaplássini. Teir hava tapt 7?1 ímóti B36 og 4?0 ímóti NSÍ, og tað hevur verið sera ilt at sæð, hvør ætlanin hevur verið.
Stóri trupulleikin hjá KÍ er, at fleiri av teimum, sum verða roknaðir millum lyklaspælararnar, ikki eru hundrað prosent klárir at spæla og so langt í frá tí. Kortini hava teir roynt at gjørt sítt besta, men fyritreytirnar at gera tað hava snøgt sagt ikki verið nóg góðar, og tað hevur tikið alt liðið við sær. Ímóti NSÍ sást týðuliga, at tað hjá fleiri knípti nógv at hava fokus á stóru uppgávuni, og hon verður uppaftur størri í morgin.
HB hevur bara fingið eitt stig burturúr tveimum teimum seinastu royndunum. Undan sigrinum í Vági vunnu teir 5?0 ímóti EB/Streymi, men eisini ta ferðina vóru fyrsta hálva tíman fleiri ábendingar um, at teir vóru at tosa við. Kortini er einki at ivast í, at HB er stórfavorittur undan vitjanini í Klaksvík.
HBarnir munnu sjáldan hava havt so nógv fólk at velja í, sum teir nú hava. Bara hesa síðstu vikuna eru sannførandi miðverjarnir báðir frá í fjør, Hans á Lag og Jan C. Dam, komnir afturat, og nú kappast teir við Símun Eliasen, Eli Thorsteinsson og Martin Christensen um tvey verjupláss og kanska eitt verjukent miðvallarpláss.
Klasikkarin í Klaksvík í fjør mundi teljast millum teir minnisríku. Tað var ta ferðina, at Harley Bertholdsen og Kurt Mørkøre komu á vøllin og við hvør sínum máli syrgdu fyri, at KÍ vann 3?2.

B36?GÍ
Í steypakappingini vann GÍ tíðliga í bólkaspælinum á heimavølli ímóti B36. Men tá ið B36 var kroyst, vunnu teir stórsigur á GÍ í Gundadali.
Síðstu vikurnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B36, sum hevur nógv fólk at velja ímillum, og sum hevur fingið góða nyttu av, at landsliðsspælararnir tykjast hava funnið rætta lagið, tá ið tað ráddi mest um. Merkisvert var mikukvøldið, at Ion Geolgau aftur hevði víst Tróndi Vatnhamar álit millum stólparnar. Hann stóð seg væl og verður ivaleyst eisini í morgin í málinum.
Hjá GÍ noyddist Gidek at taka seg aftur í 2. hálvleiki ímóti B68. Hann var smáskaddur, men teir rokna ikki við, at hann fer at hava trupulleikar at spæla í morgin. Bartal Eliasen er júst komin aftur av oyggjaleikunum, og hann verður aftur í miðverjuni í morgin.
Meðan B36 hevur fingið fulla úrtøku burturúr teimum seinastu fimm umførunum, so hevur tað verið meiri soltið hjá GÍ, sum hevur fingið átta stig burturúr. Tað er kortini ikki verri enn ilt, tá ið havt verður í huga, at teir í hesum tíðarskeiðnum m. a. hava megnað 2?2 í Gundadali ímóti HB. Í fjør vann GÍ 3?2 i Gundadali ímóti B36, meðan dysturin í Gøtu í næstsíðsta umfarinum endaði 2?2.

B68?VB
Hjá hvørgum partinum hevur gongdin seinastu vikurnar verið serliga hugalig. VB vann sunnudagin 2?0 á heimavølli ímóti Skála. Talan var um fyrsta sigurin á árinum, og tað kundi kanska roknast við hugaligari gongd. Men javnleikurin mikukvøldið á heimavølli ímóti EB/Streymi mundi ikki gera lagið betri.
VB hevur verið nógv darvað av leikbannum, og aftur hesa ferð eru teir skerdir. Spælandi venjarin, Predrag Zivkovic, er leikbannaður fyri annað reyða kortið í landskappingini í ár. Tað kundi hent seg, at kappingarnevndin fer at gera av, at Zivkovic eisini skal verða leikbannaður mikukvøldið, tá ið VB skal spæla á útivølli ímóti B36, men reglurnar eru ikki heilt greiðar hesum viðvíkjandi. Tær siga, at dómarin skal skrivliga greiða frá, hví hann hevur givið reyða kortið, og so ger kappingarnevndin út frá frágreiðingini av, hvussu stór sektin skal vera. Men tað plagar at vera soleiðis, at sektin aðru ferð er størri enn fyrstu ferð.
B68 hevur havt stórar trupulleikar við málskjótingini, og aftur mikukvøldið vóru teir sørir í Gøtu. Ta ferðina spældi Øssur Hansen, sum hevði kent seg illa til passar, bara síðsta korterið. Tað kann roknast við, at hann verður við frá fyrsta bríksli í morgin.
Í fjør vann B68 heimadystin ímóti VB 4?0. Í fyrraárið vann VB 4?1 á Svangaskarði.