Sambandsflokkinum alment víst sína ónøgd við Jørgen Niclasen. Hetta helst orsakað av, at baklandið hjá Sambandsflokkinum ikki longur vil setast í sama bás sum Jørgen Niclasen, eftir stóru fjølmiðlaviðgerðina [...] Sambandsflokkinum, tí hann valdi at stuðla Jørgeni Niclasen ístaðin fyri at stuðla sínum egna flokki. Sum skilst hevur Sambandsflokkurin seinastu dagarnar biðið løgmann um at loyst Jørgen Niclasen úr starvi [...] er støðan í dag, at Sambandsflokkurin hevur yvirtikið apuna. Hóast andstøðan í dag ikki fekk felt Jørgen Niclasen og Fólkaflokkin, so hevur atkvøðugreiðslan kortini broytt støðuna í samgonguni, og sett
nú, og finna útav, um tað ber til hjá okkum at fáa frið um hetta málið, sigur løgmaður. Hann ger greitt, at hann nú krevur arbeiðsfrið, og fær samgongan ikki tað, so er ilt at halda fram á hendan hátt [...] haldbar fyri flokkin, og tí má antin Jørgen Niclasen ella samgongan rúka. Hetta hevur Kaj Leo Holm Johannesen onga viðmerking til í kvøld, men staðfestir, at hann komandi dagarnar fer at fundast við S
meldaði seg úr flokkinum, millum annað orsakað av Tollmálinum hjá Jørgeni Niclasen. Eg havi ikki álit á Jørgen Niclasen, og eg haldi tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard [...] hjá Sambandsflokkinum í hesum máli. – Kaj Leo Holm Johannesen er jú formaður í Sambandsflokkinum, og hann eigur at tora at stýra flokkinum eisini, sigur Lisbeth L. Petersen. Hon vísir á, at hetta tollmálið
uppskot um misálit á Jørgen Niclasen lagt fyri tingið, og Helgi Abrahamsen og Reimund Langgard úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri uppskotinum, og heittu samstundis á løgmann, um at loysa Jørgen Niclasen úr starvi [...] møguleikar eru, játtar Johan Dahl, at sum støðan er nú, eru bert tveir møguleikar - nevniliga at Jørgen Niclasen leggur frá sær í Fíggjarmálaráðnum, ella at Sambandsflokkurin takkar fyri seg í samgong [...] misálit ímóti løgmanni, og tí var tann støðan eisini ógvuliga trupul hjá okkum, sigur Johan Dahl. Hann setur spurnartekin við, um samgongan hevur lív lagað eftir viðgerðina í dag. - Vit standa á eggini
førdi við sær, at úrslitið var 16 atkvøður fyri og 17 atkvøður ímóti. Harvið var Jørgen Niclasen bjargaður á málstrikuni, tí hann var bara eina atkvøðu frá at verða feldur. Við útvarpið segði Jákup Mikkelsen [...] álvarsaman trupulleika eftir at teir tríggir samgongumenninir ikki hava álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni. Men hann fekst ikki at siga, at um samgongusamstarvið er hótt ella heldur fram.
er ein av teimum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar- og tollmálum. Hann sigur, at hetta er ein møguleiki, tinglimir hava, táið landsstýrisfólk [...] Michelsen Trýst á pílin undir myndini og hoyr Poul Michelsen greiða frá, hví uppskot um misálit á Jørgen Niclasen er lagt fyri Løgtingið.
verjast, at hann sigur ósatt. Tað siga teir fýra andstøðuflokkarnir, javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og framsókn, nú teir fyri lítlari løtu síðani løgdu uppskot um misálit á Jørgen Niclasen [...] fíggjar- og tollmálum í sambandi við óreglusemi í tollavgreiðslu, vøruútflýggjan, og øðrum í tíðini, hann var stjóri í privatari fyritøku. - Landsstýrismaðurin hevur ikki viðurkent ábyrgd fyri teimum hendingum [...] ábyrgd av at halda landsins lógir fyri allar borgarar í landinum, verjur óreglusemi við teimum lógum, hann hevur ábyrgdina av at umsita. - Tað kann ikki verjast, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Og tað
heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum sigur hann, at hann siglur sjálvur við uppsjóvarskipi og hevur góða inntøku. Og hann hevur heldur onki ímóti at rinda skatt, sigur hann. - Veruleikin er bara tann, at tað hava [...] felag, á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum. - Vit eiga at vísa okkara ónøgd við, sigur hann. Tað, sum fær hann at heita á fiskimenn um at møta fjølmentar upp í Løgtinginum at mótmæla, er, at nú ætlar [...] Tað verður so nógv rópt upp um flatskatt, og eg skal eisini vera tann fyrsti at ynskja hann bæði niður og norð, tí hann er helst beinleiðis orsøkin til, at samgongan sjálv kennir seg noydda at áseta tilf
Nú má Jørgen frá Analysa: Jørgen situr tryggur í sessinum Fólkaflokkurin fult álit á Jørgen Niclasen Jørgen Niclasen: Eg havi goldið tollin Poul Michelsen: Misálit er neyðugt Misálit á Jørgen Niclasen [...] og kemur ikki aftur til Føroya fyrr enn í kvøld. Hann verður tí ikki við, tá tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum seinni í dag fer at viðgera málið um Jørgen Niclasen. Men boðini frá Kaj Leo Holm Johannesen [...] – Eg havi fult álit á Jørgen Niclasen, og Sambandsflokkurin fer ikki at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Í gjár førdu andstøðuflokkarnir fram
tollmáli. Tað heldur Annfinn Brekkstein. Hann er býráðslimur í Havn og nevndarlimur í Føroya Væl, sum er lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Hann vísir á, at Løgmaður loysti Kára P Højgaard [...] persónsmál eru farin at sáa misálit millum fólk og á ta politisku skipanina, sigur Annfinn Brekkstein, og hann leggur afturat: Borgarin og veljarin finnur seg ikki í hesum meira.