Hetta er fyri at seta eina striku í sandin og vísa, at hetta ber ikki til at góðtaka.
Tað sigur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, sum er ein av teimum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar- og tollmálum.
Hann sigur, at hetta er ein møguleiki, tinglimir hava, táið landsstýrisfólk fara út um mark.
Men vil samgongan ikki atkvøða fyri, men verjir landsstýrismannin, so má samgongan eisini tak ábyrgdina av tí, sum er farið fram, sigur Poul Michelsen
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Poul Michelsen greiða frá, hví uppskot um misálit á Jørgen Niclasen er lagt fyri Løgtingið.
|