– Fólkið einki álit longur

Eg havi ikki álit á Jørgen Niclasen, og eg haldi, at tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard í dag valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

Tað sigur fyrrverandi forkvinnan í Sambandsflokkinum, sum fyri stuttum meldaði seg úr flokkinum, millum annað orsakað av Tollmálinum hjá Jørgeni Niclasen.

 

Eg havi ikki álit á Jørgen Niclasen, og eg haldi tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard í dag valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

Fyrrverandi floksforkvinnan hjá Sambandsflokkinum er alt annað enn nøgd við gongdina í tollmálinum – og serstakliga leiklutin hjá Sambandsflokkinum í hesum máli.

 

– Kaj Leo Holm Johannesen er jú formaður í Sambandsflokkinum, og hann eigur at tora at stýra flokkinum eisini, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

Hon vísir á, at hetta tollmálið, sum seinastu mánaðirnar hevur skapt stóra politiska órógv í Føroyum, ikki er eitt mál, sum Sambandsflokkurin skal hava ábyrgdina av.

 

– Fólkið hevur einki álit á politisku skipanina longur, og sambandsfólk mugu hugsa um Sambandsflokkin og ikki føra fólkaflokspolitikki, sigur Lisbeth L. Petersen í kvøld.