Samgongan hevur ein álvarsaman trupulleika

Tað tykist vera komið vátt í reiðrið millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, eftir at tveir sambandsmenn og Jenis av Rana atkvøddu fyri misálitisuppskotinum frá andstøðuni

Tað tykist vera komið vátt í reiðrið millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, eftir at tveir sambandsmenn og Jenis av Rana atkvøddu fyri misálitisuppskotinum frá andstøðuni.

 

Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri misálitisuppskotinum saman við allari andstøðuni. Tað førdi við sær, at úrslitið var 16 atkvøður fyri og 17 atkvøður ímóti. Harvið var Jørgen Niclasen bjargaður á málstrikuni, tí hann var bara eina atkvøðu frá at verða feldur.

 

Við útvarpið segði Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, at samgongan hevur ein álvarsaman trupulleika eftir at teir tríggir samgongumenninir ikki hava álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni. Men hann fekst ikki at siga, at um samgongusamstarvið er hótt ella heldur fram.