Í gjárkvøldið samtykti býráðið í Fuglafjarðar kommunu at seta Annfinn Hjelm í starvið sum fíggjarleiðari í kommununi. Annfinn er 45 ára gamal og hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og master í leiðslu [...] leiðslu. Hann hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari frá ymiskum størvum í Føroyum. Annfinn Hjelm byrjar í starvinum sum fíggjarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu hin 7. juni 2022.
Vinterberg vann í fjør. Heiðurslønin verður latin við Altjóða Filmfangnaðin í Haugesund í Noreg í døgunum 22. til 29. august. Bye Bye Bluebird hevur verið vístur í Føroyum og verður frumsýndur í Keypmannahavn [...] avn og í Århus tann 30. juli.
Steen Palmqvist var seinast í KFUM & K í januar mánað har hann hevði ein fyrilestur um evnið “Kærlighed til sidste blik”. Steen er í Føroyum í samband við eitt hjúnabandsskeið og í tí sambandi nýtir hann eisini [...] eisini høvið at hava fyrilestrar kring landið. Fyrilesturin í KFUM & K í Klaksvík byrjar kl. 20. Hann er almennur.
in Vagabond í Føroyum. Sangari í bólkinum er Erik Johansen, sum áður hevur spælt í bólkum sum Scandinavia og Gluntan. Vagabond spælir týpiskan norðurlendskan dansitónleik, og teir tríva í bæði nýggjar [...] nýggjar sangir og í góðar gamlar. Hans Jacob og vinmann spæla eisini hetta kvøldið. Vagabond Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn Leygarkvøldið 5/10
tingi í dag, um at loyva samkyndum at skráseta seg í parlag, hevði tað ikki blivið samtykt. Tað skrivar punktum.fo í dag. Ein meiriluti ynskir ikki, at samkynd skulu hava somu rættindi í Føroyum, sum tey [...] tey hava í øllum grannalondum okkara. Øll grannalond okkara loyva samkyndum at skráseta seg í parlagi.
us er stóra stjørnan í litaviskum fótbólti. 26 ára gamli miðvallarin spælir í Brescia í Italia, men hann verður ikki við í dystinum móti Føroyum. Móti Skotlandi var hann óheppin í einum falli, og seinni [...] at talan er um beinbrot. Hartil noyðist liðið at vera verjuspælaran Tomas ?virg?dauskas fyriuttan í kvøld. Hann er leikbannaður.
Vesturvón kom á Fuglafjørð í gjár við 805 tonsum í flaki, sum teir hava fiskað í 48 dagar. Vesturvón fór úr Føroyum 30 mars, teir hava roynt í Barentshavinum, har teir hava havt rokfiskiskap. Manningin [...] Manningin telur 33 mans, skipari er Eyðun á Bergi. Vesturvón hevur gjørt ein túr í Barentshavinum fyrr í ár. Ætlandi fer Vesturvón nýggjan túr mánadagin.
komu í gjár, meðan onnur koma í dag. Okkurt av skipunum siglir millum oyggjarnar fyri at gera kanningar og venja, áðrenn tey leggja at í Havn. Um vikuskiftið liggja tey fýra skipini við bryggju í Havn [...] Havn. Onnur skip úr sama bólki vóru í Føroyum í fjør.
Veðurstovan DMI roknar við køldum veðri í Føroyum komandi dagarnar. Restina av vikuskiftnum verður hitin um frostmarkið bæði um dagin og um náttina. Í kvøld, í nátt og í morgin verður tað um frostmarkið, og [...] møguliga verður okkurt kavaæl. Mánanáttina verður enn kaldari. DMI roknar við, at tað kann koma niður í 5 kuldastig – onkrastaðni kaldari.
kanningarúrslitini eru tøk. Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt [...] Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 6.577 kanningunum. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.