Einasti filmsleiktjóri føroyinga, Katrin Ottarsdóttir, er við nýggja filminum Bye Bye Bluebird, innstillað til Amanda heiðurslønina, sum Festen hjá Thomas Vinterberg vann í fjør. Heiðurslønin verður latin við Altjóða Filmfangnaðin í Haugesund í Noreg í døgunum 22. til 29. august. Bye Bye Bluebird hevur verið vístur í Føroyum og verður frumsýndur í Keypmannahavn og í Århus tann 30. juli.