Marius Stankevicius er stóra stjørnan í litaviskum fótbólti. 26 ára gamli miðvallarin spælir í Brescia í Italia, men hann verður ikki við í dystinum móti Føroyum. Móti Skotlandi var hann óheppin í einum falli, og seinni er staðfest, at talan er um beinbrot. Hartil noyðist liðið at vera verjuspælaran Tomas ?virg?dauskas fyriuttan í kvøld. Hann er leikbannaður.