Veðurstovan DMI roknar við køldum veðri í Føroyum komandi dagarnar.
Restina av vikuskiftnum verður hitin um frostmarkið bæði um dagin og um náttina.
Í kvøld, í nátt og í morgin verður tað um frostmarkið, og møguliga verður okkurt kavaæl.
Mánanáttina verður enn kaldari. DMI roknar við, at tað kann koma niður í 5 kuldastig – onkrastaðni kaldari.