Síðsti dysturin í níggjunda umfarinum er toppuppgerðin millum HB og NSÍ í Gundadali. Í dag fer NSÍ at spæla í Intertoto á Svangaskarði. Tí er dysturin ímóti HB í skipanini lagdur til næsta mikukvøld. HB [...] odda í bestu deildini, og NSÍ er á triðja plássinum. At dystirnir eru so spaddir í einum leikumfari er rættuliga óføroyskt. Men soleiðis er tað ofta í eitt nú Íslandi og Svøríki. Í dag verður spælt í Vági [...] Vági og á Skála, í morgin verður spælt í Fuglafirði, mánakvøldið verður spælt á Toftum, og so skulu HB og NSÍ spæla mikukvøldið.
Søldarfirði Maður: Mourits Simonsen úr Fuglafirði Formaður í Giktafelag Føroya í 16 ár Vald til formann í MBF 15.maj 2004 Tók realskúlaprógv í 1979 og handilsskúlaprógv í 1981 og 82 Eisini hevur hon tikið einstakar [...] fingið møguleikan at roynt. Í samfull 16 ár hevur hon verið formaður í Giktafelag Føroya, og í tí sambandi hevur hon hitt mong menniskju, bæði her heima og uttanlands. - Í mínari verð ber alt til, og mítt [...] býr har. Eg fall til í Fuglafirði, og seinni bygdu vit á Kambsdali. - Her er ógvuliga gott at búgva, og eg trívist væl. Vit liggja miðskeiðis í landinum, og mær nýtist sjáldan at fara í bát longur. - Tvær
juni kl 19.00:í Húsavík, í kirkjuni. Eftir konsertina verður tónleikur og kaffi í ungmannafelagshúsinum. Hósdagin 1. juli kl 19:í Sørvági, í skúlanum Fríggjadagin 2 juli kl 15.30:í Tórshavn, í gongugøtuni [...] i á Jazz-festivalinum Leygardagin 3. juli kl 11.00:í Fuglafirði, í kirkjuni kl 14.00:í Fuglafirði, á skúlanum til málningaframsýning í fimleikarhøllini. Konsertirnar eru allar ókeypis. [...] 2004, úr suðri í norð ? byrjaði á Jóansøkuhaldinum í Vági, har fyrsta konsertin var sunnukvøldið og endar á Varmakeldustevnuni í Fuglafirði leygarkvøldið komandi. Á ferðini verða konsertir í Húsavík týskvøldið
tróður. Í restini av skúlabygninginum er vanligt loft. Svend Olsen, timburmeistari í Gøtu, tekur sær av betong-og timburarbeiðinum, Hógv Handilsvirkið í Saltangará hevur hitan, Matthias Davidsen í Saltangará [...] skúlabygningurin á Toftum er umleið 160 fermetrar stórur í einari hædd. Ein skúlastova er í hvørjum enda, og her er opið upp í tróðurið. Aftrat hesum báðum skúlastovunum, er ein stova til børn við serligum [...] Jørleif Petersen í Fuglafirði gólv-og málaraarbeiðið. Stutt byggitíð Jan Danielsen, stjóri hjá Klement Petersen, sigur, at øll hesi arbeiðir umframt planerings-og kloakkarbeiði eru við í tilboðnum uppá góðu
gjøgnum bygdina í Fuglafirði sóust fólk, sum vóru í holt við at hampa um hús, tún og garðar, nú stevnan stundar til. Menn stóðu við pensli og málingablikki í hondini, og onnur stákaðust í aðrar mátar rundan [...] vikuskiftið, vóru í hæddini. Nógv stákan var í bygdini, og fólk vóru í góðum hýri. Fyrst bar leiðin oman á sandin, har vit tóku mynd av Kyrjasteini, sum er tikin upp og ætlandi verður settur í stand. Onkur [...] listabólkur av Falster í Danmark hevur gjørt, eru hugtakandi á at líta. Tað eru listafólk í Fuglafirði, sum hava samband við henda bólkin. Undarligt skal tað vera, um hesar standmyndir í framtíðini ikki verða
Seinni í fimtiárunum bleiv bókasavn gjørt í norðraru helvt. Í sjeytiárunum flutti kommunan sína skrivstovu í onnur hús, og allur skúlin bleiv gjørdur til bókasavn. Í 1994 settu fólk í Fuglafirði saman við [...] Varmakelda Í Fuglafirði standa eini snotilig hús úr gróti. Hetta er gamli skúli, sum í meira enn 50 ár var einasti skúli í bygdini. Tá ið nýggjur skúli kom í 1937, bleiv gamli skúli kommunuskrivstova og [...] vísir á, at árið eftir, at kunningarstovan í Fuglafirði sá dagsins ljós, varð Ferðavinnan í Eysturoy stovnað sum ein ferðavinnuáhugafelagskapur, har allar kommunur í oynni vóru við. Samstundis varð kunningarstova
Varmakelda Í samband við listafagnaðin, sum verður í Fuglafirði á Varmakeldu, letur danska listarkvinnan, Vibeke Fonnesberg, forvitnisliga framsýning upp í býráðssalinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 18 [...] andlitum, og á framsýningini í Fuglafirði hevur hon eitt nú portrettir av teimum fimm borgarstjórunum, sum verið hava í Fuglafirði, síðan nýggja kommunuskipanini kom í gildi í 1972. Aftrat hesum portrettum [...] 18. Seinastu trý sumrini hevur listarkvinnan vitjað í Føroyum, og her hava náttúran og menniskja bergtikið hana. Vibeke Fonnesberg málar bæði landsløg og portrettir. Seinasta summar setti hon sær fyri at
listamenn í Fuglafirði hava samband við í listaligum ávikum, hava gjørt nakrar standmyndir, sum eru settar upp á ytra armi á bátahylinum. Tá ið róðrarbáturin kemur at landi, fer kópakonan í land á bátabrúnni [...] rógvandi inneftir vágni við einum marmennli (kópakonu) í skutinum, meðan ljóð og tónleikur ljóða um tann víða fjørð. Saxofonisturin Mikkel Hess situr í bátinum og blæsir upp á saxofon, og Jóhan Hentze spælir [...] Noregi og Danmark í kópakonuhami uppí leikin. Øll fara nú dansandi inneftir bátabrúnni. Fuglafjarðar Hornorkestur stendur millum standmyndirnar og spælir, og alt flytir seg nú inn í Mentanarhúsið, har
nakrir av limunum í hesum felag verða eisini við í kappingunum á varmakeldustevnu. - Vit eru spent til tiltakið, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at triathlon-kapping er í Fuglafirði, siga fyrireikararnir [...] kappingin verður inni í bygdini. Fyri at luttaka, er neyðugt at hava vátdrakt ella froskmannabúna. Vinnararnir ? nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki - fáa heiðursmerkir. Fýra bólkar Kappast verður í hesum bólkum: Kvinnur [...] Varmakelda Triathlonkapping verður á varmakeldustevnu í ár. Kappingin, sum byrjar leygardagin, 3. juli klokkan 11, verður bæði fyri kvinnur og menn. Byrjað verður við 400 m. svimjing, síðan verður súkklað
Varmakelda Leygardagin, 3. juli klokkan 15, syngja og spæla Niels og Helgi Midjord í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði. Teir fara at spæla egin løg og syngja sangir hjá Christiani Matras og Janusi Djurhuus [...] hava skrivað. Keramikkur Millum mongu listaframsýningarnar á varmakeldu í ár, er keramikframsýningin, "Vanvart" hjá Guðrið Poulsen, í Ribarhúsi. Framsýningin hjá Guðrið er opin fríggjadagin millum klokkan