Donsk listarkvinna málar býráðsformenn

Danska listarkvinnan, Vibeke Fonnesberg, letur upp málningaframsýning í fundarhølinum hjá Fuglafjarðar kommunu í dag

Varmakelda

Í samband við listafagnaðin, sum verður í Fuglafirði á Varmakeldu, letur danska listarkvinnan, Vibeke Fonnesberg, forvitnisliga framsýning upp í býráðssalinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 18.
Seinastu trý sumrini hevur listarkvinnan vitjað í Føroyum, og her hava náttúran og menniskja bergtikið hana.
Vibeke Fonnesberg málar bæði landsløg og portrettir.
Seinasta summar setti hon sær fyri at mála portrettir av "føroyskum" andlitum, og á framsýningini í Fuglafirði hevur hon eitt nú portrettir av teimum fimm borgarstjórunum, sum verið hava í Fuglafirði, síðan nýggja kommunuskipanini kom í gildi í 1972. Aftrat hesum portrettum hevur hon eisini nakrar náttúrulýsingar.