Svimja, súkkla og renna á varmakeldu

Leygardagin, 3. juli, verður skipað fyri sonevndari triathlon-kapping í Fuglafirði, har tey, sum fara at kappast, bæði fara at svimja, súkkla og renna

Varmakelda

Triathlonkapping verður á varmakeldustevnu í ár. Kappingin, sum byrjar leygardagin, 3. juli klokkan 11, verður bæði fyri kvinnur og menn. Byrjað verður við 400 m. svimjing, síðan verður súkklað 10 km. og at enda verður runnið 3 km.
Kappingin byrjar á sandinum heimanfyri Mentanarhúsið, og øll kappingin verður inni í bygdini.
Fyri at luttaka, er neyðugt at hava vátdrakt ella froskmannabúna.
Vinnararnir ? nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki - fáa heiðursmerkir.

Fýra bólkar

Kappast verður í hesum bólkum: Kvinnur 15 ár og
yngri, kvinnur 16 ár og eldri, menn 15 ár og yngri og menn 16 ár og eldri.
Tað eru ÍF, Flog og FS, sum skipa fyri.
Fuglfirðingar siga, at Føroya Triathlonfelag hevur
veitt teimum hjálpandi hond við fyrireikingunum, og nakrir av limunum í hesum felag verða eisini við í kappingunum á varmakeldustevnu.
- Vit eru spent til tiltakið, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at triathlon-kapping er í Fuglafirði, siga fyrireikararnir.