HB og NSÍ mikukvøldið

Síðsti dysturin í níggjunda umfarinum er toppuppgerðin millum HB og NSÍ í Gundadali. Í dag fer NSÍ at spæla í Intertoto á Svangaskarði. Tí er dysturin ímóti HB í skipanini lagdur til næsta mikukvøld.
HB er saman við Skála á odda í bestu deildini, og NSÍ er á triðja plássinum.
At dystirnir eru so spaddir í einum leikumfari er rættuliga óføroyskt. Men soleiðis er tað ofta í eitt nú Íslandi og Svøríki. Í dag verður spælt í Vági og á Skála, í morgin verður spælt í Fuglafirði, mánakvøldið verður spælt á Toftum, og so skulu HB og NSÍ spæla mikukvøldið.