William Sloans. Tað var eyðsæð, at hesin maður út í odd og egg var ein góð og stór sál, ein boðberi av einum gleðiligum boðskapi, ein evangelistur í sannari merking. Sum hann stendur har í urtagarðinum [...] var eina rundferð um býin og Tórður greiddi frá. Hann hevur búð í Glasgow í fleiri ár, her hann eisini hevur verið prestur. Umframt hevur hann eisini skrivað eina doktararitgerð um Brøðrasamkomuna í [...] var breið semja millum øll í ferðalagnum um, at hetta var ein virðilig minning um Sloan, og tað uttan mun til tilknýti til brøðrasamkomuna. Í eini Miðviku um William Sloan skrivaði eg, at hansara foreldur
Uppgerðin í skiftinum hjá honum vísir eina ogn uppá um kr. 32.000, sum hevur verið ein risaupphædd tá í tíðini. Hann hevur eisini spekulerað eitt sindur. Ein partur av ognini var obligatiónir. Annars hevði [...] lærdi til “kunstdrejer” í Danmark. Hann var liðugur í 1847. Àðrenn hann kom kom aftur í 1850 var hann við í trýárakrígnum (1848-1850) millum Danmark og Týskland. Tað vóru fleiri føroyingar, sum luttóku [...] varð umvæld í 1865. Ein beiggi hansara Christoffur Nyholm Debes (1815-1856), abbi yrkjaran av sama navni, var eisini dreyari. Var eisini frisør Tað er ikki nógv sum er niðurskrivað um dreyaran, men Caroline
málinum var munurin aftur til hinar tvær bátslongdir. Stóri spenningurin snúði seg aftur hesa ferð um, hvør fór at verða næstfremstur. Toftabáturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ stríddist um hetta plássið saman [...] eingin kapping um fremsta plássið, og tað var bara í heilt fáum førum, at fleiri bátar komu á mál so at siga í senn. Argjabáturin hevur vunnið alt higartil í ár, og á Kollafirði var hann aftur sera sannførandi [...] fyrrenn prestur kom. Gamli Sloan var eisini vanur at gista har. Og tað einu ferðina komu teir báðir í senn á vitjan. Tá vistu tey gomlu húsfólkini ikki hvatið var til ráða at taka. Har var bara ein song til
við øðrum, ein túr til Rumenia við neyðhjálp til tey fátøku har á staðnum. Ein túrur, sum lærdi Ernu, at vit her heima á klettunum eiga at verða meir takksom fyri alt tað, ið vit hava rundan um okkum. Sum [...] Sum ein familja Erna var til arbeiðis í handlinum, tá ein genta kom inn á gátt, sum júst var afturkomin frá Rumenia. Erna hevði fyrr hoyrt um hesar túrarnar, sum Absalon Matras skipar fyri, men tankin um [...] úti á gøtunum, og tey flokkaðust um hesar fimm føroyingarnar. - Tað var ræðuligt at síggja, hvat tað er fyri eitt lív, ið tey liva, sigur Erna. Ein dagin hittu tey ein 19 ára gamlan drong, sum stóð og
sum áhaldandi tosa og meta um, hvussu leikur fer, nú avgerandi dystirnir í hondbóltslandskappingini skulu leikast. Spenningur um silvurið Hjá kvinnunum snýr tosið seg ikki um gullmerkini, tí tey eru longu [...] tryggjaðar enn, men tað skal eitt undur av teimum helt stóru til, um tær ikki skulu megna at ogna sær gullið. Hinvegin er dysturin um silvurmerkini fullkomuliga opin. VÍF, Neistin, og Kyndil eru biðlarnir [...] vinna ein greiðan sigur á Tjaldrinum. Hetta skal tó á ongan hátt skiljast sum hin ævinligi sannleikin. Dystirnir skulu leikast, áðrenn stigini verða býtt, og sum kunnugt gongst ikki altíð sum prestur prædikar
hava eftirlit við, um sølurnar á uppboðssøluni eru veruligar, ella um talan er um proformasølur. Henda nevnd skal verða ein nevnd sum fiskakeyparar kundu klaga til, um teir meta at ein søla er proforma søla [...] seg fram til, hvørt ein søluháttur vísir seg at verða ein proformasøla. Ein slík »Proformasølu-Nevnd« kundi verið mannað og farið til verka innan eina viku og vildi hetta verið ein skjótur máti at steðga [...] havtaska. Um havtaskuna og kalvan er at siga, at hesin ikki er at meta sum hagreiddur, um hann einans er kruvdur og avhøvdaður og tí ikki krevst yvir uppboðssølu - hvar er logikkurin kann ein spyrja? Upsabátar
Norðlýsinum, og sagt varð farvæl. Sóust tey ikki aftur her, so skuldu tey síggjast aftur í Himmiríki. Í nov. ella des. 1922 helt Vilhelm Nielsen prestur ( føddur 9. mai 1873, deyður 28. apríl 1931 ) mi [...] einum dreymi, hann hevði havt um náttina. Hann kom gangandi Heimi á Sandi, hann var lágur í ættini, og lá eitt ótal av sprekum fram við sjóvarmálanum. Hann helt hetta vera ein undarligan dreym. Martin hevur [...] urin hjá pápa 7. okt. Norðlýsið hevur óivað ligið fyri teymi, tí varð róð um borð. Veðrið var gott, og eingin ond rørdist. Ein motorbátur sleipaði Norðlýsið suður úr Borðoyanesi. Við motorbátinum vóru
til, at teir avgjørdu ikki at koyra um dagin meira, men bert um morgunin, kvøldið og náttina. - Trupulleikin um náttina var sjálvandi, at um eitt hjól brast ella ein keta slitnaði, var so bølamyrkt, og [...] teir so aftur til stroks niðan brekkuna, men teir vóru ikki komnir meiri enn einar 40 kilometrar, so var sami trupulleikin har aftur. Og nú var hann enn verri, tí nú lak tuktukkin olju sum ein sold. Aftur [...] men lukkutíð kom ein lastbilur fullur av korni framvið og tók teir við til næsta bý. Har var tó eingin mekanikari, so teir máttu bíða, til teir aftur fingu eitt lift til býin Cusco. - Aftur varð allur motorurin
fegnaðist um at síggja myndirnar, og Mourits gamli segði, at so leingi hann ráddi, skuldu tær verða hangandi. Eisini bygdarráðsformaðurin segði, tá tey vóru komin út aftur, at í Fugloy er tað bara ein sjálvfylgja [...] varð beinan veg til merkis, at prinsurin hevði ein fingur á høgru hon tilbundnan, og hann heilsaði upp á fólk við vinstru hond. Roynt varð at fregnast um, hvat hent var, men eingin segði seg vita við vissu [...] hugnaligt, og drotningin tóktist fegin um at hava verið. Tann 76 ára gamli eftirlønti lærarin, Hans David Matras, las lestur, sum Jákup Magnussen, fyrrverandi prestur, hevur skrivað til annan hvítusunnudag
riggaði væl, og var nakað, teir í ein mun eisini hildu fast um í dystinum í Gundadali. B36 hevði allar mans tøkar til dystin, meðan Linfield í fyrra dystinum fekk enn ein leikara skaddan og harvið hevði [...] bóltin av vandaleið, áðrenn ein vakin Peter Thompson fekk førkað bóltin seinasta teinin inn um málstrikuna. Átta minuttir fyri leiklok fekk Róaldur Jakobsen somuleiðis ein góðan møguleika, tá ið hann vann [...] í tveimum heilum dystum. Stórur spenningur Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini, og við úrslitinum 0-0 í báðum dystunum var greitt, at farast mátti undir longda leiktíð. Linfield var um reppið