stjóranum, Peter Straarup er greitt, at bankin er til reiðar at gera tað. 12. mars 1993: Føroyar Banki mælir ótryggum kundum til at flyta pengarnar til Den Danske Bank. 15. mars 1993: Fíggjareftirlitið [...] kapitalur ikki er neyðugur. 22. mars 1993: Føroyingarnir góðtaka ta ætlan, sum ger landsstýrið til ánara av Føroya Banka. 25. mars 1993: Peter Straarup, bankastjóri, sendir eitt rættingarskriv til referatið [...] einum svari til Fólkatingið skrivar Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri: »Efter bankhandelen har der været behov for kapitaltilførsler« 12. oktober 1993: Føroyingar mugu aftur læna pengar til bankarnar
val. Lise Lyck sigur orsøkina til hetta vera, at tað eru fleiri týdningarmikil mál fyri framman. Sáttmálasamráðingar skulu verða til várs, og síðst í mei skulu danir til fólkaatkvøðu um Amsterdam-sáttmálan [...] Avtalu um framtíðina Lise Lyck sigur, at tað ber til at strekkja donsku bankalógina nógv meiri enn vanligt er í øðrum londum, og at hetta er ein av orsøkunum til, at alt fór av lagi. - Talan er um tvær »elastiskar [...] løgfrøðislig meting til, fyri at síggja um føroyingar kunnu krevja endurgjald frá dønum. Her skal arbeiðast skjótt, tí fyrningarfreistin er 22. mars. Hinvegin skulu politikararnir taka støðu til, um m. a. Fí
1998: Líkt er til, at blaðsamrøðan, sum eg hevði við Sosialin mánadagin 5. jan. 1998, ikki er fallin í góða jørð hjá formanninum í Vága Javnaðarfelag Hans Jørgensen og møguliga heldur ikki hjá stórum tali [...] Orsøkin til hesa øsing skal sjálvsagt síggjast í tí ljósi, at tað var júst Javnaðarflokkurin, sum á sinni var forsprákari fyri hesi íløguætlan og var við til at byrja arbeiðið. Men kanska er orsøkin til øsingina [...] tøla av slíkum glantrileiki. Hvussu oftani hevur ikki bergholið til Gásadals verið tikið fram beint fyri val? Løgingið hevur sett nakrar fáar milliónir av til endamálið fyri valið, men so títt og knapt, at
Tað er ikki arbeiði sum manglar á Tórshavnar Skipasmiðju. Har er ov mikið at taka sær til, men tað er sera torført, at fáa fatur á smiðum til umvælingararbeiðið, sigur Poul Mohr í eini stuttari samrøðu [...] samrøðu. - Vit hava tríggjar nýbygningar í gerð til Grønlands. Tann fyrsti skal latast í apríl mánað komandi. Hinir báðir verða latnir ávikavíst í november og apríl komandi ár. - Harumframt hava vit nokk at [...] at arbeiða aðrastaðni. Tað er onki at ivast í at tað var rætt, tann tíð tað var, men harfyri er tað ikki rætt um allar ævir. Poul Mohr sigur, at støðan er tann sama á Skála. Teir hava nokk at gera, men hava
uppgávuorðingina til høvuðsuppgávu okkara. Høvuðsuppgávan eigur at verða løgd til rættis í samráð við ávísan lærara, ið ein hevur valt sær til at vera vegleiðara. Orsakað av verkfallinum er ikki loyvt vegleiðar-unum [...] suðuroyarnæmingarnar til Havnar? Vit búgva ikki í Danmark ella New York, men í Føroyum. Ella kanska hevði tað verið mest »samfelagsliga forsvarligt« at flutt allar føroyingar til Somalia!? Undirvísing [...] ein noyddur at hava verið ígjøgnum fyri at klára seg til próvtøkuna. Spurningurin er so, hvussu vit skulu klára at koma ígjøgnum hesa lesiætlan, um ikki eitthvørt hendir viðvíkjandi verkfallinum. Vit vildu
beinleiðis stuðul til reiðaran. Tað vóru nógvir arbeiðsmenn og -kvinnur sum stuðlaðu Verkamannafylkingina til seinasta val. Tøkkin er nú í ljósmála, ein avtoftan av fiskavirkan á landi, ein stuðul til Fólkaflokkin [...] alt ov stóra ávirkan, verkafjøldini at skaða, men nú skuldi vend koma í. Beint áðrenn tey tóku støðu til stovnanina av egna flokki høvdu formaður Føroya Arbeiðarafelags og formaður Føroya Fiskimannafelags [...] Tað næsta verður, at teir avtaka inntøkutrygdina. Tiltøk teirra ímóti okkara útróðrarmonnum boða ikki frá nøkrum góðum fyri okkara fiskimenn. Tað er greitt fyri Føroya fólk, at Óli Jacobsen sum umboð
erað skúlan. Men hetta málið sær út til at vera torført hjá landsins skúlamyndugleikum at loysa. Viljin sær ikki út til at vera til staðar. Uttan at taka støðu til einstakar eykajáttanir á fíggjarlógini [...] parturin, ikki hevur fingið tað innivist, hann hevur uppiborið. Áðrenn vit koma nærri inn á tað pedagogiska, vilja vit gera vart við, at hølisviðurskiftini á føroysku studentaskúlunum als ikki eru til 28 næmingar [...] smaðurin ikki um vón. Skelkandi er eisini at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í skúlamálum málber seg í fjølmiðlunum um hesa trætu. Konturar til framtíðar skúlapolitikk? Eru tað konturar til skúlapolitikk
Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar [...] verið. Hann treiskaðist og royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann [...] og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið
enn núverandi Heimastýrislóg, als ikki kemur at broyta okkara stjórnarviðurskifti. Føroyingar fáa einki landaræði, Løgtingið fær ikki veruligt lóggávuvald. Vit verða ikki frælst land, men koma eins og undir [...] Heimastýrislóg verður donsk Fólkatingslóg, sum bert útdelegerar umsitingina av ávísum samfelagsfunktiónum til Føroya Løgting, men at endaliga valdið og ábyrgdin verður verandi á Christiansborg hjá donsku stjórnini [...] hesi lóg, hvørs einasta endamál er enn einaferð at binda føroyingin niður, soleiðis at landaræðið ikki verður okkara. Eysturoyar Tjóðveldisfelag staðfestir, at stevna Tjóðveldisfloksins er óbroytt síðan
skattgjaldaranum, serstakliga í teimum førum, har hann fær rættin og ikki skattavaldið. Rationalisering Sjálvsagt er ikki einasta orsøkin til hesa broyting at sleppa fólki undan at fylla út sjálvuppgávur og [...] mótroknað. soleiðis verður ikki nú. Eitt annað, ið helst kemur væl við hjá fleiri, er, at um eini hjún hava t.d. ein handil saman, kann maðurin nú gjalda konuni løn. Hetta bar ikki til áður, men nú kann konan [...] broytingar enn ta nevndu. Hetta fekk landsstýrismannin í skattamálum, Anfinn Kallsberg, til mikudagin at bjóða fjølmiðlunum til ein tíðindafund, har hann greiddi frá skattabroytingunum í síni heild. Kallsberg