teirra, ið eru farin í ferðsluni Í ár er tað 5. ferð, at minningardagurin verður hildin. Tað er Ingi Gunnarson, ið sjálvboðin er primus motor í tiltakinum. Einaferð koyrdi hann einsamallur í bili, á veg til [...] landstýrismaðurin at seta nakrar broytingar í gildi í heyst. Nøkur uppskot til broytingar eru, sum eru skjót og løtt at fremja, og hesar broytingar koma so í gildi í heyst. Onkur av broytingunum, sum lættliga [...] teirra, ið farast í ferðsluni, og hann ger alt tað praktiska arbeiði í samband við dagin. Hjálp og stuðul fær hann frá Ferðslutrygd. ? Vit geva okkum ikki far um hvussu álvarsom ferðslan í veruleikanum er
við skúlastjórasessinum í 1980. Nógv er hent hesa tíðina kring skúlan við Áir, og nógv útskifting hevur verið í ALV-stýrinum. Øssur av Steinum hevur í tíðarskeiðnum frá 1980 til í dag verið skúlastjóri, [...] verið í tinginum um málið, um tingið ikki var farið í summarfrí, og sambært Øssuri er altíð meiri at gera í próvtøkutíðini enn aðrar tíðir. - Eg havi als ongan møguleika fingið, og stýrið hevur í veruleikanum [...] skúlastjórin hevði annars ætlanir um at rigga av í næsta ár, og tí er uppsøgnin ein sera keðiligur endi á einum tíðarskeiði í einum skúla, hann hevur varað av í 24 ár. Føroya Lærarafelag til hjálpar Øssur av
neyðugt at rudda upp. Tað sigur Eli Brimsvík, nývaldur formaður í Havnar Handverkarafelag. Tað hevur verið stórvask í handverkarafelagnum í Høvuðsstaðnum. Í fyrstu syftu førdi tað við sær, at allir nevndarlimirnir [...] avgjørt ikki tað, sum ligggur fremst í huganum. Óstøðug viðurskifti Hetta er aðru ferð í fá ár, at øll leiðslan í Havnar Handverkarafelag verður skift út. Nevndin, sum sat í fleiri ár, steinsvav, og tí varð [...] eina góða millión krónur í partapengum í Føroya Kolvetni. ? Tað er púra greitt, at tað hevði nevndin ikki heimild til, tað haldi eg, at vit hava fingið heilt greitt at vita. Í øllum førum er tað moralskt
Edmundsson skiftir til AB. Hann er eitt tað heitasta navnið í føroyskum fótbólti og hevur í seinastuni verið settur í samband við eitt nú Vejle í Danmark. Í Føroyum hava feløg sum Víkingur og HB verið nevnd, meðan [...] tey størstu í landinum, men alíkavæl rúmar felagið Jóan Símun fíggjarliga. Tað sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argjum, ið rekur besta liðið hjá AB. Tað er helst honum at takka, at AB í hvørtfall [...] fram til í summar hevur ein landsliðsframherja í hópinum, - Vit hava bjóðað honum nakrar møguleikar, sum gera at hann millum annað kann fara til royndarvenjingar uttanlands, og kann skifta í summar um
- Eg tími ikki meiri, tí nú kann tað vera nokk. Eyðfinn Jacobsen hevur verið formaður og nevndarlimur í Atlantsflogi í eini 20 ár og hesi seinastu árini hevur hann verið næstformaður. Men nú hevur hann [...] vísir á, at tað ganga vikur ímillum at nakar tímir at handla við partabrøvum í Atlantsflogi. Higartil til í ár eru partabrøv í føroyska flogfelagnum bara handlað fýra ferðir. Hann sigur, at hetta er heit [...] Hesin sami landsstýrismaður hevur nú beinleiðis lagt seg út í nevndarvalið í felagnum. Hann heldur eisini, at tað er merkisvert, at landsstýrið, í sølutilfarinum, hevur tilskilað sær rætt at velja ein nevndarlim
landsstýrismaður í vinnumálum, nú leggur uppskot fyri løgtingið um at einskilja Atlantsflog. Tað siga tingmenn úr øllum trimum samgonguflokkum. Annars ørkymlaði tað mong at lesa í Sosialinum í gjár, at løgtingsmenn [...] Hendrik Old siga, at einasta ivamál hevur í grundini verið, um hetta skuldi gerast við einari og somu løgtingssamtykt, ella um tað skuldi gerast í tveimum, har løgtingið í fyrstu syftu samtykti at selja 33% av [...] kallar hetta eitt bagatell, sum kann loysast í sambandi við viðgerðina í løgtinginum men bæði Heðin Zachariassen og Kaj Leo Johannesen, hella til, at tað skal vera í einari samtykt, men eisini teir halda, at
upptøkurnar av Sevm!ri, ivast helst heldur ikki í, at tað er fult í tráð við bæði heimildir og ætlaða praksis hjá kappingarnevndini, at B36-spælarin fekk leikbann í tveir dagar. Linjan, sum roynt hevur verið [...] síðani ger av í hvørjum føri sær, um talan er um hendingar, sum skulu hava avleiðingar. Ella hinvegin, um okkurt kortið er givið av misgávum. Arbeiðsbyrðan ov stór Bjarki Mohr er formaður í kappingarnevndini [...] verður við aðrar hendingar, sum hava verið frammi í árinum. Líka fyri Tór og Loka Og tað er rætt, at video-upptøkurnar hava givið FSF ein møguleika, sum tó í sera lítið mát hevur verið n!ttur. Soleiðis var
formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, í tíðindaskrivi í sambandi við, at umboð fyri landsstýrið í komandi viku fara til Seattle á altjóða stjórnarráðstevnu hjá WTO. Formaðurin í uttanlandsnevndini [...] okkum í kappingini við umheimin. Tí heldur hann tað vera sera áhugavert at fylgja við í, hvat Føroyar kunnu fáa burturúr WTO fundinum í Seattle. Fríhandilsavtalan ógreið Ein av ráðgevunum hjá WTO í Geneve [...] Pont-Viera, kunnaði uttanlandsnevndina, tá hon var í Geneve í september, um ymsar bilateralar fríhandilsavtalur, og greiddi hon millum annað frá, at hon arbeiddi í einari deild hjá WTO, sum hevði kannað 70 av
partar leggja alla orku í at fremja stjórnarskipanina, og at tað verður gjørt í tinginum í hesari setuni, tað vil siga í seinasta lagi í apríl mánað. Síðani kann fólkaaatkvøðan vera í oktobur/novembur 2007 [...] meta, alt við, sum eigur at vera í eini nútímans demokratiskari grundlóg. Triði partur – Stýrisskipan fevnir um tað, sum nú er at finna í stýrisskipanarlógini frá 1995. Í uppskotinum eru ávísar broytingar [...] broytingar frá galdandi skipan. Skal talan vera um at gera broytingar í uppskotinum undir viðgerðini í Løgtinginum, er tað mest í hesum partinum. Spurningurin um val av løgmanni og um løgmaður kann útskriva nýval
Oljuvinnufelagið umrøddu støðuna í oljuvinnuni og oljuleitingini á fundi í vikuni. Magne Arge, formaður sigur, at tey enn ikki hava viðgjørt úrslitið av ENI-boringini, men at tey í næstu framtíð ætla sær at fáa [...] sannroynd, at teir flestu limirnir í Oljuvinnufelagnum eru veitarar av einum ella øðrum slagi eitt nú til virksemi á havinum. So tað er at fara í gongd við tað vit hava í hondini og sum ber til innan fyri [...] hvat hendir í bretskum og norskum øki. Her sipar hann til boringina norðaliga í bretskum øki eftir einum ristatórum gassfelti, Ben Nevis og so fundið, Ellida, sum júst er gjørt á djúpum vatni í norskum øki