Hondbóltssamband Føroya hevur funnið mannin, ið skal føra landsliðið fram ímóti nýggjum avbjóðingum. Henrik Gerster, ið hevur verið leikandi venjari hjá H71 síðsta árið, skal nú eisini taka sær av landsliðnum. Hann fer framhaldandi at vera venjari hjá hoyvíkingum, og starvið sum landsliðsvenjari verður tí ikki fulltíðarstarv.
? Henrik Gerster hevur spælt yrkishondbólt í fleiri ár í Danmark og Týsklandi, og hansara drúgvu royndir á hægsta stigi vigaðu ógvuliga tungt, tá vit valdu at seta Gerster sum venjara, segði Eivind Jacobsen á tíðindafundi í ÍSF-húsinum mánamorgunin. Hann legði dent á, at trúvirðið hjá einum so royndum venjara er sera gott, og man kann líta á, at hann veit, hvat hann ger.
Gerster hevur tikið allar venjaraútbúgvingar innan hondbólt, og tí heldur Hondbóltssambandið seg hava fingið ein kompetentan og professionellan venjara.
? Gerster hevur fleiri altjóða royndir enn nakar føroyingur, og tí meta vit, at hann kann leggja nakað gott í okkara ungu leikarar, legði Eivind Jacobsen dent á.
Nýtt ættarlið
Henrik Gerster hevur beinanvegin boðað frá, at hann hevur í hyggju at fremja eitt ættarliðsskifti á landsliðnum. Júst hvussu hetta fer at síggjast aftur á landsliðnum er ilt at siga í núverandi støðu, men tað er greitt, at ungir leikarar skulu mennast til at gerast landsliðsspælarar.
? Ætlanin er at menna nakrar ungar leikarar yvir eitt longri tíðarskeið, soleiðis at teir búnast og mennast sum hondbóltsspælarar. Hetta kann t.d. hava við sær, at tað ikki er tann besti leikarin júst í løtuni, sum verður úttikin, men at tann úttikni leikarin kann mennast til at gerast tann besti leikarin á hesum plássinum yvir eitt tíðarskeið, greiðir nýggi landsliðsvenjarin frá.
Hann sigur, at hann fer at hava tætt samband við allar hinar venjararnar í føroysku landskappingini, so at hann alla tíðina hevur ein fingur á pulsinum viðvíkjandi spælaraevnum.
? Eg vil hava leikarar, ið eru tilreiðar at offra tíð og orku uppá landsliðið, og sum vilja liva eitt lív, ið hóskar seg einum landsliðsleikara, leggur Gerster dent á.
Reyður tráður
HSF hevur eisini ætlanir um at fáa støðug ungdómslandslið, sum kunnu vera við til at menna teir heilt ungu leikararnar. Her er eisini ætlanin at Henrik Gerster skal hava ein stóran leiklut.
? Málið er at gera hondbólt til ein heilársítrótt. Vit vilja fáa fatur á leikarum, ið vilja spæla hondbólt alt árið. Vegurin fram er at hava ungdómslandslið, so at vit á tann hátt fáa aktivera teir bestu ungu leikararnar. Tað má vera ein reyður tráður ígjøgnum landsliðsarbeiði hjá HSF, sigur Gerster.
Venjarin fer longu fríggjadagin at møtast við teimum føroysku venjarunum fyri at tosa um støðuna innan hondbóltin, og hvussu landsliðsarbeiði fer at vera komandi árini.
Challenge Cup
Hondbóltssambandið fer ikki at luttaka í HM og EM-endaspølum framyvir, men ístaðin fer HSF at melda liðið til Challenge Cup, sum kvinnulandsliðið hevur sera góðar royndir frá.
Hetta er ein kapping, sum er ætlað smátjóðum so sum Malta, Kypros og Føroyum. Tað er frí tilmelding og tí er ikki greitt enn, hvørjum londum Føroyar skulu møta.
? Tað gevur onga meining at fara til Rumenia og tapa við átjan málum. Leikararnir mennast ikki av slíkum dystum, og tí skulu vit møta mótstøðuliðum, sum spæla á okkara støði, sigur Gerster avgjørdur.
Challenge Cup verður í desember í 2005, og tað er fyrst og fremst hendan kappingin, sum arbeitt verður fram ímóti.
Men aðrar avbjóðingar standa eisini fyri framman. Grønlendska hondbóltssambandið hevur 100-ára jubileum í vár, og tá er føroyska landsliðið bjóðað við í eina kapping, har onnur norðurlendsk lond luttaka.
Hetta verður fyrsta stóra avbjóðingin hjá Gerster sum landsliðsvenjara. Sáttmálin millum HSF og Henrik Gerster rennur út 31. desember í 2005, men ætlanin er at leingja samstarvið eftir hetta.
Pengar og ambitiónir
Eivind Jacobsen, formaður í HSF, leggur dent á, at tað skal vera samband ímillum ambitiónir og pengar.
? Ambitiónir og pengar mugu hanga saman. Tí eru vit glaðir fyri at hava fingið ein venjara, ið kennir til føroysk viðurskiftir og kann leggja eina arbeiðsætlan út frá teimum umstøðum, sum vit arbeiða undir, sigur Eivind Jacobsen.
? Vit vilja arbeiða hart og professionelt, hóast vit bert eru amatørar fyri at menna føroyskan hondbólt.
Fakta um Gerster
? Var leikandi venjari hjá H71 kappingarárið 1987-88
? Hevur spælt við bæði Hamen og VFL Wuppertal í týsku bundesliguni
? Hevur vunnið fimm meistaraheiti og seks steypakappingar við GOG
? Spældi Evropa Cup finalu við GOG ímóti Barcelona og hevur spælt 65 Evropa Cup dystir
? Hevur spælt tríggjar A-landsdystir fyri Danmark, tann fyrsta í 1994