síggjararnir skulu liva seg inn í upplivingarnar hjá luttakarunum í sendingini. Hetta verður gjørt við at fortelja spennandi søgur, har síggjarin er við ?har tað hendir?, meðan tað hendir - er til staðar, meðan [...] reality-tv sendingin, sum TV3 fer at senda í nýggja árinum er sendingin ?Fear Factor?, sum hevur havt sera nógvar síggjarar í øðrum londum. Hetta er ein sending, har fólk verða blakað út í víðgongdar ræðsluvekjandi [...] Hvat er tað, sum er so áhugavert við tí? Kanska er tað so, at vit ikki longur meta okkara lívsgóðsku í mun til, hvussu støðugt og friðsamt vit liva. Vit vilja hava avbjóðingar ? helst so nógvar sum gjørligt
Rustakambur var sum ein bulmikil hvalur, sum floytti sær í tí stillu hvirruni. Dalurin var eins og nýkaraður lagdur. Lá á gólvinum og seig purpurlittta morgunljósið í seg. Tað dimbláa lýsið í Djúpinum kráaði [...] tur. Primussur var í hesi smáttu, og var tað mangan, hann hevði sjóðað undir bitunum í hesi tignarliga skýli. Tað var besti temuður, ið fáast kundi í heimsins minsta bispagarði, sum hoyrdi til veraldar [...] og sást tað ikki ímóti havsbrúnni. Fet fyri fet komst tú nærri tí skínandi ljósinum. Tað var einki yvir at dylja, at hetta ljós var av eini aðrari verð, mundi tað vera tað sama ljósið, sum skein í myrkrinum
Sjúkralegan verður ikki frároknað. So í hesum døgum, eru tað nógv sum spyrja, hvat tað var ið hendi? Hesin fundurin, sum skuldi byrja nakað nýtt, bæði fyri ES politikarar og øll tey sum ikki eru samd [...] samd við rákinum í dag, endaði við at tosað verður um alt annað, enn tað fundurin snúði seg um. Í staðin verður tosað um anarki, løgregluharðskap og facismu. Ikki um hvussu vit fáa deilt ríkidømi eitt sindur [...] annað. Í staðin bleiv tað Avenyin og Vasastan sum komu á forsíðurnar um allan heim... Säpo, sum er svenska trygdarløgreglan og fregnartænasta, hevði sett upp sína metan av hvat kundi henda, men tað tók eingin
búgva í Havn og tær eru saman so ofta tað ber til. Um eitt ár fer hon at ganga í skúla í Havn. RÚNAR VERÐUR EINSAMALLUR Um tvey ár, í 2003 og fram til 2005 ,verður Rúnar einasti næmingur í skúlanum í Hesti [...] smádrongi sum eitur Niclas Lyngvej og hann er trý ára gamal í dag og trýr fast upp á bæði jólanissur og jólamenn. Lærarin í Hesti eitur Jóan Petur Midjord. Hann er úr Havn og hevur verið lærari í Hesti í tvey [...] havi enn ikki fingið tað sum eg ordiliga ynski mær. Tað er ein fartelefon og hon eitur Nokia 3330. Men eg haldi ikki, at jólamaðurin klárar at geva mær eina fartelefon, tí tær eru ikki í Hesti, og slett ikki
nógv sum til ber, og á hesum økinum er einki fólkaslag so dugnaligt sum júst tað amerikanska. Nú skal eg ikki gera handilsmenninar í Havn til reinar einglar, sum einans hugsa um gleðiboðskapin í hesum [...] hesum døgum, men her í Ameriku eru jólini, eins og allar aðrar høgtíðir, ómetaliga handilsligar. Fórt tú t.d. inn í ta størstu handilsmiðstøðina í Beverly Hills fyrst í november mánaði, sat jólamaðurin longu [...] útlitini fyri jólakava. Í Los Angeles kunnu vit gloyma alt um hvít jól og spurningurin er ikki um men heldur hvussu heitt tað verður á jólum. Eitt sindur torført at koma í jólahýr í hesum veðrinum, og løgið
advent, men tekin eru eisini í sól og mána og stjørnum um at endin er nær. Les bara skriftirnar og hygg eftir, hvat hendir í Miðeystri í dag. Tað verður ongantíð aftur friður í Miðeystri. Og her heima síggja [...] okkum í okkurt av evnunum, sum Hensar eigur heili bókaverk um, eitt nú orIginalu Brochmannslestrarbókina, sum var høvuðsvegleiðari føroyinga á andaliga økinum í fleiri hundrað ár, men tað verður eina aðruferð [...] seg í djúpa reyða lenistólinum. Hann er eitt sindur boygdur, skallutur og hevur nakað álvarsligt yvir sær. Hann sær belisin út. - Jú endin er nær. Tað hoyra vit um í tekstinum til annan sunnudag í advent
enn tað sum profeterað er um í halgu bók, sigur Johan í Hesti, sum fylti 70 í summar og sum er og hevur verið ein so týðandi partur av bygdini í Hesti seinastu mongu árini. Bygdaráðsformaðurin í Hesti [...] sigur tað eisini. Lesa vit í Ezekiel, so verður skrivað um Gog í Magogslandi, sum skal herja á Ísrael í tí seinastu tíðini. Og hann skuldi koma norðaneftir. Men áðrenn tað skuldi valda friður í Ísrael [...] hús eru í Hesti og tólv ættir vóru í Ísrael. Sjey dagar eru í vikuni og hvønn einasta av hesum hugsar Johan í Hesti eitt sindur um Ísrael og hvussu tað gongst Guds fólki. Og hvat er tað so sum fær ein
til láns í tíggju ár afturat og tað var eg glað fyri. Tað er ikki sum vit vænta og ætla, tí tað er Gud sum ræður. Tað havi eg ásannað so mangan. HENDA UNGA kvinnan hevði verið fyri nógvum sum yngri. Tá [...] trý teirra eru deyð. Tað fyrsta, ein genta, livdi bert eina løta, tað næsta ein sonur, sum doyði í ferðsluvanlukku í 1993, og tað seinasta, ein dóttur, ið gjørdist 30 ára gomul, sum doyði júst fyri einum [...] Sandi. Í hugnaliga køkinum hevur hon borðreitt við morgunmati fyri okkum. Á vegginum hongur mynd, sum ímyndar eina boða, sum aldurnar skola inná. Friðaligi jólatónleikurin í bakgrundini verður avbrotin
- Kirkjan sum bygningur og tað, ið hendir sunnudag, hoyrir í stóran mun gerandisdegnum til. Tí skal prædikan endurspegla gerandisdagin, hon skal ikki bara koyra í sær sjálvum, har bert verður tosað um Guð [...] trivnaðin hjá nýggju familjuni í Vági. JÓL SUM TRÚGVANDI Jólini í prestagarðinum í Vági verða helst eini vanlig jól, hóast Marianne sjálvsagt hevur starv sítt at taka sær av. - Tað verða eini vanlig jól. Eg [...] spurningin, sum so mong onnur eisini hava sett, nevniliga, um familjusamband er til Føroya. Hóast flest øll fregnast, so eru prestahjúnini í Vági ikki í familju við Telling-navnið í Føroyum, tað tey vita
ikki farnir djúpt inn í hellið aftur enn. Tað verður ikki fyrr enn trettanda, tá jólini eftir gomlum siði enda, og jólamenninir leggjast inni heilt til fyrsta sunnudag í advent í komandi ári. Tó plaga [...] um hinar jólamenninar í Føroyum. - Og eftir hesum, so eru jólamenninir í Føroyum sum heild á góðari leið, hóast onkur kanska onkuntíð hevur verið eitt sindur raskur at kaga niður í kaggarnar, halda teir [...] hvat og skal eg geva honum eitt orð við á vegnum, so er tað at hann líkist okkum nokkso nógv, og tað er ikki so galið, haldi vit, sigur Greytasleikur. Í hellið trettanda Hóast jólaaftan er farið um bak og