PRESTASTARV
Dagfinn Olsen
Tann 3. november í ár varð Marianne Telling prestvígd í Havnar kirkju. Tann 18. november varð hon innsett í Vágs kirkju.
Marianne Telling er gift Klaus Telling og eiga tey 3 børn, Annemarie, Tobias og Katrine.
Marianne er uppvaksin uttanfyri Keypmannahavn. Guðfrøðilesturin tók henni ikki langa tíð, einans fýra og eitt hálvt ár. Eisini fekk hon børn hetta tíðarskeið.
PRESTUR Á GAMLAN HÁTT
Vit hava hitt Marianne í prestagarðinum í Vági til eitt prát. Eitt prát um m.a. prestastarvið, um nýggja prestin og hvussu jólini verða hildin.
Spurd um, hvør hon er, sigur hon, at nakað einfalt svar finst neyvan.
- Eg eri bert ein genta úr Keypmannahavn. Eg visti ikki, hvat eg vildi verða, men fann í búnum aldri útav - hóast eg enn eri ung - at eg vildi verða prestur. Og so byrjaði eg uppá tað, las skjótt og fekk eisini børn. Tað var, sum hóskaði alt bara so væl saman og gekk væl, sigur Marianne, meðan vit fáa ein kaffimunn og smákøkur, meðan børnini renna til og frá, hóast tað er greitt, at mamma ikki rættuliga hevur tíð at práta við tey, nú gestur er komin á gátt. Men hesa støðu klárar hon tó eisini, hóast hon í løtuni er einsamøll, tí maðurin er í Danmark.
- Eg var ikki vís í, hvat eg vildi verða og um eg vildi verða prestur, sigur Marianne, ið er tað, ið verður nevnt gammelsproglig student, og metir hon tí, at tað við málunum fall henni lætt, umframt, at hetta hevur hennara stóra áhuga.
- Eg vaks upp uttan kirkjuliga bakgrund. Og tað er ikki lætt at velja nakað, sum ein ikki rættiliga veit so nógv um.
Prestastarvið í Vági er hennara fyrsta, men Marianne var greið yvir, hvat hon vildi.
- Jeg ville ud på landet, sigur Marianne, ið beinanvegin søkti størv langt frá stórbýnum. Men tó var hon ikki greið yvir, at leiðin kom at ganga til Føroya.
Marianne søkti bæði á Bornholm og út til donsku vesturstrondina, men kom t.d. í tann trupulleika, at fólk ikki dámdu kvinnuligar prestar. Hon fegnast um umstøðurnar í Vági, har hetta ikki er støðan. Hon hevur verið á staðnum, hevur prædikað, er vald til starvið, so alt hetta er lagt afturum og kennist væl.
- At koma her er jú ein náttúrlig gongd, eftir at hava søkt út um býargarðarnar. Kirkjuliga umhvørvið, sum eg merkti var her, dróg meg. Mangastaðni, t.d. í býarforstøðunum, er heldur tunt við fólki í kirkjunum og prestur má líkasum uppfinna sítt arbeiði. Hetta sigur mær ikki so nógv, eg vil heldur vera prestur, sum í gomlum døgum, har ein hittir fólk til brúdleyp, jarðarferðir og annars er við til kaffiborðini og so framvegis. Eg eri ikki tann, ið eri við uppá at menna prestastarvið til eitt slag av »tryllekunstnara«, sigur Marianne.
- Hugsar ein um familjuna, so er hetta eitt gott stað hjá børnunum at vaksa upp, umframt, at hetta jú var og er eitt sindur ævintýrkent og ein stór avbjóðing, metir Marianne, sum hóast sosialt arbeiði hevur hennara áhuga, ikki júst hevði hug at starvast sum sosialur hjálpari í prestaleiklutinum í einum stórbýi.
- So metti eg, at stuttligari var at royna okkurt annað. At meira format var í at royna hetta, sum yngri, donsk prestakvinna. Og eg angri als ikki, leggur Marianne dent á.
EINKI ER SJÁLVSAGT
Enn hevur Marianne Telling bert einar tveir mánaðir aftan fyri seg í prestastarvinum, so enn er byrjanartíðarskeiðið ikki av.
- Tað er jú ein javnvág, ið skal haldast. Eg virði siðirnar. Eg vil ikki traðka á nakrar siðir, uttan at vita av tí. So hevði eg verið sera kedd. Samstundis skal eg eisini sjálv hava rúm at vera í starvinum. Hesum má eg varisliga finna útav. Tað hevur týdning, meti eg, at eg ikki komi úr kirkjuligum umhvørvi, tí fyri meg hendir einki í kirkjuni, sum ein sjálvfylgja. Einki skal bara sigast, tí soleiðis verður gjørt og hevur altíð verið gjørt. Fasta rútman er góð og savnar, men uppafturtøkan skal hava eina orsøk og ein skal vita hví ein endurtekur, sigur Marianne Telling.
- Tí arbeiði eg eisini við teimum føstu ritualunum, bønunum. Tekur ein ikki støðu til tær, so fáa tær heldur onga merking. Um tær ikki merkja nakað fyri prestin, so kann ikki væntast, at tær hava nakra ávirkan. Soleiðis meti eg tað vera ein fyrimun, at eg ikki havi kirkjuliga bakgrund, greiðir Marianne frá.
IKKI MÍN KIRKJA. Hóast Marianne kennir seg væl í starvinum og kennir, at hon hevur rættiliga fríar ræsur, so roynir hon tó at leggja t.d. jarðarferðir og annað tilrættis, so sum vanliga verður gjørt.
- Tað er jú ikki »mín« kirkja! Eg komi sum prestur fyri eina meinigheit, tey eru jú ikki meinigheit fyri mína skuld, sigur Marianne, ið eisini metir, at fólki ikki nýtist at orsaka fyri henni, um tey ikki eru so trúgvir kirkjugangarar, tí tey skulu ikki koma í kirkjuna fyri prestsins skuld.
OKKURT NÝTT
Í samband við kirkju og kirkjugongd metir Marianne Telling, at formurin hevur nógv at siga, um fólk skulu hava hug at koma støðugt.
Hon vísir ikki aftur, at hon fer at royna okkurt nýtt og øðrvísi.
- Kanska okkurt, ið er meira til børnini, sigur Marianne. Kanska eitt bland av guðstænastu og konsert og tílíkt, sigur Marianne, hvørs maður er pianistur, so sjálvsagt hava hesar hugsanir verið havdar á lofti í prestagarðinum. Sum heild fegnast tey um tónleik, og vóna, at tónleikur verður partur av kirkjulívinum í eini bygd, ið t.d. eigur eitt virkið kirkjukór, og har gróðrarbotnur tykist vera fyri øðrum eisini.
GERANDISDAGURIN OG PRÆDIKAN
- Tað nýggja fer vónandi eisini at liggja í prædikuni, sigur Marianne, ið er greið yvir, at lætt er at yvirmeta týdningin av prædikuni, men fyri hana sjálva hevur prædikan nógv at siga.
- Kirkjan sum bygningur og tað, ið hendir sunnudag, hoyrir í stóran mun gerandisdegnum til. Tí skal prædikan endurspegla gerandisdagin, hon skal ikki bara koyra í sær sjálvum, har bert verður tosað um Guð í mun til Guð. Krøv skulu setast og eg eri ikki bangin fyri tí meira moraliserandi síðuni. Eg las fyri stuttum moral lýstan sum, at ein tordi at taka støðu og siga, at okkurt var betri enn annað, og eg meti, at hetta er á rættari leið, metir Marianne Telling.
- Hesum ætli eg mær at leggja meg eftir, tí kristindómurin hevur týdning og skal hava tað. Kristindómurin skal ikki vera ósjónligur. Hann hevur týdning fyri, at tað kanska eru viðurskifti, ið ein eigur at vraka, og viðurskifti, ið ein eigur at velja.
FISKASUPPA OG PRÆDIKA
Hvussu er gerandisdagurin hjá presti?
- Tá eg eri troytt, so tykist tað mær, sum eg royni tað ógjørliga. Men bert tá eg eri troytt. Eg royni jú at sameina eitt ideal um, at kvinnan klárar eina rúgvu av ymiskum, meðan eg samstundis havi eitt starv, sum vanliga verður roknað sum eitt mannfólkastarv, sigur Marianne.
- Eg havi líka síðani lestrarárini ? sum ikki eru so langt burturi ? ment ein høgan effektivitet. Eisini havi eg ein mann og vit hjálpa hvørjum øðrum. Ikki so, at vit keglast um, hvør ger hvat. Soleiðis hava vit bara gjørt uttan hóvasták; ein tekur eitt, hin eitt annað, sigur Marianne.
Høgu idealini og dreymurin um gomlu leiklutirnar ávirka.
- Eg havi tó høg ideal, tá hugsað verður um at baka og slíkt. Tað hevur við sær, at eg kóki fiskasuppu klokkan 23 á kvøldi, meðan eg skrivi prædiku og so framvegis, smílist Marianne, og viðgongur, at hon er ikki bangin fyri at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Sum embætisfólk er eisini nógv pappírsarbeiði knýtt at prestastarvinum og Marianne dylir ikki, at tað ofta eru seinu kvøldartímarnir, tá stilli hevur lagt seg yvir prestagarðin, ið verða nýttir til prædikurnar.
- Tað er ein roynd at sameina tað ógjørliga. Eg skal eisini hava stundir at studera. Í løtuni eru ikki stundir, tað er meira frá prædiku til prædiku, sigur Marianne og leggur afturat, at embætisarbeiðið fellur henni lætt, tí einum nýtist ikki at hava lisið guðfrøði fyri at føra kirkjubøkur, so tað kann gerast, hóast børnini eru til staðar, meðan prædikurnar krevja ávísan frið.
Hon trívist í starvinum, ið hon ikki hevur hug at kalla eitt starv, men ein lívsstíl. Hon vil fegin, at prestagarðurin verður eitt opið heim, har fólk kenna seg vælkomnan. Hetta er hugnaligt, heldur Marianne, og hevur hetta eisini samband við hennara hugsan um prestsins leiklut, sum hann einaferð var.
Prestafamiljan er við at finna seg til rættis. Børnini hava fingið ansingarpláss í januar.
Maður Marianne, Klaus, var ikki til staðar, tá samrøðan varð gjørd fyri viku síðani, men skuldi tá koma til Føroya fyri at verða nakrar fáar dagar eftir. Enn er einki fæst starv í eygsjón hjá honum, ið er tónleikari og studentaskúlalærari. Men tey hava valt at bíða við at hyggja nærri at hesum, til eftir jól, men eru glað fyri vælviljan, tey hava møtt, og eru eisini greið yvir, at starvsmøguleikarnir hava nógv at siga fyri trivnaðin hjá nýggju familjuni í Vági.
JÓL SUM TRÚGVANDI
Jólini í prestagarðinum í Vági verða helst eini vanlig jól, hóast Marianne sjálvsagt hevur starv sítt at taka sær av.
- Tað verða eini vanlig jól. Eg havi ikki pyntað so nógv, men tað ger ikki so nógv, okkum dámar tað einfalt. Men eg havi bílagt jólatræ, sigur Marianne.
- Eg fái jú »en dejlig masse arbejde«, smílist Marianne.
- Annars havi eg ikki fyrireikað meg so nógv øðrvísi til jólini, enn vanligt er. Eg havi fyrireikað meg, sum trúgvandi gera, ikki so nógv sum prestur, sigur Marianne
Enn hevur Marianne ikki saknað Danmark ella vinfólk og familjuna har. Í løtuni hevur hon heldur ikki hug at steðga á og eftirmeta.
- Tá ein eftirmetir, hyggur ein aftureftir. Tað havi eg als ikki stundir til. Eg vil heldur hyggja frameftir, sigur Marianne, sum tó hevur sent nøkur jólakort og eisini ringir til mammu sína í Danmark. Marianne gleðir seg eisini til nýggjárs og nýggjárshaldið, sum jú er tiltikið í Vági.
Enn dugur hon ikki at tosa føroyskt, men er tó byrjað so smátt og sigur t.d. góðan dag. Hon hevur keypt sær orðabøkur og so metir hon eisini sum stóran fyrimun, at børnini óivað skjótt koma eftir málinum.
Marianne er gift Telling og at enda má blaðmaðurin fregnast og seta brennandi spurningin, sum so mong onnur eisini hava sett, nevniliga, um familjusamband er til Føroya.
Hóast flest øll fregnast, so eru prestahjúnini í Vági ikki í familju við Telling-navnið í Føroyum, tað tey vita av.
Men Marianne hevði eina oldurommu í Klaksvík, sum flutti til Danmarkar og er tí ikki heilt ókend við Føroyar.
- Eg havi sum barn vitjað hjá familjuni í Klaksvík, sigur Marianne Telling, ið hevur úr at gera, nú tað stundar til jóla. Familjan gleðir seg til høgtíðina og til, at tey saman skulu halda fyrstu jólini í Vági.