Ungdómur av bygd, sum gongur í skula í Glasi, brúka upp í fimm tímar um dagin í ferðing, hóast tey ikki búgva longri burtur, enn tey av røttum kundi komið til og frá upp á ein hálvan tíma. Orsøkin til [...] til tað er, at tímatalvan hjá Glasi, og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum, passa ikki saman. Og í løgtinginum í dag spurdi Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, um tað ikki ber til, at tillaga fer [...] at tað letur seg ikki gera, at broyta ferðaætlanina í eini knappari vending, tí fólk leggja sær arbeiði til rættis eftir ferðaætlanini. Men gongd er í málinum, leggur hann afturat.
afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni. Kappingin verður í Marghøllini í Vági - Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og [...] ymisk tíðspunkt, stendur í tíðindaskrivinum. Liðini, sum vinna seg víðari til finaluumfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019. Tað er ókeypis at vera við í kappingini. [...] verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum, stendur í tíðindaskrivinum. Skúlafótbóltur er fyri árgangirnar frá 1. til
Sunda kommuna hevur spílað seg út, nú mentanardagar eru í kommununi. Leygarmorgunin bjóðaði kommunan til brunsj í bygdarhúsinum í Hósvík í sambandi við, at tað eru mentanardagar. Undirtøkan var so góð [...] møttu til tiltakið, sum er tað mesta nakrantíð. Ævintýraferðin var framførd í Hósvíkar skúla, og børnini hugnaðu sær óført. Í Hvalvík vísti Sundalags bátafelag teirra nýumvælda hús fram til tiltakið leygardagin [...] annað gott. Á Oyri varð aftur í ár skipað fyri tiltakinum Hvønn kennir tú á Oyri. Íbúgvarnir á Oyri høvdu veruliga lagt seg í selan fyri at skapa eitt sera hugnaligt tiltak í bygdini leygardagin. Nógv fólk
styttru tunlunum, nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi bora og í til tað endamálið varð ein borivognur keyptur úr Noregi fyrr í ár. Henrik Old heldur, at tað er akkurát passaligt at byrja við at gera [...] fjallavegunum. Tey taka avleiðingarnar og flyta úr bygdini til støð, har børnini kunnu ferðast trygt í skúla á hávetri. Landsstýrismaðurin og samgongan hava stóra ábyrgd at tryggja, at tunnil til Fámjins verður [...] Nú skal Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, greiða løgtinginum frá, hvussu tað gongur við ætlanini at gera nýggjan tunnil til Fàmjins. Tað er Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum
tey koma aftur og fram úr skúla – uttan at verða koyrd í bili. – Tað eigur at verða ein spurningur, skúlin, foreldur og lærarar eiga at taka upp, tí tá ið børnini ganga í skúla, eiga vit eisini at brúka [...] Hvussu koma børnini í skúla og heim aftur? Hetta er ein spurningur, sum skúlar eiga at taka upp við børnini. Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn. Nú Marknagil og har um vegir, verður ein [...] ein skúladepil í Havn við Glasir og nýggjum fólkaskúla á Fløtum, er býráðið komin í trupulleikar av ferðsluni, sum er verður fleirfaldað í hesum sambandi. Men Helena Dam á Neystbø heldur heilt einfalt
Hósdagin var móttøka í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í samband við, at Diana Glerfoss og Maria í Túni fingu handað prógv sum læknaskrivarar. Undirvísingin er á Landssjúkrahúsinum og er skipað soleiðis [...] soleiðis, at tey lesandi fara til Danmarkar á skúla fimm ferðir í lestrartíðini.”
parkering fyri rørslutarnað, og í næstum verður eisini eitt øki gjørt við Roynhøllina í Hvalba. - Hetta er ein liður í at bøta um viðurskiftini hjá rørslutarnaðum í bygdini, siga tey í Hvalbiar kommunu, sum hava [...] gerast betur í Hvalbiar kommunu, og kommunan er nú farin í holt við at gera nøkur parkeringspláss, sum burtur av eru ætlaði rørslutarnaðum. Herfyri gjørdi kommunan eitt øki við Hvalbiar skúla til parkering
arbeiðnum upp á skúlaverkætlanina í Fuglafirði er boðið út í trimum arbeiðstøkum, ávikavist timbur/ snikkaraarbeiði, el og hvs, og hesi tilboð skulu verða inni og verða latin upp í september. Sambært tíðarætlanini [...] øðrvísi. - Vit høvdu ein skúla, sum var umleið 1000 fermetrar tilsamans, harav serliga gamli skúlin var niðurslitin. Nú fáa vit ein nýggjan og nútímans skúla. Samlaði skúlin í Fuglafirði verður saman við [...] tíðarætlanini stendur nýggi skúlin í Fuglafirði liðugur á heysti í 2020, og metti kostnaðurin verður beint oman fyri 100 miljónir krónur. - Eg eri ómetaliga glaður fyri skúlaverkætlanina. Tað er fantastiskt at
Kristin Højgaard, er føddur í Føroyum og var bara fýra ár, tá familjan í 1952 flutti úr Rituvík til Narsaq í Suðurgrønlandi. Tí kennir skiparin seg sum grønlending. - Eg eri kanska í tí løgnu støðu, at eg eri [...] dugdi eg ikki danskt, men eftir stívliga hálvum ári í Grønlandi dugdi eg grønlendskt. Sum 14 ára gamal fór eg á kostskúla í Danmark og seinni á hægri skúla og á læraraskúla. Útbúgvin sum lærari droymdi Kristin [...] Kristin Højgaard sigur, at hann sigldi, til hann á heysti 1980 fór á skiparaskúla í Rønne. Eftir tað sigldi hann sum dekkari í nøkur ár, áðrenn hann gjørdist stýrimaður og avloysari sum skiparan. - Síðan 1987
Tað var ein fagnaðarløta í kvøld, tá ið triðja og seinasta bind í Bygdasøguni um Nes, Toftir og Saltnes varð løgd fram. Hetta var í Tofta skúla. Jóhannes Danielsen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomið, og so [...] Toftum og í Saltnesi. Í samrøðu við Helga Jacobsen greiddi Thorleif Hansen frá arbeiðnum at kanna og skriva ættarsøguna hjá øllum húsunum í kommununi og øllum teimum, sum hava búð og búgva í kommununi [...] er liðugt. Helgi Jacobsen segði sín leiklut í síðsta bindi meiri at hava verið at samskipa enn at skriva. Hann hevur skrivað tvey tey fyrstu bindini, men í hesum triðja bindinum eigur Thorleif Hansen