Hvussu koma børnini í skúla og heim aftur? Hetta er ein spurningur, sum skúlar eiga at taka upp við børnini. Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn.
Nú Marknagil og har um vegir, verður ein skúladepil í Havn við Glasir og nýggjum fólkaskúla á Fløtum, er býráðið komin í trupulleikar av ferðsluni, sum er verður fleirfaldað í hesum sambandi.
Men Helena Dam á Neystbø heldur heilt einfalt, at tað eigur at vera ein uppgáva hjá skúlanum at læra børnini, hvussu tey koma aftur og fram úr skúla – uttan at verða koyrd í bili.
– Tað eigur at verða ein spurningur, skúlin, foreldur og lærarar eiga at taka upp, tí tá ið børnini ganga í skúla, eiga vit eisini at brúka eitt sindur av orku upp á tann partin, heldur hon.
Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, heldur, at ein loysn kundi eisini verið at allir skúlarnir ikki byrja ísenn um morgunin, so at øll ferðslan ikki verður trunkað saman rundan um klokkan átta um morgunin.
Hann nevnir eisini, at fyri at lætta um trýstið, verður eisini umhugsað at hava ein buss at koyra beinleiðis ímillum Glasir, skúlan á Fløtum, og miðbýin.
Bjørghild Djurhuus, sigur í hesum sambandi, at kanningar vísa, at byrjar skúlin seinni um morgunin, fáa tannáringar nógv meiri burtur úr skúlagongdini, tí teir orka ikki upp um morgunin.