kort at keglast við dómaran, og tá hann so eisini kom upp at keglast við mótstøðumann, fall hamarin hart. Tað gav Skála ein fyrimun seinastu trý korterini, og tað tóktist eisini, sum ætlaðu teir at taka [...] sambandið Hóast B36 í eini desperatari roynd at vinna flutti nógv fólk fram seinastu løtuna, so stóð úrslitið ikki at vika. Eitt úrslit, sum her og nú hevur við sær, at NSÍ framvegis er einsamalt oddalið í F [...] taka av hesum. Uttan at flyta fólkið ov langt fram, løgdu teir eitt støðugt trýst á B36, sum fyri tað allar mesta nú var í verjustøðu. Og ofta vóru vertirnir eisini somikið sperdir, at bólturin bara varð
væl havt lagað seg soleiðis, at VB/Sumba hevði havt javnað. Farvælið hjá skjótt fyrrverandi Formula liðnum var av sovornum slagi, at tað eiga at vera góðar vánir fyri, at Suðuroy skjótt aftur verður umboðað [...] var fagnaðurin stórur. Tað stendur svart upp á hvítt, at NSÍ er meistari! Við avrikunum í 25 teimum fyrstu umførunum í huga var ilt at ímynda sær, at tað skuldi kiksa, tá ið síðstu stigini skuldu vinnast [...] skoraði. Jónhard var undan kappingarbyrjan keyptur yvir um fjørðin fyri at vera við til at skjóta málini, sum skuldu til fyri at gera NSÍ til meistara. Leingi gekk tað striltið hjá arbeiðssama skálamanninum
eisini dugdu at koma út, tá Neistin royndi at koma til skot, og soleiðis væl stuðlað av verjuni hevði Guðrun í Lágabø tí ein av sínum heldur lættari døgum. Samstundis ansaði Kyndil støðugt eftir, at tær ikki [...] Gerster nevnliga, at tað var púrasta rættvíst, at Kyndil er mótstøðuliðið í finaluni. Hetta tí Kyndil í løtuni hevur næst besta liðið í landinum. Um ikki annað, so hava tær undirstrikað, at tær í løtuni eru [...] in 27-21 (14-8): Tað er ikki av tilvild, at Kyndil er annað liðið í steypafinaluni. Kanska var lutakastið ikki heilt óheppið, tá Stjørnan og VB vórðu noydd at avgreiða eina hálvfinalu sínamillum. Men fyrst
aftur at telva ein dyst móti Boris Spassky. Hann segði, at hann enn var sitandi heimsmeistari, tí eingin hevði vunnið á honum hesi tjúgu árini. Tað var týðiligt, at Fisher einki vildi hava við USA at gera [...] eitt slag av sálarligum kríggi millum eystur og vestur. Tað var líka við, at Fisher ikki møtti upp, tí hann var ikki nøgdur við, at dysturin skuldi verða í Reykjavík. Eisini var hann sera ónøgdur við fíggjarligu [...] 21 talv, og harvið var tað fyrstu ferð í 24 ár, at ein heimsmeistari kom úr øðrum landi enn Sovjetsamveldinum. Eftir dystin Fisher telvaði lítið, eftir at hann var vorðin heimsmeistari, men hann vísti seg
Tað hoyrist ofta. At hesin og hasin bara troka yngru føroysku leikararnar av liðnum. Uttan at prógva tað, eiga flestu teirra sjálvskriva pláss í byrjunaruppstillingini. Onkur finst at einstøku leikarunum [...] enn nakrantíð. Leggjast skal til merkis, at í 2001 vóru bara 18 útlendingar tilsamans í bestu deildini. Serliga málverjar Tað er ikki eitt nýtt fyribrigdi, at føroysk fótbóltsfelag leita sær út um landoddarnar [...] krevja nógv, og sum tað sær út í løtuni er kappingin eisini hørð um at sleppa undan niðurflyting. Tað er serliga eftir málverjum, at feløgini hyggja uttanlands. Í løtuni eru tað helmingurin av liðunum
Eg plagdi at hyggja at, tá omma mjólkaði kúnni. Eg minnist, hvussu reina eg helt mjólkina vera. Kúgvin var so rikin út í hagan um morgunin og heim aftur um kvøldið. Omma var ikki so nógv at síggja úti [...] omma segði, tá ið vit komu at vitja, so fevndi hon børnini og gav teimum ein koss á kjálkan. Nú er omma farin heim til teir ævigu bústaðir, einans eitt knapt ár eftir, at abbi fór. Árini vóru mong, so [...] Sunnudagar fór hon í kirkju. Tað var ikki altíð stuttligt at koyra til Gjáar. Tað kundi vera nógvur kavi og nógvur vindur. Abbi plagdi mangan at minna meg á, tá ið tað var ivaveður, hvussu glaður eg var
unum. Og tá skuldi fáur trúð, at tvey ár seinni var uppgávan fyrst og fremst at sleppa undan niðurflyting. Leikararnir vistu, hvat tað snúði seg um. Eyðnaðist tað ikki at fáa fult, samstundis sum onkur [...] Skála-bygd. Møguleikin fyri at bjarga sætinum í Formuladeildinum gjørdist upp aftur meira fjarður hjá Skála í gjár. Og hóast útsagnirnar – sum tær sjálvandi skulu – eru, at teir framvegis ikki síggja seg [...] eisini møguleikar at leggja seg á odda. Men hvørki Bogi Gregersen ella Alexandur Johansen tóku av, tá teir vóru í góðari støðu. Tað tóktist ikki hava stórvegis ávirkan á verjupartin hjá B68, at Arnbjørn Danielsen
EB/Streyma málverjin Gunnar á Steig so óheppin at bróta hondina í samanstoyti við mótstøðumann. Ási Dam, sum er unglingur og plagar at vera í álopinum, fór at verja málið. Men bara í eina lítla løtu. Tíðliga [...] 2-1, var greitt, at 07 Vestur fór at vinna. Men leingi var tað ikki sannførandi. Silva økti til 3-1 við stútara eftir fríspark, og so skoraði Tór-Ingar Akselsen tvey mál, so sigurin at enda gjørdist trivaligur [...] enn hann er hjá VB/Sumba. Men satt at siga var tað lítið Formuladeildarsnitt yvir tí, tá ið nýggja oddaliðið hitti teir næstbestu hjá EB/Streymi, sum stríðast fyri at sleppa undan botnplássunum. EB/Streymur
trupulleikunum hjá spanska landsliðnum hevur verið, at einstaklingurin manglar. Ein tílíkur Zinedine Zidane, Marco Van Basten ella Diego Maradona. Hagtølini vísa, at hóast stórleikarar, so hava avrikini ikki verið [...] Tað hevur kanska verið tørvur á, at ein av álvara tekur ábyrgd. Í hesum leiklutinum hevur Raúl Gonzáles roynst væl í Real Madrid, men framherjin er heldur óvæntað ikki at finna í hópinum, sum venjarin Luis [...] Fleiri spaniólar finnast hvassliga at avgerðini hjá landsliðsvenjaranum. Fernando Torres hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Liverpool. Saman við David Villa er ætlanin, at hann skal skjóta málini. Fleiri
gjørdu greitt, at tær undir ongum umstøðum tóku undir við at sleppa endanum, gav hetta okkum øðrum nýggjan íblástur og orku til at halda fram, soleiðis at tað kortini eydnaðist okkum at koma á mál, og [...] skúlin í kappingini. Búi Dahl, lærari sigur, at kappingin stundum kendist somikið strævin fyri bæði næmingar og lærarar, at tey fleiri ferðir umhugsaðu at geva skarvin yvir. Hetta gjørdi seg serliga galdandi [...] næmingunum lag á. SEV fer at brúka lýsingaruppskotið hjá velbastaðarbørnunum í lýsingarátaki, sum serliga verður vent móti ungum í aldrinum 13-16 ár til tess at eggja teimum at minka um elnýtsluna bæði