Fótbóltur
Tað hoyrist ofta. At hesin og hasin bara troka yngru føroysku leikararnar av liðnum. Uttan at prógva tað, eiga flestu teirra sjálvskriva pláss í byrjunaruppstillingini. Onkur finst at einstøku leikarunum, meðan summi fílast á leiðslurnar at fáa teir hendan vegin.
Men føroyskur fótbóltur hevur sanniliga havt gagn av fleiru teirra. Ion Geolgau, Krzysztof Popczynski og Tomislav Sivic eru millum útlendingarnar í føroyskum fótbólti, sum seinastu tíggju árini hava lyft støðið á fótbóltinum. Við øðrvísi hugburði og nýggjum sjónarmiðum hava teir givið leikarum far av, hvat tað krevst, fyri at sleppa víðari. Og tað skulu vit sjálvandi verða takksom fyri.
Í ár eru tað heili 48 útlendingar í føroyskum fótbólti, og talið hevur ongantíð verið so høgt sum nú. Níggju teirra eru virknir í næstbestu deilini. Hinir 39 umboða feløg í Formuladeildini.
Væl fleiri
Tað eru fleiri dømi um útlendskar leikarar, sum eftir einum hálvum ári í Føroyum – ella minni – venda nøsini aftur móti heimlandinum. Soleiðis er eisini í ár. Tamás Nagy, Anderson, Jacob Bymar og Dejan Stojkovic eru millum teirra sum komu hendan vegin í vetur, men spæla ikki longur í Formuladeildini.
Í alt hava 44 útlendingar spælt í Formuladeildini í ár, meðan talið nú er 39. Sum sæst á tølunum aðrastaðni á hesu síðuni, so er tað hægri enn nakrantíð. Leggjast skal til merkis, at í 2001 vóru bara 18 útlendingar tilsamans í bestu deildini.
Serliga málverjar
Tað er ikki eitt nýtt fyribrigdi, at føroysk fótbóltsfelag leita sær út um landoddarnar eftir útlendskum styrki og íblástri. Feløgini eru jú trýst. Áskoðarar og stuðlar krevja nógv, og sum tað sær út í løtuni er kappingin eisini hørð um at sleppa undan niðurflyting.
Tað er serliga eftir málverjum, at feløgini hyggja uttanlands. Í løtuni eru tað helmingurin av liðunum, sum hava ein útlending millum stengurnar. Geza Turi, Andras Gango, Predrag Markovic, Marcin Dawid og Vlada Filipovic.
Teir flestu spæla
Verður hugt nærri at teimum 39 útlendsku nøvnunum í Formuladeildini, so er felags fyri teir flestu, at teir eiga pláss millum teir fyrstu ellivu. Undantøkini eru Predrag Stankovic, sum er næsta val til málverjaplássið í NSÍ, Marcell Balog, sum hevur sitið nógv á beinkinum hjá EB/Streymi, Obele Okeke Onyebuchi og Alin Balutoiu, sum í løtuni mest verða nýttir sum innskiftarar á Skála, meðan Pape Landing Sambou hjá B68 hevur drigist við skaða alt kappingarárið. Somuleiðis er Peter Foldgast hjá EB/Streymi langtíðarskaddur.
Men tað skuldi eisini verið lítil meining í at fáa útlendskar leikarar hendan vegin, um teir ikki styrkja um liðini. Serliga hevur portrið verið trongt hjá teimum ungu í Runavík, har Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen eitt nú kendu seg noyddar at skifta til B68 í summarsteðginum.
B36 og EB/Streymur hava fingið minst mál ígjøgnum í hesum kappingarárinum. Felags fyri hesi eru, at tey hava føroyskar málverjar. Á triðja plássinum kemur HB, og har vardi Tróndur Vatnhamar málið stóran part av fyrru helvt.
Rodrigo Silva er tann útlendski leikarin, sum hevur skotið flest mál higartil. Framherjin úr KÍ er tilskrivaður níggju mál, og hevur Arnbjørn Hansen og Andrew av Fløtum framman fyri seg á toppskjúttaralistanum. Tað er tó ikki vanligt aðrastaðni, at útlendingar eru toppskjúttar í ymsu kappingunum. Í løtuni er tað bara í Danmark, har Djiby Fall úr OB hevur skotið flest mál, av norðanlondunum, sum hevur útlendskan toppskjútta.
Flest úr Serbia
Oftast venda føroysku feløgini seg móti Serbia, tá hesi leita eftir útlendskum leikarum. Árið í ár er einki undantak. Flestu útlendsku leikararnir, sum eru virknir í føroysku fótbóltskappingini í løtuni, eru ættaðir hiðani. Heili 12 av teimum 48 hava Serbia sum tjóðskap.