Fótbóltur
At spæla fótbóltsdyst í fremstu deildini klokkan 19, nú september mánaður er meira enn hálvrunnin, gevur ikki bestu fortreytirnar fyri góðum fótbóltsspæli.
Hetta var eisini sjónligt longu fyrstu løtuna av dystinum í Gundadali. Longu við dystarbyrjan var hálvgum skýmligt við vøllin, og hóast stóru projektørarnir á mastrunum vórðu tendraðir, so liva hesar á ongan hátt upp til altjóða krøvini, hvat hesum viðvíkur.
Og hetta sást eisini aftur í spælinum. Kanska var tað vantandi frálæra í náttarferðslu, sum gjørdi um seg, men í øllum førum høvdu spælarar á báðum liðum ógvuliga trupult við at finna hvønannan. Leikferðin kom av tí sama sjáldan í hæddina, og beinleiðis skeivu sendingarnar vóru mest sum óteljandi.
Dýrt kort
Spakuliga vann B36 sær tó eina yvirvág, og í stórt korter um miðjan hálvleikin áttu teir eisini at fingið hol á. Men avgerandi neyvleikin var tó ikki við teimum, hóast teir spældu seg til fleiri góðar støður. Ikki minst, tá Sylla fleiri ferðir bant alla Skála-verjuna við sínum renningum, áðrenn bólturin varð sendur víðari.
Seinasti parturin av fyrra hálvleiki gjørdist tó heldur dovin, men beint undan seinasta bríkslinum kom dramatikkur í. Mikkjal Thomassen hevði undan hesum fingið gult kort at keglast við dómaran, og tá hann so eisini kom upp at keglast við mótstøðumann, fall hamarin hart.
Tað gav Skála ein fyrimun seinastu trý korterini, og tað tóktist eisini, sum ætlaðu teir at taka av hesum. Uttan at flyta fólkið ov langt fram, løgdu teir eitt støðugt trýst á B36, sum fyri tað allar mesta nú var í verjustøðu. Og ofta vóru vertirnir eisini somikið sperdir, at bólturin bara varð sparkaður burtur, tá hesin varð vunnin við tí úrsliti, at Skála alt fyri eitt aftur kundi fara undir nýtt álop.
B36 royndi tó eisini at bíta frá sær, og 17 minuttir eftir steðgin komu teir á odda. Santos hevði júst havt eitt drøn av einum frísparki, sum brast í stólpan heilt uppi við tríkantin. Hesa ferð legði hann fríspark innfyri úr vinstru. Nógvir mans fóru upp eftir bóltinum, men eingin teirra nart kúluna, sum umvegis handara stólpan legði seg til rættis í meskunum.
Var trýstið stórt undan hesum, so legði Skála nú enn meira fyri. Ferð eftir ferð megnaðu teir at spæla seg út um kantarnar hjá undirmannaða heimaliðnum, og vandastøðurnar gjørdust heilt nógvar. Eisini til B36, sum nú fekk fleiri góðar kontramøguleikar.
Trýstið tóktist tó vera hæsað av, tá útjavningin stakk seg upp úr mest sum ongum. Fróði Benjaminsen tóktist hava fult tamarhald á eini langari framlegging, tá hann brádliga framdi sítt kanska einasta mistak í dystinum. Onkursvegna mest sum tamdi hann bóltin til Slavisa Kaplanovic, og so kundi hesin prika inn um Jákup Mikkelsen til 1-1.
Mistu sambandið
Hóast B36 í eini desperatari roynd at vinna flutti nógv fólk fram seinastu løtuna, so stóð úrslitið ikki at vika. Eitt úrslit, sum her og nú hevur við sær, at NSÍ framvegis er einsamalt oddalið í Formula-deildini.
Fyri Skála kundi einsamalla stigið kanska ikki nýtast til so nógv. Men tað prógvaði, at liðið ikki tykist rakt av teirri líkasælu, sum ofta kann eyðkenna eitt lið í miðjuni, tá kappingin nærkast endanum. Og í øllum førum fingu teir rætt eina stóra hjálpandi hond tvørtur um fjørðin til kommunalu sambúgvarnar.