hann komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt [...] Klokkan er tólv, tá ið vit veitra Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein koyrir varðliga móti Leynatunnlinum. Seinasta vetur knústi hann ein postbil har á leiðini. Hann festir sær í aftur. Nú eru bert tey fremstu húsini [...] tjúgu minuttir í tvey. Eini tredivu hús eru eftir. Hann tekur dik á seg; blaðmenninir hava seinkað honum minst ein tíma. Oyrareingir er seinasti býlingurin. Her eru tólv hús. Seinastur er bóndin á Oyrareingjum
hann komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt [...] Klokkan er tólv, tá ið vit veitra Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein koyrir varðliga móti Leynatunnlinum. Seinasta vetur knústi hann ein postbil har á leiðini. Hann festir sær í aftur. Nú eru bert tey fremstu húsini [...] tjúgu minuttir í tvey. Eini tredivu hús eru eftir. Hann tekur dik á seg; blaðmenninir hava seinkað honum minst ein tíma. Oyrareingir er seinasti býlingurin. Her eru tólv hús. Seinastur er bóndin á Oyrareingjum
farvatnið her. Vit vónaðu at sleppa inn í onkra av havninum. Men veðrið øtlaði, so vit sluppu ongastaðni inn. Tá vit so komu upp móti Holinum, teir kalla, tá var eisini tjúkt. Tá varð ættin eystan. Vit royndu [...] skuldu hagar minst tvær ferðir um dagin eftir koli. Vit høvdu eisini tann trupulleika, sum postmenn ofta hava. Hundunum dámdu ikki, at vit komu. Tá vit fóru avstað aftur við teimum tómu sekkunum, høvdu [...] vóru eg og Grækaris hjá Berinti. Vit koyrdu bilarnar hjá arbeiðsmannafelagnum. Vit høvdu nokk so nógv at gera. Verkfallið skuldi ikki ganga útyvir hospitalið, so vit vóru millum annað á Velbastað eftir
viðhaldsfólkini hjá FCK og Brøndby eru atskilt. Tokið koyrir til Glostrup, har tað eru stutt yvir ein kilometur at ganga til leikvøllin hjá Brøndby. FCK viðhaldsfólkini eru í góðum lag, tá løgreglan fylgir [...] vegin til VIP lounge, har fleiri av fyrrverandi spælarunum eru millum gestirnar. Tvey kend nøvn í føroyskum fótbólti eru at síggja. Tað eru fyrrverandi og núverandi landsliðsvenjararnir hjá okkum [...] rygginum. Framvið vegnum sita fleiri hundrað FCK viðhaldsfólk, sum eru handtikin. Ongin sleppur nær við tey. Onkir løgreglufólk eru meira diplomatisk og greiða forvitnu fólkunum frá hvat er á vási
byggifyritøkan fór av knóranum. Stóri fundarsalurin a Hotel Føroyum er stúgvandi fullur av fólki, øll eru tey komin við hvør sínum brævi í hondini. Christian Andreasen skal koyra showið hetta regntunga mánakvøld [...] nú skulu øll vit keyparir bløða fyri tí, verður rópt úr salinum. - Ja, tað kann man fyri sovítt siga, ljóðar stutta svarið frá Christiani Andreasen. Røringur kemur í salin. - Eg haldi at vit siga øll bara [...] og at bankin nú sendir rokningina víðari til keyparan. Tey vilja hava at vita, hvussu nógvir pengar eru í klemmu og hvussu nógv bankin missir. - Hallið av byggingini er millum 10 og 20 milliónir krónur.
á láni í Suðuroynni, tí hon er fullkomilia afturútsigld á nógvum økjum. Tað er ein veruleiki, sum vit noyðast at gera nakað við. ? Harumframt er so lítið byggivirksemi í Suðuroynni frammaundan, at tað [...] tað eisini ætlanin at seta 21 milliónir av til at byggja studentaskúlan í Suðuroynni út fyri. Sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár er ætlanin at seta peningin av í trý ár, frá 2001 til 2003. Gera nýggja [...] arbeiðir við. Karsten Hansen sigur, at nú vegirnir í Kalsoynni verða lidnir í ár, er tíðin eisini komin at hugsa um eina betri ferjulegu í oynni, so at tað fer at liggja betri fyri at sleppa til og frá
einki við dómaran á Réunion. -Eg var hjá dómaranum í vikuni saman við mínum advokati, og har fingu vit at vita, at um eg skrivaði undir eitt skjal, sum segði, at eg var sekur í at hava fiskað ólógliga, [...] Fyri at dekka yvir hetta mistak skal eg so viðganga meg sekan. Sigmund Andreassen viðgongur, at teir eru komnir inn um mark, men leggur aftrat, at teir hava ikki fiskað har. Hann kennir seg annars sum var [...] alvápnaðar hermenn umborð og sótu hesir og peikaðu við byrsumúlanum móti okkara høvdum - sum vóru vit av ringastu brotsmonnum. Síðani stongdu teir brúnna av, soleiðis at eg sum skipari ikki fekk atgongd
Tað gongur skjótt hvønn vegin í Føroyum. Tað vita vit, tá tað snýr seg um veðrið og upp- og niðurgangstíðir. Og at tað eisini í fótbólti ofta gongur skjótt hvønn vegin, er so ofta komið fyri. Síðsta dømið [...] liðnum. Talan er kortini ikki um hvønn sum helst, tí Sjúrður í Skemmuni, Jan Nónklett og Ken Nónklett eru í ferðalagnum hvørja ferð U-16 landsliðið fer av landinum. Hvussu hevur verið og ikki, so hevur hilnast [...] fáa vitjan av Skála. Um NSÍ vinnur í Fuglafirði komandi mánakvøld og ímóti Skála á heimavølli, so eru teir FM vinnarar, sjálvt um B36 vinnur sín síðsta dyst, sum er á heimavølli ímóti KÍ komandi mánakvøld
var, at tað ikki viðraði, ?men bæði veðrið og fyrireikingin sum heild, gekk av tí allar besta, og vit eru sera glað og væl nøgd við úrslitið.? Sum tú nærkaðist Svangaskarði hendan góðveðurssunnudagin, kundi [...] barnasálini?! At dagurin var fyri børnini og til teirra besta var eingin ivi um táið tú fyrst var komin at sita. U.l. 5.000 fólk vóru savnaði saman - av hesum, 4.300 børn. Tað var ein frøi fyri sál og anda [...] sum vórðu sungnir, tí sunnudagsskúlar úr flestu kommunum í landinum vóru umboðaðir, og sangirnir eru kendir og verða sungnir hvønn sunnudag tvørtur yvir øll kommunumørk, sangir og kór sum t.d. Ongum er
ni á Skálafjørðinum plagar at vera góð ábending um, hvussu væl manningarnar eru fyri, áðrenn tað verður álvari. Og skulu vit nýta róðurin í góðum líkindum á Skálafjørðinum sum grundarlag, so kann ikki [...] hava orsøkir til meiri enn at vóna, at tað fer at hilnast væl í heimasjógvi á norðoyarstevnu. Nú eru fleiri ár síðani, at nakar bátur úr Klaksvík vann ein kappróður, og tað er sjálvandi væl longri síðani [...] var klárt nummar tvey, og Skálabáturin, sum als ikki tók lut í kappingini í fjør, var aftastur. Tað eru tvær vikur til norðoyarstevnuna, og tað kann nógv broytast til ta tíð. Tað skal eisini takast við,