NSÍ og B36 vunnu sær fyrimunin

Tað var drama í fyrru steypahálvfinalunum í kvøld, har tað bæði kom brotsspark og reytt kort.

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hava verið í kvøld. NSÍ og HB hittust við Løkin í Runavík, meðan Víkingur og B36 spældu í Sarpugerði.


Tað var hópurin av málmøguleikum ímillum NSÍ og HB í fyrra hálvleiki, men hóast tað, so var støðan málleys í hálvleikssteðginum.


Í seinna hálvleiki fall bara tað eina málið. Tað var Klæmint A. Olsen, sum í 79. minutti umsetti brotsspark til mál og harvið tryggjaði NSÍ ein 1-0-sigur.


Í Sarpugerði var tað Gestur B. Dam, sum við einmansavriki legði B36 á odda 1-0 í 17. minutti og gav gestunum eina dreymabyrjan.


Tá ið góður hálvur tími var leiktur fekk liðskiparin hjá B36, Jákup á Borg, beinleiðis reytt kort fyri at hava verið í tvídrátti við Atla Gregersen, sum brádliga lá slættur á vøllinum.


Víkingur royndi at gangnnýta yvirtalsstøðuna, men føroyameistararnir úr B36 stríddust fyrimyndarliga væl – teir hildu Víkingi frá stóru málmøguleikunum og vardu ein 1-0-sigur í hús.


Seinna hálvfinalan ímillum B36 og Víking verður 3. juni, meðan tann seinna ímillum HB og NSÍ verður dagin eftir, 4. juni.


Lesið beinleiðis frásøgnina, sum in.fo hevði frá steypahálvfinalunum, niðanfyri:

 

_______________

 

NSÍ – HB 1-0 (0-0) - liðugt

1-0: Klæmint A. Olsen, 79. (br.)

 

Liðugt: Brotssparksmálið hjá Klæminti A. Olsen góðar 10 minuttir fyri leiklok gjørdist alt avgerandi. NSÍ hevur vunnið 1-0 ímóti HB og hevur skapt sær gott útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna í Gundadali.

 

 

90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat.

 

89min.: Klæmint A. Olsen fær gult kort fyri takkling.

 

 

85min.: Árni Frederiksberg stendur fyri naskari skotroynd, men Teitur M. Gestsson bjargar til hornaspark.

 

84min.: Nú fremur eisini HB sína aðru útskifting. Símun Samuelsen, sum fyllir 30 ár í dag, fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Poul Ingason.

 

 

80min.: NSÍ fremur sína aðru útskifting. Andras Frederiksberg fer av vøllinum og í hansara stað kemur Meinhard E. Olsen.

 

 

79min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til NSÍ! Klæmint A. Olsen verður feldur í brotsteiginum og Petur Reinert peikar á brotssparksblettin. HB-ararnir eru sera misnøgdir við avgerðina, men tað broytir ikki upp á, at Klæmint A. Olsen tekur av møguleikanum og leggur NSÍ á odda 1-0.

 

 

70min.: NSÍ fær hornaspark tvær ferðir upp í slag, men eiheldur hjá NSÍ spyrst nakað burturúr hornasparksstøðunum.

 

68min.: Teir spara seg ikki, men tað býr einki ónt í nærdystunum.

 

 

65min.: Aftur liggur HB framvið. Hesaferð vinna teir sær hornaspark, sum tó einki stórvegis spurdist burturúr.

 

63min.: René S. Joensen roynir seg við skotið, sum verður avrættað og er um reppið at snýta Andras Gango í NSÍ-málinum.

 

 

56min.: Bæði liðini fremja eina útskifting. Hjá NSÍ kemur Haraldur R. Højgaard á vøllin í staðin fyri Magnus H. Olsen, meðan HB hevur sent Hilmar Leon Jakobsen á vøllin í staðin fyri Levi Hanssen.

 

 

54min.: Enn hevur eingin stórur møguleiki verið í seinna hálvleiki, men HB lúrir eftir mótálopum við kvikleikanum kanska serliga hjá René S. Joensen.

 

 

46min.: Teir eru byrjaðir aftur í Runavík. Vindurin er nakað minkaður, nú teir eru farnir í gongd við seinna hálvleik.

 

 

Hálvleikur: Tað trýtur ikki við málmøguleikum, men hóast tað, so er støðan 0-0 í hálvleikssteðginum.

 

 

41min.: Framvegis lívligt við Løkin! Árni Frederiksberg langar eitt innlegg í pannuna á Klæmint A. Olsen, men Teitur M. Gestsson stendur júst har, sum brádligi stútari hjá Klæminti er ávegis.

 

40min.: Risa møguleiki til HB! Arnbjørn Hansen gjørdist púra leysur nakað í vinstru, men hann spilti møguleikan við at skjóta við síðuna av málinum.

 

 

30min.: Hvørki av liðunum himprast við at seta ferð á frameftir. Nú var tað NSÍ, sum streyk avstað, men skotið hjá Pól Jóhannusi Justinussen endaði í síðunetinum.

 

29min.: Alex José dos Santos roynir seg við frísparki, men hann fær ov nógv undir bóltin og hann fer upp um málið.

 

27min.: Upptakt til klandurstøðu eftir at Klæmint A. Olsen brádliga liggur slættur á vøllinum, men Símun Samuelsen biður um umbering og spælið heldur fram.

 

23min.: Jóhan Troest Davidsen fær gult kort fyri at seinka uppafturtøku av leiki. Hann stillaði seg fyri, tá ið HB royndi at taka skjótt fríspark.


22min.: Andras Frederiksberg roynir úr 40 metrum at lyfta bóltin upp um Teit M. Gestsson, sum er komin nakað langt úr málinum. Bólturin fer á tvørtræið!

21min.: HB brýtur ígjøgnum á vonginum, innlegg verður sent innfyri málið og René S. Joensen stútar beint framvið málinum.

 

17min: Drúgt NSÍ-álop endar við, at vart verður fyri skotroynd frá Magnusi H. Olsen, og HB setir ferð á eitt mótálop. Monrad Holm Jacobsen er vakin og ruddar bóltin av vøllinum.

 

14min: Andras Frederiksberg fær munnliga átalu frá dómaranum fyri at gera fríspark. Nú er linjan løgd eftir lívligu byrjanina.

 

13min.: NSÍ vinnur sær fríspark frammarliga í vinstru síðu, men frísparksinnleggið nervar ikki HB-verjuna, sum ruddar upp og byrjar nýtt álop.

 

 

11min.: Frálíka hendingarrík byrjan í Runavík, har tað er lívligt og liðini longu hava havt hvør sínar tveir møguleikar.

 

10min.: Nú fekk NSÍ ein góðan møguleika! Toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, strýkur avstað, men Teitur M. Gestsson bjargar.

 

9min.: Enn ein møguleiki til HB. Arnbjørn Hansen sendir ein væl upplagdan René S. Joensen avstað, men skotið fer framvið málinum.

 

 

7min.: Verjan hjá NSÍ er óansin og René S. Joensen er um reppið at sleppa fram til risa møguleika, men hann fær ikki tamarhald á bóltinum og vandin er av.

 

 

5min.: Pól Jóhannus Justinussen roynir seg við langskoti, men Teitur M. Gestsson í HB-málinum bjargar.

 

4min.: Avloysarin hjá Fróða Benjaminsen, blaðungi Bartal Wardum, roynir at koma ígjøgnum á vonginum og tað endar við, at Jógvan Rói Davidsen sendir eina úrslitaleysa skotroynd avstað.

 

3min.: Teir leggja bragdliga fyri. Longu nú hava nakrir kropsdystir verið, og higartil hevur dómarin loyvt tí.

 

1min.: Petur Reinert hevur bríkslað dystin í gongd. Líkindini eru góð og tað eru nógv fólk møtt til dyst við Løkin í kvøld.


Byrjunaruppstillingar:


NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jacobsen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Andras Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Martin Mortensen – Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Karstin Hansen, Jákup Andrias Gaardbo, Haraldur R. Højgaard, Jónleif Højgaard og Meinhard E. Olsen.


HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Símun Samuelsen, Bartal Wardum, René S. Joensen, Levi Hanssen – Teit Jacobsen – Arnbjørn Hansen

Á beinkinum: Petur S. Thomsen, Poul Ingason, Adrian Justinussen, Hilmar Leon Jakobsen og Gunnar Haraldsen.


Undan dystinum: Gestirnir úr HB mugu í kvøld síggja burtur frá liðskiparanum Fróða Benjaminsen, sum er burturstaddur. Eiheldur Andrew av Fløtum er við. Hann er leikbannaður. Christian R. Mouritsen hevur fram til henda dystin verið ivasamur vegna trupulleikar við tí eina tjúkkanum, og tað er nú greitt, at hann heldur ikki verður við í kvøld.


Heimaliðið er eiheldur sloppið snikkaleyst fram til hesa fyrru hálvfinaluna. Jens Joensen er við at koma seg eftir drúgva knæskaðan, men hann er ikki við í kvøld. Tað eru Jonhard Frederiksberg og Hákun Edmundsson eiheldur. Teir hava skaðar ávikavist í rivjabeinunum og í lærkrikanum.

 

__________________

 

 

Víkingur – B36 0-1 (0-1) - liðugt

0-1: Gestur B. Dam, 17.

Reytt kort: Jákup á Borg, 31.

 

Liðugt: Tað brendi øgiligt á frammanfyri B36-málið síðstu løtuna, men B36 stóð ímóti og hevur vunnið 1-0.

 

 

91min.: Finnur Justinussen roynir seg við skoti, men tað er hvørki ferð ella kós á og B36 sleppur enn einaferð við skrekkinum.

 

 

90min.: 4. dómarin, Alex Troleis, lyftir talvuna upp, sum vísir, at tað í minsta lagi skulu spælast fýra minuttir av yvirtíð.

 

88min.: Víkingur hevur vunnið sær hornaspark, men innleggið gjørdist ikki vandamikið og í løtuni er tað lítið sum bendir á, at Víkingur megnar at fáa útjavnandi málið.

 

87min.: Bæði liðini skifta út. Andreas Lava Olsen kemur á vøllin í staðin fyri Gunanr Vatnhamar, meðan Benjamin Heinesen loysir Hanus Thorleifsson av hjá gestunum.

 

 

83min.: Sámal Jákup Joensen kemur í góða støðu á vonginum, men innleggið er óneyvt og fer út av baklinjuni.

 

82min.: Tíðin er so smátt farin at renna undan hjá heimamonnunum, sum hava trupult við at leggja neyðuga trýstið á B36-verjuna, sum fær góðan stuðul frá liðfeløgunum av fremru plássunum.

 

 

77min.: B36 hevur sum so ongan áhuga í at hava bóltin, men royna teir úr høvuðsstaðarfelagnum heldur at verja leiðsluna og útivallarmálið.

 

 

75min.: Víkingur hevur greiða yvirvág í spælbýtinum, men enn hava teir ikki víst seg at hava uppskriftina upp á spæla seg ígjøgnum stríðandi B36-liðið.

 

69min.: Víkingur skiftir út. Dánial Pauli Lervig fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Hjartvard Hansen.

 

 

66min.: Víkingur repar seglini og trýstið á B36-málið økist.

 

65min.: Eli F. Nielsen og Gunnar Vatnhamar hava fingið hvør sítt gult kort fyri ov harðligar takklingar.

 

63min.: B36 skiftir Hans Pauli Samuelsen út og gevur Andriasi H. Eriksen møguleikan. Helst er tað stríðsvilji hansara, sum brúk er fyri.

 

 

59min.: Víkingur hevur nú vindin undan og leggur trýst á B36, men enn hava teir ikki spælt seg til tann heilt stóra málmøguleikan.

 

 

46min.: Skaðarnir hjá Víkingi halda fram. Bárður J. Hansen haltaði stóran part av fyrra hálvleiki, og hann er nú blivin avloystur av Magnusi Jarnskor.

 

 

Hálvleikur: B36 sleppur til hálvleiks á odda 1-0, men tað verður ein torfør uppgáva at halda leiðsluni í seinna hálvleiki, tá ið Víkingur - sum er ein leikari fleiri á vøllinum - eisini kann gera sær gagn av undanvindinum.

 

43min.: B36 roynir sum frægast. Tað er serliga Lukasz Cieslewicz, sum hevur bóltin nógv. Av tí sama hevur hann verið feldur ofta, og nú fekk Finnur Justinussen gula kortið.

 

 

41min.: Finnur Justinssen verður væl spældur - hann langar til, men hann rakar ein B36-ara og tað verður hornaspark. Eftir hornasparksinnleggið royndi hann seg einaferð enn, men hesaferð fór bólturin framvið málinum. Víkingur trýstir undirmannaða B36-liðið!

 

 

39min.: Hanus Jacobsen sendir innlegg innfyri, men B36-verjan fær ruddað burt. Víkingur vinnur bóltin og setir gongd á nýtt álop.

 

37min.: B36 hevði gott tamarhald á dystinum fram til liðskiparin varð útvístur, men nú er tað Víkingur, sum spælir bóltin runt.

 

 

31min.: Reytt kort! Jákup á Borg og Atli Gregersen hava havt ein orðadrátt, og løtu seinni liggur Atli Gregersen slættur á vøllinum. Dómaratoymið tosar saman, og úrslitið er, at Lars Müller gevur Jákup á Borg beinleiðis reytt kort.

 

 

26min.: Víkingur stríðir seg frameftir vøllinum og Hanus Jacobsen roynir seg við skoti, men Tórður Thomsen í B36-málinum bjargar royndini hjá álopssinnaða vinstrabakkinum.

 

 

22min.: Nú roynir Víkingur eisini at ota seg frameftir. Teir vinna sær hornaspark, men tað spyrt einki burturúr.

 

20min.: Lukasz Cieslewicz roynir seg við langskoti, sum fer beint framvið málinum.


 

17min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til B36! Framúr einmansavrik frá unga avloysaranum á vinstra bakki, Gesti B. Dam, sum strýkur avstað og komin tætt at málinum prikar hann bóltin inn um Víkinga-málverjan og leggur B36 á odda 1-0.

 

 

12min.: Nú kom fyrsta skot á mál. Tað var Hanus Thorleifsson úr B36, sum royndi seg, men blaðungi avloysarin hjá Geza Turi, Elias Rasmussen, heldur høvdið kalt og bjargar lættliga.

 

 

11min.: Odmar Færø er komin framvið og spælir bandaspæl við Lukasz Cieslewicz, men Víkingur kemur ímillum og enn bíða vit eftir fyrsta málmøguleikanum í dystinum.

 

10min.: B36 hevur havt bóltin fyri tað mesta, men tað er somikið fitt av vindi, at tað enn ikki hava verið líkindir fyri góðum fótbóltsspæli.

 

 

1min: Lars Müller hevur brísklað dystin í gongd. Tað er eitt frískt lot eftir vøllinum, og tað er B36, sum hevur vindin undan í fyrra hálvleiki.

 

 

Byrjunaruppstillingar

 

Víkingur: Elias Rasmussen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sámal Jákup Joensen, Gunnar Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Dánial Pauli Lervig – Philip Djordjevic – Finnur Justinussen

Á beinkinum: Rógvi Djurhuus, Andreas Lava Olsen, Magnus Jarnskor, Jákup Vatnhamar Olsen og Hjartvard Hansen.

 

 

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Hanus Thorleifsson, Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen, Hans Pauli Samuelsen - Hanus Thorleifsson - Lukasz Cieslewicz  Jákup á Borg

Á beinkinum: Trygvi Askham, Andrias H. Eriksen, Árni G. Nielsen, Benjamin Heinesen og Karl Martin Danielsen.


Undan dystinum: Í Víkingi er talan um mannfall. Gert Hansen, Súni Olsen og Sølvi Vatnhamar hava allir knæskaðar. Geza Turi er leikbannaður, Heðin Hansen er burturstaddur og Andreas Lava Olsen, sum hevur verið ivasamur vegna skaða, situr á beinkinum í kvøld.


Gestirnir úr B36 eru framvegis uttan teir báðar langtíðarskaddu bakkarnar, Jónas Tór Næs og Alex Mellemgaard. Harumframt er framherjin Ibrahima Camara leikbannaður.