hetta til sín og gjørdi av at gera hugskotið til veruliga - í samstarvi við Stephanson Hús, sum tekur sær av tí praktiska. Oljubólkurin, sum hann her sipar til, varð stovnaður í 1996. Valdir vórðu 10 persónar [...] spurdu Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, hvussu tað ber til, at teir hava tikið stig til hesa ráðstevnuna. Hann vísir á, at eftir at hugskotið til at skipa eina slíka ráðstevnu í Føroyum kom fram frá fleiri [...] tað hava tey gjørt sær greitt, hvat tey ætla sigur Jan Mortensen, sum vísir á, at nettupp tí varð stevnan løgd nú. Føroysk vinna við Ætlanin er at fáa fyristøðufeløgini at greiða frá, hvat tey ætla og hvussu
ár, har mann serliga leggur dent á ávís evnir. Undir slíkum sáttmálum kunnu serlig atlit verða tikin til t.d. móðurmálið. - Tað er ógvuliga gott, at tað verður tosað um hesar trupulleikarnar - tað er av [...] læra jú tey donsku heitini og orðingarnar, t.d. í frá telduni um at senda mail og videresend . Hví ikki á føroyskum? Hetta skal fram á borðið. Vit skulu vita, hvat hetta kostar og kanna hvat skal til, sigur [...] viðvíkjandi undirtekstunum, er tað møguliga ein tanki at gera eina lítla játtan til teksting, men tað kundi eisini verið tikin inn í ein Public Service-sáttmála. - Tað kundi komið uppá tal, men eg veit ikki
framhaldsdeildini í fólkaskúlanum hava kært seg um, at tey hava havt trupulleikar av at skilja øll orðini, sum brúkt vórðu í uppgávunum, sum næmingarnir fingu til royndina í greiðslurokning, sum var hildin í skúlunum [...] r av hesum. Fólk gjørdust ótrygg, og onkur royndi at gita seg fram til hvat hetta kundi merkja. Tað kann so í ringasta føri elva til, at næmingurin ikki hevur loyst uppgávuna rætt við teirri avleiðing [...] Betri hevði verið, heldur onkur lærari, at brúkt tey altjóða orðini, sum vanlig hava verið fyrr, heldur enn slík serføroysk orð, sum fólk ikki kenna, tí tey ikki dagliga verða nýtt. Ein lærari, Sosialurin
Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat tey gera fyri at bøta um støðuna hjá føroyskum fangum, sum verða sendirt til Danmarkar at sita. Í hesum sambandi spyr hon hví føroyskir fangar [...] Føroyum, verða sleptir út aftur á gøtuna í Danmark, theldur enn at verða fluttir heim aftur til Føroyar, har teir vórðu handtiknir. Hon spur eisini, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at føroyskir fangar fáa virðiliga [...] donskum fongslum. Føroyska kirkjan hevur júst sett ein prest, sum ferðast til Danmarkar fimm ferðir um árið og samrøðurnar við hvønn fanga vara í umleið ein tíma. Megna Títt Lív er ein skipan hjá Almannaverkinum
av grøðini. Akkurát, hvussu nógv gæsnar eta, eru tey í løtuni í ferð við at kanna. Og tær kanningarnar verða nettupp gjørdar Inni í Dal, sum hoyrir til Beitisgarðin á Sandi. Har stikaði Búnaðarstovan eitt [...] Rólvur Djurhuus sigur, at úrslitið av hesi royndini skal brúkast til at skjalprógva fyri landsstýrinum, hvussu stóran skaða, gásin elvir til. - Í fjør heittu vit á landsstýrið um broyra fuglaveiðilógina, [...] áheitan um at geva loyvi til at skjóta gás í veltum lendi, men tá verða skjalprógv løgd við sum vísa, hvussu stóran skaða, gásin ger. Rólvur Djurhuus sigur, at gásin elvir til skaða at kalla alt árið.
hevur, og tí hava tey ikki somu meining um dansin, sum skipari og brúðarpar hava. - At brúðarvísan tá er long og ongan enda tykist fáa, fær fólk til at kenna eina negativa kenslu til brúðardans og føroyskan [...] vindur tað meiri og meiri upp á seg, at fólk giftast til dømis klokkan 11 og hava síðani ein døgurða fyri teimum nærmastu. Hann kom inn á upprunan til føroysku brúðarvísuna, »Várharra hann segði«, og greiddi [...] hildin at verða nóg góð, men Sverri Patursson eggjaði J. P. Gregoriussen, ið er yrkjarin til føroysku brúðarvísuna, til ikki at seta ljós sítt undir eina skjeppu. Føroyska brúðarvísan bleiv so kvøðin á fyrsta
nevniliga krabbamein hjá 14 av teimum, og tær vórðu síðani settar í viðgerð. Eitt barometur fyri, hvussu væl ein kanning á einum sjúkrahúsið eydnast, er, hvussu skjótt tey, sum eru kannað, fáa svar. Og í sambandi [...] prosent av kvinnunum høvdu longu fingið svar, áðrenn 10 dagar vóru farnir frá tí at tær vórðu kannaðar. Í Danmark eru tey nøgd, tá ið umleið 80 prosent fáa svar, áðrenn 10 dagar eru farnir. [...] tilboðnum um at verða kannaðar regluliga fyri krabbamein í bróstunum. Tað var í 2015 at avgerð varð tikin um, at bjóða øllum kvinnum ímillum 50 og 69 ár at fáa regluligar, fyribyrgjandi kanningar fyri bróstkrabba
treytir Fram til 2012 høvdu fólk, ið bera brek, sambært § 18 a í forsorgarlógini rætt til at fáa arbeiði og løn javnbjóðis øðrum. Hesi rættindi, sum áttu at verið sjálvsøgd, vórðu kollrend og tikin av, tá skipanin [...] fólk, ið bera brek, hava rætt til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum. § 18 a í Forsorgarlógini gav fólki, ið bera brek, rætt til at fáa arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum til vanliga løn og vanligar arbe [...] forsorgarlógini varð tikin av, var eitt risa afturstig fyri fólk, ið bera brek. Rætturin til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum varð við lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í §§ 21-25 tikin frá fólki við skerdari
bandinum. Hetta eru innsløg, sum vórðu send í barnasendingini »Fríkorterinum« í Útvarpi Føroya nú í vetur. Kári Sverrisson las, legði siðbundnu løgni til rættis, gjørdi tey nýggju løgini og spældi tónleikin [...] tónleikin. Tónleikurin varð tikin upp í RMS-studio í Saltangará, meðan upplesturin varð tikin upp í Útvarpinum. Tøkningar vóru Regin Bjarnastein og Súni Selfoss. Kápumyndina gjørdi Bárður Jákupsson. Bandið, [...] kassettuband út. Bandið hevur heitið »Teir sjey svanarnir«, og tað er Kári Sverrisson, ið hevur lagt til rættis. Á bandinum eru níggju føroysk ævintýr úr bókini »Færøske folkesagn- og æventyr« hjá Dr. Jakobsen
nini eru fyrstu stigini tikin at náa hesum. Tey neyðugu stigini verða fyrireikað í løtuni til at almenn partafeløg kunnu setast á marknaðin. Eg vænti, at fortreytirnar eru til staðar fyri góðum samstarvi [...] samstarvið væntandi verður gott og gagnligt fyri báðar partar. Vit gleða okkum til uppgávuna og bjóða føroyingum vælkomnum til samstarvið, sigur Þórður Friðjónsson, forstjóri í Kauphøll Íslands. Fyri føroyingar [...] hava føroyingar saman við okkum og hava álit á at samstarvið verður til gagns fyri báðar partar. 1,5 mia kr noterað Mánadagin vórðu samstundis noteraðar tríggjar røðir av føroyskum lánsbrøvum, sum Føroya